týsdagur 10. juli 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 129 - 10. juli 2001
Nr. 129 - 10. juli 2001
5
gult4 cyan4 magenta4 svart4
gult5 cyan5 magenta5 svart5
Fríggjadagin vóru
umboð fyri føroyskar
fyritøkur til kunn-
andi fund hjá
Transocean Sedco
Forex, sum eiga
Sovereign Explorer.
Føroysku fyritøk-
urnar, ið kunnu
hugsast at veita
tænastur til Sovereign
Explorer, fáa ongar
sersømdir
OLJUVINNA
Heri á Rógvi
Eini seksti fólk høvdu
leitað sær niðan í Glyvra
Skúla fríggjadagin. Hesi
fólk umboðaðu at kalla øll
føroyskar fyritøkur. Tað var
Transocean Sedco Forex
(TSF), sum í samstarvi við
Atlantic Supply Base og
Vinnuhúsið, skipaði fyri
fundinum. Fundurin var ein
kunnandi
fundur,
har
marknaðarleiðarin hjá TSF,
Asbjørn S. Olsen, kunnaði
um sjálva fyritøkuna, um
hvørjar ætlanir teir hava í
Føroyum og um hvønn
leiklut føroyskar fyritøkur
kunnu hugsast at koma at
spæla í sambandi við
virksemi hjá fyritøkuni í
Føroyum. Fundurin fríggja-
dagin var eisini eitt høvi hjá
føroyskum fyritøkum at
vísa seg fram.
Risa fyritøka
Transocean Sedco Forex er
ein risastór fyritøka. Fyri-
tøkan er heldur eingin
ársungi innan oljuvinnuna.
Tað starvast fleiri enn
16.000 fólk hjá fyritøkuni.
Fyritøkan hevur sæti í
Houston, Texas.
Eisini
hevur deildir kring heimin,
og virksemi við Føroyar
hoyrir undir North Sea
deildini, sum hevur sæti í
Aberdeen. Fyritøkan hevur
eitt samlað virði, sum
liggur beint niðanfyri 16
mia. amerikanskar dollarar.
Til
sammetingar
kann
nevnast, at Statoil verður
somuleiðis mett at hava eitt
virði áljóðandi 16 mia.
amerikanskar
dollarar.
Fyritøkan eigur fleiri enn
170 bori- og framleiðslu-
eindir, sum umfata so at
siga øll sløg.
Fyritøkan hevur bæði
nógvar og drúgvar innan
borivirksemi. TSF leggur
serliga dent á at fáast við
boringar av tí slagnum, sum
verður rópt ”Deepwater” og
”Harsh Enviroment”, t.e. á
djúpum havi og undir
krevjandi
umstøðum.
Sovereign Explorer, sum í
vikuni fer at gera innrás í
Føroyum, er ein av nógvum
sokallaðu
High-Speci-
fication Semisubmersibles
riggunum, sum verða nýtt
til boringar á meiri djúpri
leiðum. Sovereign Explorer
er bygdur í 1984, men
hevur fingið umfatandi
byggiarbeiði gjørt tvær
ferðir í hálvfemsunum.
Sovereign Explorer er til
støddar sum ein hampu-
ligur fótbóltsvøllur.
Ongar sersømdir
Tá Sovereign Explorer í
vikuni fer undir sítt virk-
semi við Føroyar, verður
tað við Statoil sum leigara
av rigginum. Statoil fer at
hava nøkur eftirlitsfólk
umborð, men annars verður
tað Transocean, sum hevur
alla ábyrgdina av borð-
ingini. Starvsfólkið um-
borð telur eini 48 fólk, og
eri hesi tey somu, ið
vanliga eru við rigginum, tá
hann ger boringar. Ì fyrsta
atløgu vera so at siga ongir
føroyingar við umborð. Tó
er tað soleiðis, at tað vera
nakrir føroyingar knýttir at
rigginum í sambandi við
catering.
Transocean ætlar at seta
fleiri føroyingar í starv sum
frálíður, men ætlar hinvegin
ikki at koyra nakran úr
starvi fyri at føroyingar
skulu kunna koma umborð.
