týsdagur 27. mai 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 99 - 27. mai 2008
Stutt Sagt
Funnið kend-
an gravstað
Eftir at hava leitað í fleiri
ár heldur egyptiski forn
frøðingurin Zahi Hawass
seg nú hava funnið grav
staðin hjá teirri kendu
drotningini
Kleopatru.
Einar 50 kilometrar vestan
fyri býin Alexandria er
hann komin fram á stand
myndir av Kleopatru og
sambúgva hennara, róm
verska herovastanum Mar
cus Antonius. Herumframt
hava hann og hansara
menn funnið fleiri myntir
við mynd av teirri kendu
drotningini. Antonius og
Kleopatra fingu trý børn,
men tey bæði valdu at
beina fyri sær, eftir at tey
høvdu tapt ein bardaga við
rómverska
herovastan
Octavianus við Actium í
árinum 31 fyri Kristi føð
ing. Octavianus gjørdist
seinni rómverskur keisari
undir navninum Augustus.
Mong munnu hava sæð
tann kenda filmin um
Kleopatru við Elizabeth
Taylor og Richard Burton
sum høvuðsleikarum.
Gevst Hillary!
Fyrrverandi amerikanski
forsetin Jimmy Carter
telist nú millum teirra,
sum vilja hava Hillary
Clinton at gevast við
royndini at gerast for
setavalevni hjá demokrat
iska flokkinum. Carter
ásannar, at Hillary hevur
fullan rætt til at halda
fram til tað seinasta upp
stillingarvalið tann 3. juni
og á sjálvum uppstillingar
fundinum hjá flokkinum
seinni í summar, men
hann heldur ikki, at tað
tænir nøkrum endamáli.
Tann 83 ára gamli Carter
er ein av teimum serligu
valmonnunum, sum hava
atkvøðurætt á floksfundin
um, og hann hevur boðað
frá, at hann fer at velja
Barrack Obama.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Tey siga, at tað verður so ræðuligt, um Hillary
vinnur, so tey ræða fólk frá at velja hana
Bill Clinton
útlond
Í morgin rennur
tað triðja fimm ára
varðhaldsskeiðið hjá
Aung San Suu Kyi út
Síðani 1991 hevur Aung
San Suu Kyi sitið innistongd
í húsum sínum í Rangoon.
Av og á hevur hon verið úti,
og nú skal hernaðarstýrið
gera av, um hon skal verða
sitandi í húsavarðhaldi, ella
um hon skal sleppa út. Tí
morgin rennur tað triðja
varðhaldsskeiðið út.
Enn eru eingin tekin kom
in,
sum
benda
á,
at
hernaðarstýrið ætlar at lata
hana sleppa úr húsavarð
haldinum, og hennara vin
fólk og stuðlar vænta eisini,
at varðhaldið verður endur
nýggjað.
Í morgun komu seks løg
reglubilar til húsini hjá
Tjóðskaparliga Demokrat
iska Flokkinum, sum hevur
boðað frá, at hann fer at
skipa fyri einari kravgongu
til frama fyri Aung San Suu
Kyi. Tíðindastovurnar vistu
eisini at siga frá, at bæði
hermenn og løgreglumenn
stóðu á varðhaldi uttan fyri
hús hennara í morgun.
Bill Clinton er í øðini
inn á fjølmiðlarnar
og onnur, tí tey royna
at trýsta Hillary út
úr valstríðnum, sigur
hann
Eg havi ongantíð vitað, at
eitt valevni hevur verið við
gjørt við so lítlari virðing,
segði Bill Clinton sambært
sjónvarpinum ABC News,
tá hann helt røðu á einum
uppstillingarfundi í South
Dakota í gjár. Hann vísti á,
at tað var eingin, sum bað
Edward
Kennedy,
Jesse
Jackson ella Gary Hart taka
seg burtur úr valstríðnum,
tá teir royndu seg.
Politiskir eygleiðarar í
USA eru á einum máli um,
at Hillary Clinton hevur at
kalla ongan møguleika at
gerast forsetavalevni hjá
demokratunum
í
heyst.
Tíðarrit sum Times og Eco
nomist hava longu lýst Bar
rack Obama sum vinnara,
og fleiri hava mælt Hillary
til at gevast við valstríðnum.
Samstundis verður dúgliga
gitt, hvussu teir serligu val
menninir fara at atkvøða.
Hetta nam Bill Clinton eis
ini við:
Eg skilji tað ikki. Tað er
stutt sagt heilt burturvið,
sum tey plága og trýsta val
menninar til at taka avgerð,
segði hann sambært CNN.
Hann vildi vera við, at
amerikonsku fjølmiðlarnir
hava gjørt lítið burturúr, tá
Hillary hevur vunnið eitt
val, og at endamálið er at
forða fyri, at hon kann
vinna uppstillingina.
Einki valevni so illa
viðfarið sum Hillary
Bill og Hillary Clinton á valfundi í South Dakota í gjár
Mynd: Polfoto
Sleppur hon út í
morgin?
Aung San Suu Kyi. Sleppur
hon úr húsavarðhaldinum nú,
ella verður hon framhaldandi
avbyrgd?
Mynd: Polfoto