Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mai 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 99 - 27. mai 2008 Ovfisking hóttir Felagsskapurin Oceana, sum virkar fyri at verja heims­ høvini og tað, sum í teimum er, vil nú hava heimshandils­ felagsskapin WTO at skipa so fyri, at øll lond gevast við at veita sínari fiskivinnu fíggjarligan stuðul. Oceana sigur í einari nýggjari frágreiðing, at umleið 80 prosent av heimsins fiskastovnum verða alt ov nógv troyttir. Talan er serliga stovnar í Atlantshavinum, Indiska Havinum og har norðuri í Kyrrahavinum, sigur Oceana. 80 prosent av fiskastovnunum eru fyri ov stórum trýsti Mynd: Vísir Vil løgtingið ikki játta Vaktar- og Bjarg- ingartænastuni meiri pening, má eg gera upp við meg sjálvan um vit ikki bara skulu selja Brimil og Tjaldrið, sigur Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum Vaktartænasta og bjarging Àki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Vaktar­ og Bjargingartæn­ astan kann ikki halda fram upp á hendan mátan. Tórbjørn Jacobsen, lands­ stýrismaður í fiskivinnu­ málum er í øðini inn á fíggj­ arnevndina hjá Løgtinginum og meirilutan í samgong­ uni. Sum tað sæst í grein aðrastaðni í blaðnum, er Vaktar­ og bjargingartænast­ an í svárari fíggjarligari kreppu. Men sum skilst, heldur meirilutin í fíggjarnevndini ikki, at tað er neyðugt at játta stovninum meiri pen­ ing í ár. Fíggjarnevndin hevur nú lagt fíggjarlógina fyri í ár fyri Løgtingið, men í ting­ inum í morgun varð upplýst, at ætlanin er ikki, at Vaktar­ og bjargingartænastan skulu fáa eitt oyra afturat. ­ Eg hetta politiski viljin og fær Vaktar og Bjargingar­ tænastan ikki meiri pening, má eg gera upp við meg sjálvan um vit skula selja skipini hjá Vaktar –og Bjarg­ ingartænastuna og ístaðin samráðast við donsku sjóverjuna um aftur at átaka sær uppgávuna at hava fiski­ veiðieftirlit undir Føroyum og at vera til taks til leiting og bjarging, segði Tórbjørn Jacobsen í Løgtinginum í morgun. Hann staðfestir, at tað er onga staðni í verðini, at vaktar­ og bjargingartænast­ an hevur so ringar arbeiðs­ umstøður sum í Føroyum, har tey ikki vita um tey sleppa út ella ikki. – Vaktar­ og Bjargingartænastan má kunna vit eitt ár fram, hvussu nógv hon kann sigla, staðfestir Landsstýris­ maðurin. Snorksova og droyma um tunlar Í Løgtinginum var samgong­ an fyri hørðum atfinningum, tí at hon ikki vil játta Vaktar­ og Bjargingartæn­ astum meiri pening. Tað var Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, sum reisti málið í Løgtinginum í morg­ un. Hann vísti á, at hóast árið enn ikki er hálvrunnið, hevur Vaktar­ og bjargingar­ tænastan longu brúkt at alla játtanina til olju til skipini og teir hava longu bunkrað fyri seinastu, ella næstsein­ astu ferð. Tí spurdi hann um samgongan snorksvevur og bara droymir um undir­ sjóvartunlar. Tórbjørn Jacobsen sigur, at hann ferð eftir ferð hevur gjørt vart við trupulleikan, bæði munnliga og skrivliga og men hann skilti á lag­ num, at tað var sum at sletta vatn á gás. ­ Vit kunnu ikki liva við, at skipini hjá Vaktar­og Bjargingartænastuni um stutta tíð verða noydd at liggja við bryggju. Kann enda við vanlukku Fleiri tinglimir harmaðust um støðuna og hildu, at tað er langt úti, at tað skal elva til so stórar trupulleikar hjá okkara vaktar­og bjargingar­ skipum, hvørja ferð oljan fer upp. ­ Tað kann ikki vera rætt, tí vit eiga altíð at hava trygd fyri, at skipini kunnu sigla eitt ávíst tímatal, bæði við atliti til eftirlit, trygd á sjón­ um og til leiting og bjarging, helt Bjørn Kalsø. Heini O. Heinesen sigur, at trupulleikin er, at skulu játtanir hækka, skal umsóknin koma frá fíggjar­ málaráðnum. Tað er ikki hent í hesum føri, tí her er tað landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum bað um hægri játtan, men mannagongdin ger, at fíggjarnevndin kann ikki taka hana til eftirtektar. Tinglimir førdu fram, at hetta er sjálv trygdin á sjón­ um, tað snýr seg um og tað hann enda við eini van­ lukku, at skipini ikki fáa siglt, tí tey hava ikki ráð til olju og tað kann eisini føra til eina vanlukku fyri fiski­ skapin undir Føroyum, at onki eftirlit er. Hóttir við at selja skipini hjá vaktar- og bjargingartænastu Onga staðni í verðini hevur vaktar- og bjargingartænastan so ringar arbeiðsumstøður sum í Føroyum og hóast árið ikki er hálvrunnið, eru vaktarskipini longu komin í ta støðu, at tey hava ikki ráð at bunkra olju longur ogt í er stórur vandi fyri at tey verða løgd ein stóran part av seinna hálvári