Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mai 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 99 - 27. mai 2008 Hagtøl eru nú tøk yvir gongdina innan krabbamein í Føroy­ um, og tølini vísa, at gongdin innan ávís krabbameinssløg er alt annað enn ynski­ lig. Eitt slag, sum sær út til at vera í vøkstri í Føroyum, er móður­ merkjakrabbamein HEILSA Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Sosialurin skrivaði fríggja­ dagin um føroysku krabba­ meins hagtølini, sum nú er tøk á www.ancr.nu. Hini norðurlondini hava í fleiri ár havt hagtøl, sum vísa gongdina innan krabba­ meinssjúkur. Hesi hagtøl kunnu tildømis nýtast at meta um tørvin á krabba­ meinsviðgerðum og til at raðfesta fyribyrgjandi átøk. Fleiri altjóða kanningar hava seinastu árini víst á vandan fyri móðurmerkja­ krabbamein, tá fólk fáa ov nógva sól. Og føroyskir lækn­ ar hava eisini ávara, tí man hevur havt eina hóming av, at hetta slagið av krabbameini er í vøkstri í Føroyum. Nú eru vísindalig og samanbarlig hagtøl tøk, og hesi vísa, at eins og Íslandi, er móðurmerkjakrabba­ mein ein vaksandi trupul­ leiki í Føroyum. Serliga millum yngri kvinnur. Ein keðilig menning Danski yvirlæknin og serlæknin í krabbameini, Hans Storm, var í Føroyum og legði nýggju hagtølini fram, og hann staðfesti, at meðan tølini fyri móður­ merkjakrabbamein liggja í einari fastari legu í hinum norðanlondunum, eru Ísland og Føroyar í einari serstøðu. ­ Føroysku tølini fyri móðurmerkjakrabbamein vaksa eins og tey íslendsku, um enn ikki líka nógv. Og tað keðiliga er, at tað serliga eru ungar kvinnur, sum er hart raktar, sigur danski læknin frá Kræftens Bekæmpelse. Hann vísir á norska kanning, sum staðfestir, at serliga nýtsla av solarium økir um vandan fyri móður­ merkjakrabbamein. Bæði Ísland og Føroyar høvdu fyrst í 1990unum tey lægstu norðurlendsku tølini fyri móðurmerkjakrabba­ mein, men meðan miðal­ tølini fyri hini norðurlondini hava ligið í stað, eru tey íslendsku eksploderaði, og tey føroysku eru eisini á veg uppeftir. Sí norðurlendsku tølini fyri krabbamein hjá kvinn­ um millum 15 og 49 á talvu. Granskingar­ møguleikar Hvørjar orsøkirnar fyri føroyska vøksturin er, er ikki vísindaliga staðfest, men Føroya Felag Móti Krabbameini vónar at nýggju hagtølini fara at gera tað lættari at granska ­ og fáa stuðul til at granska – hví ávís krabbameinssløg eru í vøkstri í Føroyum, meðan onnur eru í minking. Og gongdin innan móður­ merkjakrabbamein er kan­ ska eitt upplagt gransk­ ingarøki. Hans Storm frá danska Kræftens Bekæmpelse vísir á, at útlendskar kanningar hava staðfest, at samband er millum sól og móður­ merkjakrabbamein. So møguliga er broytingin í føroysku og íslendsku tøl­ unum eitt úrslit av broyttum lívsstíli við solarium og uttanlandaferðum. Men hetta er ikki vísindalig staðfest. Móðurmerkjakrabbamein í vøkstri Gáloysin ráðharri Í Kanada hevur Maxime Bernier, innanríkisráðharri, lagt frá sær, eftir at tað bleiv avdúkað, at hann hevði lagt loynilig skjøl frá sær á einum óhóskandi staði, sum sagt verður. Innanríkisráðharrin hevur leingi verið undir trýsti, tí herfyri kom fram, at hansara fyrrverandi unnusta hevði samband við skipaðan kriminalitet, skrivar Reuters. Maxime Bernier er úr konservativa flokkinum og hevur verið innanríkisráðharri síðani í fjør. Faroe Ship kunn­ gjørdi í síðstu viku, at felagið hevur gjørt av at gevast við teirra rutu úr Føroyum til Scrabster FARMAVINNA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Síðani seint í 2003 hevur Faroe Ship annars havt fráferð úr Runavík til Scrabster mánadag og fríggjadag og úr Havn til Immingham fríggjadag. Men framyvir verður tað so bert fráferð av Havnini til Immingham fríggjadag. ­ Fyri útflytarar av feskum fløkum og óviðgjørdum fiski, er tað ikki heppi, at Faroe Ship nú gevst við fráferðini mánadag. Avleið­ ingin av bert at hava eina fráferð um vikuna er, at allur fiskur, sum skal feskur ella óviðgjørdur av landi­ num, má avreiðast nøku­ lunda samstundis. Tá verður alt útboðið kroyst saman, og roknast kann við, at marknaðurin bjóðar lægri prís. Tað ger ikki støðuna betri, at vit nú noyðast at koma á marknaðin sam­ stundis sum tann íslendski fiskurin, ið eisini bert hevur eina fráferð um vikuna, skrivar Vinnuhúsið á heima­ síðuni www.industry.fo Í dag avreiða línuskipini ikki týsdag, tí eingin fráferð er aftur til bretska megin­ landi fyrr enn fríggjadag. Við verandi rutu hevur verið møguligt at avreitt mánadag og fingið fiskin avskipaðan mánakvøld. Um hetta ikki verður møgu­ ligt framyvir, koma línu­ skipini heldur ikki at av­ reiða mánadag, og tá verða tað bert tríggir dagar eftir um vikuna, har fiskavirkini fáa møguleika at virka línufisk. Hjá trolbátunum, ið fara at royna á landleiðini frá 1. juni til 31. august, kemur henda broytingin eisini illa við. ­ Teir avreiða nógvan flatfisk, sum ikki verður virkaður í Føroyum, men ferð óviðgjørdur til Ong­ lands. Nú fara møguliga allir trolbátarnir, at avreiða hósdag, tí vøran skal vera í Havn seinnapart fríggjadag. Hjá línuskipunum er tað kanska ein møguleiki at sigla beinleiðis til markn­ aðin í Onglandi, men hetta letur seg ikki gera hjá trolbátunum. Trolbátarnir kunnu nevniliga bert fiska á landleiðini í avmarkaða tíð, og skulu teir sjálvir sigla niður við fiskinum fáa teir færri túrar, og hetta ger, at prísurin skal munandi upp, fyri at teir skulu fáa tað sama burturúr, skrivar Vinnuhúsið. Samanumtikið harmast Føroya Ráfiskakeypara­ felag, at fráferðin úr Før­ oyum til Onglands mánadag nú verður niðurløgd. Hin­ vegin vónar felagið, at henda rutan er so mikið áhugaverd, at okkurt annað flutningsfelag sær ein møguleika í, at fara undir eina líknandi rutu. Gevast við sigling til Scrabster