Asbjørn Olsen, marknað-
arleiðari fyri norðsjógvin
hjá Transocean, segði at
føroyskar kunnu koma at
gera seg galdandi innan
tílíkar veitingar, sum um-
fata eitt sindur av útgerð,
umframt veitingar av mati
og onnur útgerð. Tann so-
kallaða serútgerðin verður
ikki keypt úr Føroyum.
Transocean hevur umfat-
andi avtalur við altjóða
fyritøkur, sum lata útgerð
og tænastur í sambandi við
tann meira tekninska partin
av boriarbeiðinum.
Asbjørn
Olsen
gjørt
greitt á fundinum fríggja-
dagin, at tað er sera kost-
naðarmikið at gera slíkar
boringar. Kostnaðurin ligg-
ur um einar 250-300.000
amerikanskar dollarar um
dagin. Hetta merkir at teir
fyritøkur,
sum
kunnu
hugsast at gerast veitarar av
ymsum slag, skulu kunnu
lata útgerð ella tænastur
rættstundis og samstundis
skal góðska verður í lagi.
Her verða rættilia strong
krøv sett. Asbjørn Olsen
segði víðari, at teir eru
áhugaðir at keypa so nógv
sum gjørligt frá føroyskum
fyritøkum, soleiðis at fyri-
tøkan uppbyggir eitt gott
samstarv við føroyskar
fyritøkur og føroyska sam-
felagið sum heild.
Royna at fáa agentar
Transocean Sedco Forex
kundi serliga hugsað sær at
fingið sokallaðar ”agentar”
í føroyum. Hetta skuldi
verið eitt ella fleiri umboð,
sum skulu syrgja fyri at
riggurin ella riggarnir hjá
fyritøkum fáa tær veitingar
og tænastur, sum teir hava
fyri neyðuni. Uppgávan hjá
agentinum verður at sam-
skipa keyp og fluttning, og
at syrgja fyri at fáa best
møguligan prís. Krøvini til
agentin verða ásett alt eftir,
hvussu høgt virði á veit-
ingunum ella tænastuni er.
Sum heild verða rættiliga
hørð krøv sett, og hetta er
tað sama sum Transocean
hevur sett í øðrum londum,
har teir hava virka.
Tá ein av fundarluttak-
arunum spurdi, um tað ikki
kundi hugsast at føroyskar
fyritøkur fóra at gerast
veitarar av sertænastum og
serútgerð, so segði Neil
Cooper, ráðleggingar- og
útvegingarleiðari
hjá
Transocean í norðsjógnum,
at skulu føroyskar fyritøkur
gera seg galdandi á hesum
økjum, so verður neyðugt
at gera samstarvs avtalur
við stórar altjóða fyritøkur.
Neil Cooper sigur víðari, at
tað er væl møguligt at
føroyskar fyritøkur koma at
spæla ein størri leiklut á
hesum økinum.
Ætlanin hjá fyritøkuni er
at vera í Føroyum yvir eitt
longri áramál, og ætlanin
hjá fyritøkuni er, at føroysk
arbeiðsmegi og føroyskar
fyritøkur skulu integrerast í
teirra virksemi so skjótt
sum tað er fíggjarliga for-
svarligt.
Eigarnir av Sovereign Explorer:
Føroyskar fyritøkur fáa harðar treytir
Umboð fyri Transocean uttan fyri Glyvra skúla, sum var karmur um kunnandi fund um Transoceanfyritøkuna fríggjadagin. I
miðuni Asbjørn S. Olsen, sum er marknaðarleiðari felagsins fyri Norðsjógvarøkið
Eftir fundin greiddi Lassi Borðoy, sum er stjóri fyri Atlantic Supply Base, frá um virksemi
felagsins
Stóru tangarnir hjá Atlantic
Supply Base á havnar-
økinum í Runavík
ÁRSDAGUR
Stefan í Skorini
Í ár eru liðin tjúgu ár síðani
MBF – Meginfelag teirra
brekaðu í Føroyum – varð
sett á stovn. Stovning-
ardagurin var 20. oktober í
1981, sum er ST-dagur.
