Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mai 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 99 - 27. mai 2008 Tórshavnar Býráð hevur brúk fyri meiri plássi til umsitingina. Spurningurin er um nýggjur bygningur í fimm hæddum skal byggjast á park­ eringsøkinum ímill­ um Hotel Tórshavn og gamla posthúsið í miðbýnum, har sølu­ búðirnar eru, ella um nýggjur bygningur skal byggjast á fríøk­ inum eystanfyri Norðurlandahúsið, men so má býráðið fyrst taka eina føðing­ ardagsgávu aftur Umsitingar­ bygningUr Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tórshavnar Býráð hevur harðliga brúk fyri einum nýggjum umsitingarbygn­ ingi. Men hvar skal hann vera? Hetta var tann stóri spurningurin á býráðsfundi í Havn í gjárkvøldið. Fyribils hava serliga tvey pláss verið upp á tal til ein nýggjan umsitingarbygning. Ein møguleiki er at byggja hann á parkeringsplássinum ímillum Hotel Tórshavn og gamla posthúsið í mið­ býnum, har sølubúðirnar nú eru. Á hesum plássinum kann byggjast ein bygningur í fimm hæddum upp á 3000 fermetrar tilsamans og her fæst sostatt pláss fyri 120 starvsfólkum. Men hendan møguleikan hevur ein meiriluti í býráð­ num atkvøtt ímóti. Hin møguleikin er at byggja ein bygning á fríøk­ inum eystanfyri Norður­ landahúsið og her kann byggjast ein umsitingarbygn­ ingur upp á 5000 fermetrar til eini 150 starvsfólk. Fekk øki í føðingardagsgávu Umsitingin hjá býráðnum heldur, at økið ímillum rundkoyringina við Sunds­ vegin og Norðurlandahúsið, er besta staðið at byggja ein umsitingarbygning á. ­ Økið er miðskeiðis í býnum og tætt við góðar møguleikar at koma og fara við bussi, bili, súkklu og til gongu, sigur umsitingin. Tí mælir umsitingin býráðnum til at samtykkja, at nýggjur umsitingarbygn­ ingur verður bygdur har. Men tað er ein lítil krúlla málinum, sum býráðið fyrst má greiða, áðrenn nakað kann gerast Og tað er, at tá ið Norður­ landahúsið fylti 10 ár, hand­ aði borgarstjórin í Havn, Lisbeth Petersen, Norður­ landahúsinum eitt friðingar­ bræv sum tryggjar, at slætt­ in í millum Norðurlanda­ húsið og Sundsvegin skal vera fríøki, sum ikki kann rørast uttan at báðir partar eru samdir um tað. Ì hesum sambandi hevur umsitingin hjá býráðnum mælt býráðnum til at taka upp samráðingar við Norð­ urlandahúsið um at avlýsa friðingina, so at umsitingar­ bygningur kann byggjast á stykkinum. Umsitingin mælir eisini til at seta 800.000 krónur av í ár til at fyrireika eina byggi­ og kappingarskrá, og at útskriva kapping prosjektið. Byggi­og býarskipanar­ nevndin hjá býráðnum, tek­ ur undir við ætlanini og figgjarnevndin tekur somu­ leiðis undir við, at staðseta bygningin við Norðurlanda­ húsið. Taka gávuna aftur Orðaskiftið í býráðnum í gjárkvøldið, vísti, at tað er alt annað enn semja í hesum máli og at býráðið gongur í minst tveimum bólkum Fleiri býráðslimir vístu á, at hetta var tað sama sum at taka føðingardagsgávuna aftur og tað kundi ikki koma upp á tal, tí eina føð­ ingardagsgávu eigur man ikki at taka aftur Heðin Mortensen vísti á, at ætlanin hevur verið umrødd við Norðurlanda­ húsið og har taka tey væl undir við tankanum, tí Norðurlandahúsið