týsdagur 10. juli 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 129 - 10. juli 2001
Nr. 129 - 10. juli 2001
3
gult2 cyan2 magenta2 svart2
gult3 cyan3 magenta3 svart3
Grindirnar hava verið
tættar í seinastuni, og
fríggjadagin kom
túrurin í Vágar. 76
hvalir løgdu beinini,
og býtt varð í
drápspartar
GRIND
Edvard Joensen
Miðvágur: Grindin varð
hildin til á Sandavági og
síðan sleipað til Miðvágs,
har skorið varð upp.
Drápið er endað. So still-
ar nú bróta; bylgjurnar aft-
ur, men brotið er reytt, yrkti
Mikkjal
á
Ryggi
um
grindadrápið, sum ivaleyst
hevur verið í Miðvági. Tí
soleiðis var siður tá. Men
seinnu árini hava grindirnar
verið hildnar til í Sanda-
vági, og har er tað, at bár-
urnar eru rodnaðar í dag.
Ymsar áskoðanir eru um
tað, og um hví so er. Iva-
leyst hevur tað okkurt við
grótkøstini í Miðvági at
gera.
Men hvussu er og ikki, so
ganga drápini hampiliga
væl í Sandavági. So mikið
væl, at líkt er til, at teir ætla
at halda fram at drepa grind
har.
Hesaferð hendi tó tað, at
grindin fór upp í urðina
Giljamegin. Og tað siga
sandavágsmenn ikki vera
hent fyrr. Men tað gingu tó
bara 20 minuttir frá tí,
fyrsti hvalurin fór á land, til
alt var deytt.
Tá drápið var av um eitt-
tíðina, varð farið at sleipa
hvalirnar inn á Miðvág, har
teir vórðu tiknir upp á
havnarlagið á Prestlandin-
um.
Wensil sat so hugagóður í
krananum og hivaði upp á
land, meðan Sofus og co.
opaðu, og Sonni og hansara
fylgissveinar merktu so
hvørt.
Tað var rætt sum í
Grindavísuni, at :...travle de
gaa paa den flade Strand de
Hvaler at nummerere.
Sýslumaðurin hevði úr at
gera. Hann tosaði í far-
telefon og skipaði fyri. Um
tað var hann ella ikki, sum
hevði fingið tað frálíka
hugskotið at spula hvalir-
nar, er líka mikið, men
skilagott var tað.
Tað
var
dýrdarveður
hendan seinnapartin. Sólin
skein av skýfríum himli,
har flogførini sveimaðu
uppi yvir á veg til og frá
flogvøllinum i Vágum. Og
menn gingu við brand-
slangunum hjá Miðvágs
Kommunu og køldu hval-
irnar av. Einki brunnið
tvøst í hesi grindini. Takk.
Kunngjørt varð í Útvarp-
inum, at klokkan hálvum
átta fóru seðlarnir at koma
út.
Tað var skjótt, at fólka-
mongdn vaks á havnar-
lagnum, har bæði børn og
vaksin, útlendingar og em-
bætisfólk øll gingu og bíð-
aðu eftir sama manninum.
Sýslumanninum, sum fór at
koma við teimum tíðind-
um, øllum longdist eftir.
Hvussu verða partarnir?
Jú, hann kom og fór upp
á ein vogn at standa. Lat
finnarunum
sín
hval,
merkjarum, formonnum og
øðrum embætismonnum,
áðrenn hann kom til øll
hini.
Nógv var fólkið, og tey
fingu eitt lítið hálvt skinn í
part burtur úr teimum 76
hvalunum.
Ljóst er hesa tíðina, so
einki bilaði lýsið, og lætt
var at finna hvalirnar. Hjá
teimum flestu. Tí tann ósið-
ur, at menn ganga fullir í
grind, var eisini galdandi
her. Friðaligir kortini, men
uttan minstu hóming av
suðri ella norði. Og nógvir
knívar arbeiddu, so skjótt
kann vera hjá einum, sum
ikki hevur gonguvit, at
koma fyri ein knív so ella
so, um ikki ein sterk hond
er, sum tekur í og setir á
grótkastið við greiðum
boðum um at verða sitandi.
Men alt gekk bæði skjótt
og væl. Menn fóru so smátt
at ganga frá við trillu-
børum, vognum og sjálv-
andi eisini onkur í bili.
Hóast sólin var gingin so
mikið í vestan, at Trøll-
konufingur stóð í skugga,
var framvegis sama dýrdar-
veðrið. Og menn vóru mor-
gírigir. Teir tevjaðu blóð.
Grindablóð.
– Hon var nógv størri úti
á, enn tað sum doyði, tosa
teir.
– Ivaleyst fer restin at
koma aftrat í morgin, ugga
teir seg við, nú teir fara
heim at leggja í tómu íløt-
ini.
Tað hevur ikki verið
líkinda grind í Vágum í eini
tvey ár, so øll íløt eru tóm.
Í fjør var ein grind á
Sandavági. Radiogrindin,
sum onkur er farin at kalla
hana, tí har fingu nakrir
hvalir sendarar ásettar,
áðrenn alt varð rikið til
havs aftur.
Og tað gevur einki í tóm-
ar kaggar og svangar búkar.
Grindin endaði í urðini
Hóast grindin í Sandavági fríggjadagin upp í urðina Giljamegin, gingu bara 20 minuttir frá tí, fyrsti hvalurin fór á land, til alt
var deytt
Mynd: Edvard Joensen
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri hjálpsemi og samkenslu,
tá ið góða og elskaða kona, mamma, vermamma,
omma og langomma okkara
Elia F. Johannesen
bleiv sjúk, doyði og varð jarðað.
Tøkk til starvsfólkið á B6.Tøkk til prestin Hera
Joensen fyri troystarrík orð í kapellinum og kirkjuni,
urguspælarar, sangarar, berarar og øllum tykkum,
ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Tøkk fyri kransar, blómur, uppringingar, vitjanir
og tykkum, sum hjálptu til ervið.
Fyri tey avvarðandi
Johnny, Odmund, Edvør og Jon Eli við familju
C
M
Y
K
3
2