týsdagur 10. juli 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 129 - 10. juli 2001
Nr. 129 - 10. juli 2001
7
gult6 cyan6 magenta6 svart6
gult7 cyan7 magenta7 svart7
Tað gekk væl, tá fyrsta
veitingarskipið,
Havila Charisma,
varð lastað í Runavík
fríggjadagin. Skipið
fór av Runavík
fríggjakvøldið og
fyrstu vørurnar frá
føroysku oljuút-
gerðarhavnini komu
umborð á boripallin
leygarkvøldið
OLJUVINNA
John Johannessen
Oljuvirksemið er av álvara
byrjað í Runavík, har før-
oyska oljuútgerðarhavnin
er.
25.900 bruttoregistertons
stóra Havila Charisma var
fríggjadagin fyrsta veit-
ingarskipið, ið varð lastað í
Runavík. Arbeiðið gekk av
tí besta, og fríggjakvøldið
kundi skipið loysa frá
útgerðarhavnini og seta kós
móti boripallinum, Suver-
eign Explorer, har vørurnar
komu
umborð
leygar-
kvøldið.
Eitt tons um minuttin
Uppgávan
hjá Atlantic
Supply Base fríggjadagin
var at lasta Havila Charis-
ma við vøru og útgerð,
harímillum 40 tons av
Bentonite, ið er eitt slag av
sementi, ið verður brúkt í
boriholum.
Eli Lassen, sum starvast
hjá Atlantic Supply Base,
sigur, at arbeiðið at lasta
hetta fyrsta veitingarskipið
gekk so mikið væl, at teir
lastaðu
eitt
tons
um
minuttin. Hetta er skjótari
enn miðal í slíkum arbeiði,
greiðir hann frá.
Eisini dagligi leiðarin
fyri P/F Havborg Supply
Service, sum rekur veit-
ingarskipið, Havila Char-
isma, er væl nøgdur.
– Tað gekk skjótt og væl
at lasta skipið. Sjálvsagt
vóru onkrir smálutir, ið
greiða skuldi fáast á, sum
tað altíð er, tá tú fert undir
okkurt nýtt. Men kortini
var eingin trupulleiki, sigur
Hans Albert Hansen, dag-
ligur leiðari hjá P/F Hav-
borg Supply Service.
Fjórða skipið komið
Hóast Suvereign Explorer
ikki meira enn júst hevur
sett borin í føroysku undir-
grundina, hava longu fýra
skip havt ørindi í útgerð-
arhavnini í Runavík.
Fyrsta
skipið
vitjaði
longu
áðrenn
Havila
Charisma. Talan var tá um
»stand by« skipið Havila
Clever, sum føroyska fe-
lagið P/F Havborg Supply
Service eisini rekur saman
við norska felagnum.
Havila Clever vitjaði
aftur í gjár útgerðarhavn-
ina, tá tað skuldi skifta
manning og taka 4 tangar
av brennievni til tyrlur, ið
skal goymast sum neyð-
goymsla úti á boripallinum.
Og seinnapartin í gjár kom
norska
veitingarskipið,
Vidar
Viking
inn
til
Atlantic Supply Base eftir
100 slengrum við mati og
ørðum vørum til boripallin.
Arbeiðið
í
útgerðar-
havnini fer fram í tøttum
samstarvi millum fleiri
feløg. Sjálva útgerðarhavn-
ina rekur Atlantic Supply
Base, meðan Skipafelagið
tekur sær av at lasta skipini,
ið koma inn í havnina.
Runavík fær UG
Tað gekst væl at lasta fyrsta oljuútgerðarskipið í Runavík fríggjadagin
Mynd: John Johannesen
Fyrsta bingjan til boripallin,
Suvereign Explorer, á veg inn
á dekkið á veitingar-
skipinum, Havila Charisma
Mynd: John Johannessen
Veitingarskipið Havila
Charisma, ið P/F
Havborg Supply Service
leigar úr Noreg, er
knøpp 26 túsund
bruttoregistartons til
støddar og kostaði 300
milliónir at byggja.
Føroyska felagið metir
tað vera ov dýrt at
byggja slíkt skip í
leitingarstøðinum
OLJUVINNA
John Johannessen
Tað er kostnaðarmikið at
gera seg út til at vera við í
einum
oljuævintýri. Tí
hevur føroyska veitingar-
felagið P/F Havborg Supp-
ly í fyrstu atløgu gjørt av at
leiga sína útgerð.
Veitingarskipið, Havila
Charisma, sum fríggja-
kvøldið fyrstu ferð fór av
Runavík út til føroyska
boriøkið við vøru, kostaði
heilar 300 milliónir at
byggja.