Fyri tjúgu árum síðani
var nógv virksemi kring
landið, ið vísti á støðuna
hjá brekaðum fólki í Føroy-
um. Tí fer MBF nú 20 ár
eftir at lýsa støðuna í dag
og arbeiðið hjá megin-
felagnum við ymiskum
tiltøkum.
Í sambandi við 20 ára
dagin hevur MBF gjørt
eina plakat við málningi
hjá Øssuri Mohr, lista-
manni úr Fuglafirði. Øssur
ognaði MBF málningin á
samkomu fyrr í ár. Øssur er
føddur í 1961, og hann er
sjálvlærdur listamaður.
Plakatin fæst til keyps
fyri 100 krónur í MBF-
húsinum.
MBF gjørt plakat
Málningurin hjá Øssuri Mohr, sum er á plakatini hjá MBF
LØGREGLUTÍÐINDI
Stefan í Skorini
Leygardagin er stuldur
framdur
í
Norðskála.
Løgreglan fekk fráboðan
um stuldurin leygardagin,
og fólk halda, at hann er
farin fram um morgunin
sama dag.
Tað eru tveir bilar, ið
hava staðið fyri skotum.
Úr øðrum bilinum, ið stóð
inni, varð tikin ein kikari,
og úr hinum bilinum
vórðu fløgur tiknar. Eisini
annað smávegis varð tikið
úr bilunum.
Løgreglan veit ikki,
hvør tjóvurin er, men fólk
siga seg hava sæð fremm-
andafólk ganga í bygdini
tann morgunin.
LØGREGLUTÍÐINDI
Stefan í Skorini
Løgreglan
hevur
um
vikuskiftið tikið tveir bil-
førarar, ið væntandi fáa
frádøming av koyrikorti-
num.
Leygardagin um fimm
tíðina máldi løgreglan ein
bil at hava koyrt 125 kilo-
metrar um tíman millum
Hvalvík og Hósvík. Bil-
førarin varð tikin beinan-
vegin og kann vænta sær
eina treytaða frádøming
av koyrikortinum. Tað ber
í sær, at førarin skal klára
eina nýggja koyriroynd.
Um førarin verður tikin í
at bróta ferðslulógina
næstu trý árini, missir
hann koyrikortið treyta-
leyst. Sundalagsstevnan
var um vikuskiftið, og tað
var í hesum sambandi, at
førarin varð tikin.
Løgreglan í Eystur-
oynni hevur eisini tikið
ein førara um vikuskiftið,
ið kann vænta sær frá-
døming av koyrikorti.
Hesin bilførarin varð tikin
í Leirvík sunnumorgunin
klokkan 10, og hann var
ávirkaður av rúsdrekka.
Tveir mistu koyrikortið
Stuldur í Norðskála
LØGREGLUTÍÐINDI
Stefan í Skorini
Leygardagin fór ein bil-
ur útav við Hósvík. Før-
arin skuldi stilla útvarp-
ið, so tað hoyrdist betri,
men fór ístaðin útav
vegnum.
Tvey fólk vóru í bili-
num. Tey vórðu flutt á
sjúkrahúsið, har tey
fingu
viðgerð
fyri
smærri snuddir.
Annars verður sagt av
løgreglustøðini í Havn,
at tað ikki hevur verið
serliga nógv at gera
hetta vikuskiftið, og
S u n d a l a g s s t ev n a n
spældi væl av.
Stillaði
útvarpið
og fór útav
C
M
Y
K
5
4
Forsøla av atgongumerkjum
byrjar mikudagin 11. juli
í Norðurlandahúsinum og
í kunningarstovunum.
OPERA
SJÓNLEIKUR
FILMUR
MYNDLIST
TÓNLEIKUR
FØROYSKUR DANSUR
DESIGN
BÓKMENTIR
8. - 19. august 2001
Stuðlar: Dimmalætting · Faroe Seafood · Føroya Tele · Atlantic Airways · Føroya Banki stuðlar operuna Madama Butterfly