kann eis­ ini fáa góða nyttu burtur úr eini slíkari bygging, ikki minst hvat parkeringspláss­ um viðvíkur. Hann vísti á, at verður nýtt hús bygt við Norður­ landahúsið, ber til at selja allar umsitingina hjá komm­ ununi í miðbýnum fyri einar 30­40 milliónir. Sól og skuggi Jan Christiansen og aðrir býráðslimir, vístu á, at umsitingin hjá býráðnum eigur at vera í miðbýnum og hann mælti til at kanna møguleikarnar at byggja ímillum Hotel Tórshavn og gamla posthúsið. Víst varð á, at tá ið býráð­ ið á sinni vrakaði hendan møguleikan, var tað tí, at ein bygningur í fimm hæddum skuldi skugga so illa fyri sólini á vaglinum, at tað var mett at vera óheppið. Men víst var á, at meting­ ar vísa, at tað er ikki rætt, tí tað ber væl til at byggja ein slíkan bygning, sum ikki skuggar meir enn bygninga­ rnir gera, sum nú eru. Hildur Eyðunsdóttir mælti staðiliga frá at byggja á parkeringsplássinum ímill­ um Hotel Tórshavn og gamla Posthúsið. Hon vísti á, at arbeitt verður við at gera Tórsgøtu til eina mentanargøtu og í hesum sambandi sær hon fyri sær, at parkeringsplássið verður gjørt til eitt uttan­ duratorg, sum kann verða ein perla í mentanargøtuni, sum eisini man vera tað staðið í Havnin, sum hevur ein tann besta sólargangin. Býráðslimir vístu á, at nógv harmast um, at mið­ býurin er alt ov deydligur, men verða tey stórthundrað skrivstovustørvini hjá býráð­ num eisini flutt burtur, verð­ ur tað uppaftur meiri deyd­ ligari í miðbýnum og at fáa meiri lív í miðbýin er ikki minsti trupulleikin í hesum máli. Tað eydnaðist ikki býráð­ num at finna semju í mál­ inum í gjárkvøldið. Jógvan Arge, formaður í byggi­og býarskipanar­ nevndini, helt, at málið var so ógreitt, at tað var frægast at fáa tað aftur í nevndini at greina út, áðrenn tað aftur verður lagt fyri býráðið og tað varð samtykt. Tórshavnar Býráð vil taka føðingardagsgávu aftur Býráðið hevur givið Norðurlandahúsinum eitt friðingarbræv í føðingardagsgávu, men nú vil býráðið kortini hava friðingina avlýsta fyri at sleppa at byggja ein stóran umsitingarbygning. Hetta er sum at taka eina føðingardagsgávu aftur og tað kunnu vit ikki, siga býráðslimir, men Norðurlandahúsið hevur onki ímóti at tosa um tað, sigur borgarstjórin Mynd: Jens Kristian Vang Kvinnur í fokus á Tvøroyri Komandi leygardag 31.mai skipa Valkyrjurnar í Suðuroynni fyri tveimum fyrilestrum á Pub & Café’ini hjá Thomsen á Tvøroyri. Evnið er »Kvinnur í fokus«, um tað at vera sjónligur og aktivur í samfelagskjakinum, og hvørjar upplivingar fylgja við. Tað verða Nita Næs og Annlis Bjarkhamar, sum ávikavist eru ella hava verið politiskt aktivar, ið fara at hugleiða og siga frá sínum royndum. Eisini tónleikur og matur er á skránni. Rebekka Søndergaard Mortensen fer at syngja og spæla guitar, og til matna verða farsbreyð, salatir og flute. Henda dagin er tað ókeypis at sigla við Smyrli, so góður møguleiki er hjá fólki norðanfjørs at vitja tiltakið, sum er alment og byrjar klokkan 13. Kostnaður fyri alt tiltakið er 100 kr. Tilmelding fer fram á valkyrjurnar@valkyrjurnar.org ella á tlf. 281885. Atgongumerkini verða seld við dyrnar. Pláss er fyri uml. 70 fólkum.