Havborg Supply hevur
gjørt samstarvsavtalu við
norska reiðaríið Havila, ið
millum annað inniber, at
føroyska felagið rekur risa-
stóra norska skipið.
– Slík veitingarskip eru
so kostnaðarmikil, at tað er
ikki hugsingur um at
byggja sær eitt, meðan vit
enn eru á leitingarstøði. Tí
hava vit gjørt avtalu við
Havila. Men kemur tað so
langt, at olja verður funnin,
og vit fáa ein langtíðar-
sáttmála, fara vit sjálvandi
at hugsa um at keypa skip,
sigur Hans Albert Hansen,
dagligur leiðari hjá Hav-
borg Supply Service.
Avtalu við Statoil
Havborg Supply Service
hevur gjørt fasta avtalu við
Statoil,
um
at
Havila
Charisma skal vera í tænstu
hjá Suvereign Explorer so
leingi royndarboringin í
Føroyskum øki varir. Skip-
ið skal sostatt sigla í fastari
rutu millum Runavík og
boriðpallin. Roknað verður
við, at tað fer at gera mill-
um tveir og tríggjar túrar
millum útgerðarhavnina og
boripallin um vikuna.
Havila Charisma er væl
egnað til uppgávuna. Tað
hevur stórt dekk, ið ger, at
tað kann flyta nógvar og
stórar lutir út til boripallin.
Eisini er tað útgjørt, so tað
kann fáast við akkers-
handling, eins og tað kann
virka sum bjargingarskip.
Havila Charisma er 73,6
metrar langt, 16,4 metrar
breitt, tað stingur 6,9 metr-
ar, tað er 25.900 brutto-
registartons til støddar, tað
hevur eina maskinorku á
knappar 17 túsund hestar
og ábyrgdina av hesum
velduga maskinaríi hevur
ein 26 ára gamal norskur
skipari.
Ov dýrt at byggja skip:
Charisma
kostar 300
milliónir
Tað er kostnaðarmikil útgerð, ið verður nýtt í oljuvinnuni. Veitingarskipið, Havila Charisma, sum føroyska felagið, Havborg
Supply Service, rekur, kostaði 300 milliónir at byggja
Mynd: John Johannessen
C
M
Y
K
7
6
SETANIN
· 8. aug. Høllin í Norðurlandahúsinum
Røður, kunngerð av stuttsøgukappingarvinnar-
unum og norðurlendsku fotokappingini,
frumframførsla Sfærøyske Observationer,
dokumentarfilmur eftir Teitur Á. Dahl o.a.
OPERA
· Den jyske Opera
framførir “Det forjættede Land” –
barnaopera við evni úr Móses bókunum
8. aug. Vesturkirkjan í Tórshavn,
9. aug. Christianskirkjan í Klaksvík.
· Írsk Opera (Co-Opera Ireland):
Madama Butterfly
18. og 19. aug. kl. 19:30 Norðurlandahúsið
SJÓNLEIKUR
· Eitur nakað land Week-end?
eftir Jóannes Nielsen,
9., 10., 11., & 12.aug. Meiaríið, Tórshavn
· Bólkurin Usenkev
framførir leikmyndina Don Juan fra Tranhuset
8. aug. Atlantis, Klaksvik
9. aug. Mentanarhúsid, Fuglafjørður
10. aug. Tvøroyri
12. aug. Virkið, Sandur
13., 14. & 15. aug. Sjónleikarahúsið, Tórshavn
· Einrøðuleikurin Van Gogh
við Hans Tórgarð
13. aug. Høganes, Runavík
15. aug. Mentanarhúsid, Fuglafjørður
16. aug. Listaskálin, Tórshavn
18. aug. Atlantis, Klaksvík
MYNDLIST
· Listaframsýning
Ungir íslendskir listamálarar sýna fram
8.-19.aug. Listaskálin, Tórshavn
· 5 føroyskir grafikarar:
Aase B. Olsen, Astrid Luihn, Marius Olsen, Jóna
Rasmussen og Karstin O. Lamhauge sýna fram
listarverk
8.-19.aug. Smiðjan í Lítluvík
· Randi Martin
listaframsýning
8.-19. aug. Gallerí Oyggin, Tvøroyri
FØROYSKUR DANSUR
· Tøkum lætt skipar
8. aug. Dansistovan í Norðurlandahúsinum
· Dansinátt
Klaksvíkar Dansifelag skipar fyri
12. aug. Skálin í Klaksvík
· Føroya kvøld
12. aug. Skálin í Klaksvík
TÓNLEIKUR & SANGUR
· Kakophonia
Trio við soxofon, hammon orgul og percus-
sion – Benjamin Koppel, Anders Koppel,
Jacob Andersen. Upplestur við Ulla Koppel
8. aug. Norðurlandahúsið í Tórshavn
9. aug. Atlantis í Klaksvík
11. aug. Losjan í Gøtu
· Palle Mikkelborg
og orkestur, norðurlendskur tónleikavinnari
ár 2000, spælir trompet saman við orkestri
13. aug. Norðurlandahúsið
14. aug. Norðlýsið, Grottukonsert
· Kathy Chiavola
bluegrasssangari við orkestri úr Nashville,
USA. Syngur saman við føroyska country-
sangaranum Ragnar í Vík og dupultkvartettini í
Ebenezer
14. aug. Mentanarhúsið, Fuglafjørður
15. aug. Norðurlandahúsið
· Caput
Íslendskt tónleikalið, framførir sinfonietta m.a.
