Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mai 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 99 - 27. mai 2008 Skerdar manningar og hækkandi olju­ prís­ir hava við s­ær, at vaktars­kipini Brimil og Tjaldur kunnu verða løgd. – Bæði vaktars­kipini eru í vanda fyri at verða løgd í heys­t, fáa vit ikki eina meir­ játtan á í mins­ta lagi 6 milliónir krónur til at dekka høga oljuprís­in, s­igur Elmar Højgaard, s­tjóri á Fis­kiveiði­ eftirlitinum Tilbúgving Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Fiskiveiðieftirlitið siglir í rættuliga tungum sjógvi í løt­ uni. Vandi er fyri, at eftir­ litsskipini bæði verða svína­ bundin við kei, so ongi skip eru tøk í sambandi við bjarg­ ing og leiting, ella ránsmenn fáa fríar teymar í føroyskum sjógvi. Elmar Højgaard, stjóri í Fiskiveiðieftirlitinum, sigur, at verður játtanin til Fiskiveiðieftirlitið ikki hækk­ að við í minsta lagi 6 millión­ um fyri fíggjarárið 2008, verður neyðugt at umskipa tænastuna soleiðis, at bert annað skipið siglir helvtina av tíðini. Elmar Højgaard sig­ ur, at tey skjótt kunnu koma í ta støðu, at einki skip er tøkt. Eisini roknar leiðslan við, at neyðugt verður at niðurleggja onkrar tænastur á landi, til dømis at skerja kanningar­ arbeiðið við einari helvt. Oljan nívir Í viðmerkingunum til fíggj­ arlógaruppskotið sigur stjór­ in Elmar Højgaard, at stovn­ urin í februar 2008 legði fram uppskot til fíggjarjáttan til vanligt virksemi fyri 2008 á knappar 45 milliónir krónur. Men, tá ið uppskotið varð lagt fram fyri tingið, var játtanin minkað við nærum trimum milliónum. Samstundis er veruleikin broyttur nógv, soleiðis, at í tíðarskeiðinum, sum farið er av 2008, er oljuprísurin hækk­ aður við kr. 2,00 kr./liturin, og mett verður, at oljan hækk­ ar enn meira, sum árið líður. Tí hevur Fiskiveiðieftirlitið gjørt eina nýggja meting av, hvør nýtslan verður. ­ Ásannandi, at játtanin til annað enn lønir er minkað við næsta 4 milliónum síðan 2003, er tað ikki bert olju­ prísurin, ið ávirkar mettu nýtsluna, men eisini prís­ hækkingar á øðrum vørum, sigur stjórin. Tí vísir ein nýggj meting, at tørvur er á einari meirjáttan uppá 6.3 milliónir krónur í mun til ver­ andi fíggjarlógaruppskot. Men Elmar Højgaard sigur við Sosialin, at tey framvegis hava góðar vónir um, at játt­ anin verður hækkað. ­ Vit eru trongd upp í ein krók, tí vit kunnu ikki sjálvi ávirka oljuprísin og kunnu ikki spara nakrastaðni. Stóru postarnir eru løn til mann­ ingina og oljan, og framm­ anundan flóta vit akkurát á vatnskorpuni, sigur hann. Stovnurin hevur verið á fundi við fíggjarnevndina í løgtinginum, men ilt er at kenna politiska landið. ­ Verður ongin broyting, verður sjálvandi trupult at halda hjólunum koyrandi. So vit eru sjálvandi sera spent upp á fíggjarlógarvið­ gerðina, sigur hann. Repa seglini Av Fiskiveiðueftirlitinum verður sagt, at ótrygga støð­ an hevur havt við sær, at neyðugt er at repa seglini. ­ Fiskiveiðieftirlitið siglir í løtuni í rættuliga tungum sjógvi, sigur Elmar Højgaard, og hann greiðir frá, at tveir teir fyrstu mánarnar lá Tjaldr­ ið við bryggju. Í mars og part­ ar av apríl, meðan várróðurin var, vóru bæði skipini í sigl­ ing, men seinastu tíðina hev­ ur bert annað skipið verið í sigling. Fríggjadagin 23. mai varð Brimil lagdur fram til 11. juli. Fyrstu 14 dagarnir verður ein ljósmotorur yvir­ hálaður og restina av tíðini eru manningarnar í summar­ frí. Frá 25. juli til 29. august liggur Tjaldrið, meðan mann­ ingarnar halda summarfrí. Elmar Højgaard sigur, at í løtuni eru fleiri størv ómann­ að, og sum støðan er, verða tey ikki mannað. Hettar hev­ ur við sær, at Fiskiveiðieftir­ litið ikki fær manning til tær fýra manningarnar á skipun­ um, umframt at øll størvini á landi eru ikki sett. ­ Nú Brimil varð lagdur 23. mai eru bert 16 mans tøkir til Tjaldrið. Tá hvør manning telur 11, resta 6 mans í, fyri at hava skipið siglandi fulla tíð. Tá Brimil kemur í sigling aftur, er støðan tann sama, sigur Elmar Højgaard. Brimil verður lagdur Hann vísir á, at verður játtanin fyri 2008 ikki hækkað, verður neyðugt at umskipa siglingina soleiðis, at annað skipið bert siglir helvtina av tíðini. Harum­ framt verður neyðugt at niðurleggja onkra tænastu á landi. Tá Brimil er størri oljuslúkur verður tað sjálv­ andi hann, sum kemur at liggja við bryggju. ­ Fiskiveiðieftirlitið hevur frammanundan havt eina støðuga frágongd av fólki, tí hýran er nógv hægri í grannalondunum. Við bert trimum manningum kunnu vit skjótt koma í ta støðu, at einki skip er tøkt. Í septem­ ber skal Brimil til Danmark­ ar við sjómansskúlanæm­ ingum, og tá er ikki óhugs­ andi, at einki skip er tøkt, sigur hann. Eisini verður kanningararbeiði munandi skert, millum annað vegna skerdu manningina, tí rúm verður ikki fyri at sigla í sama mun sum áður. ­ Samanumtikið kann roknast við, at kanningarar­ beiði verður skert við eini helvt, verður sagt. Vanlukka í kreppustøðu Elmar Højgaard játtar, at tað kann koma fyri, at ongi skip eru tøk at senda út um ein vanlukka hendir. ­ Hava vit ikki ráð til at reka bæði skipini, kunnu vit bert dúva upp á annað. Og er tað fjart av landi skotið við navigatørum og øllum, so er vandi á fer. Um vit noyðast at spara pening til lønir, so mugu vit eisini spara mann­ ing, og tá spara vit natúrliga eisini olju, sigur Elmar Høj­ gaard. Hann sigur víðari, at hóast stovnurin hevur verið skerdur mongu seinastu árini, so hevur hann ongantíð upplivað eina líknandi støðu fyrr. ­ Hækkandi oljuprísurin kann sláa beinini undan okkum, sigur stjórin. Hann vísir eisini á, at stovnurin hevur gjørt ein stóran inn­ sats í sambandi við altjóða samstarv. – Alt fleiri uppgávur verða lagdar á herðar okk­ ara. Til dømis í sambandi við ránsveiðu. Tí er hetta ein vanlukkulig støða, sigur stjórin, sum eisini vísir á, at hetta er ikki í samsvari við ætlanirnar í samgonguskjal­ inum, har ásett verður, at fiskiveiðieftirlitið í føroysk­ um sjóøki skal herðast. Fiskiránsmenn jóladagar undir Føroyum Fiskiveiðieftirlitið er skipað sum deild í Fiskimálaráðnum Fiskiveiðieftirlitið umsitur: Eftirlit við fiskiloyvum Eftirlit við fiskidagaskipanini Eftirlit við kvotum bæði undir Føroyum og á fjarleiðum Eftirlit við veiðidagbókum Eftirlit við innvigingarskipanini Eftirlit við avreiðingum í Føroyum og uttanlands Eftirlit við føroyskum fiskiførum sum royna undir Føroyum og aðrastaðni Eftirlit við útlendskum fiskiførum sum royna undir Føroyum Hagreiðing av hagtølum til fiskivinnuna Eygleiðaraskipan á heima, nær og fjarleiðum, við eygleiðing av veiði og veiðihættum Fylgissveinaeftirlit FAKTA Politikarar avhildnir Yvirskriftin er kanska eitt sindur misvísandi, tí í hesum føri er tað í veruleikanum fyrrverandi politikarar, sum tykjast vera avhildnir í Íslandi. Ein kanning har vísir, at fólk, sum gevast í politikki, hava lætt við at finna sær annað arbeiði aftaná. 17 fólk, sum eru um miðjan aldur ella eldri, góvust í Altinginum aftan á valið í fjør, og kanningin vísir, at eingin teirra hevði trupult við at finna annað arbeiði, skrivar Morgunblaðið. Tingfólk, sum gevast í Altinginum, hava lætt við at fáa annað arbeiði Mynd: Morgunblaðið - Høgi oljuprísurin slær beinini undan okkum, sigur Elmar Højgaard, stjóri í Fiskiveiðieftirlitinum