verk av føroyskum og íslendskum komponistum.
14. aug. Norðurlandahúsið
· Erann DD, Chilly Friday og Prix vinnarin
Clickhaze.
Ungdómskonsert
8. aug. Ítróttarhøllin á Hálsi í Tórshavn
· Chilly Friday, B&Z, FLUX
Ungdómskonsert
11. aug. Mentanarhúsið, Fuglafjørður
· Gluntarne
Rúni Brattaberg, Føroyar og Bjørn Asker,
Svøríki syngja Gluntarne eftir Gustav
Wennerberg, pianistur Gustav Asplund.
8. aug. Runavík
9. aug. Norðurlandahúsið
· Chilli Strong Pepper
Skotskir tónleikarar
10., 11. & 12. aug. Café Natúr
TÓNLEIKUR & SANGUR
· Eivør, Teitur, konsert
10.aug. Norðurlandahúsið
· Eivør konsert
11. aug. Bygdahúsið, Skopun
· Teitur konsert
9.aug. Suðuroy.
12. aug. Mentanarhúsið, Fuglafjørður
· Mpiri
Kórsangur: føroyskur vokalbólkur, settur saman
av 13 ungum útisetum
8. aug. Kirkjan, Húsavík.
9. aug. Kirkjan, Fuglafjørður.
10. aug. Kommunuskúlaaulan, Tórshavn
· Bubbi Morthens
Vísusangur við íslendska vísusangaranum Bubbi
Morthens.
10. aug. Atlantis, Klaksvík saman við
Vísumonnum úr Klaksvík
11. aug. Norðurlandahúsið
· Vísukvøld við Rasmus Lyberth, Grønland
16. aug. Klingran, Norðurlandahúsið
· Sangløta við Kari Bremnes, Norge
17. aug. Klingran, Norðurlandahúsið
· Egill Ólafsson
Ísland, sjónleikari, sangari, framførsla saman við
kenda bandenone spælaranum Olivier Manoury
16. aug. Mentanarhúsið, Fuglafjørður
17. & 18.aug. Norðlýsið, Grottukonsert
· Kingosangur
11. aug. Kirkjan í Kirkjubø
Petra Iversen og Hans Iversen
12. aug. Kirkjan í Tjørnuvík
Tjørnuvíkingar
15. aug. gl. Kirkja, Norðragøta
Kári Sverrisson, Niels Midjord, Hans Jákup
Hansen, Petur Jákup Eliasen
FILMUR
· Dancer in the Dark
eftir Lars von Trier
· Sange fra 2. sal
eftir svian Roy Andersson
· Italiensk for begyndere
eftir Lone Scherfig
· Sangen for Martin
eftir Bille August
8.-19.aug. Havnar Bio
YMIST
· Moderna Design
6 ungir, føroyskir designarar stilla út. Barbara í
Gongini, Borgny Patursson, Annika Heinadóttir,
Guðrun Ludvig, Elisa Heinesen, Edward Fuglø.
8. & 9. aug. Skálin, Klaksvík
10. aug. Vágoy.
12. aug. Gallerí Oyggin Tvøroyri
14., 15., 16., 17. & 19. aug. Listaskálin.
· Bókmentaløta
upplestur við skotska rithøvundanum Duncan
McLean
11. aug. Klingran, Norðurlandahúsið
· Íslendsk Ballett
við Pars Pro Toto
Dansari: Lára Steffansdóttir
12. aug. Norðurlandahúsið
· Heðin Brú 100 ár
– framførsla:upplestur, tónleikur og sjónleikur.
17. aug. Sjónleikarhúsið, Tórshavn
· Kristian Blak (Keybord) og
Heðin Ziska Davidsen (Guitar)
16. aug. Norðlýsið, Grottukonsert
Stephanssons Hús
8. - 19. august 2001
Stuðlar: Dimmalætting · Faroe Seafood · Føroya Tele · Atlantic Airways · Føroya Banki stuðlar operuna Madama Butterfly