týsdagur 27. mai 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 99 - 27. mai 2008 ]
13
T
að eru tvey hugtøk, ið
eyðkenna skattapolitikkin,
hjá sitandi samgongu. Tey eru,
at fáa proportionalitetin inn
aftur í skattin og at breiðka
skattagrundarlagi. Í stuttum
snýr proportianaliteturin í
skattinum seg um, at tey ið
hava hægst inntøku gjalda
meira í skatti, enn tær lægru
inntøkurnar. At breiðka
skattagrundarlagi, merkir ein
umlegging av skattinum, har
ein lækkar, ella steðgar,
vøkstrinum í persónsskattinum
so vanliga lønarinntøkan ikki
støðugt verður kravd fyri meira
og meira skatti. Ístaðin verða
avgjøld, so sum MVG,
umhvørvisavgjøld og onnur
avgjøld tikin inn. Viðvíkjandi
avgjøldum, má ein hugsa seg
um hvat ein tekur avgjøld av, tí
avgjøld á vanligar vørur so sum
mjólk og breyð, venda sosialt
skeivt. Hetta merkir, at tey ið
forvinna minst, mugu gjalda
líka nógv í avgjaldi sum tey ið
forvinna meira, og tí hava tey
sjálvsagt minni eftir at brúka.
Inntøkur landskassans
Frá 2004, tá ið skattalættin hjá
ABC samgonguni kom í gildi,
eru inntøkur landskassans
vaksnar við 890 milliónum.
Skatturin við 294 milliónum og
avgjøldini við 596 milliónum.
At avgjøldini vaksa so nógv
meira enn skatturin, kemur ikki
av at innførd eru fleiri ella
hægri avgjøld, men av tí øktu
nýtsluni í samfelagnum. Tað er
serliga MVG inntøkurnar, ið
standa fyri stóra vøkstrinum.
Hetta kann vera vandamikið, tí
so skjótt sum nýtslan fellur so
minka hesar inntøkurnar aftur,
og so mugu skerjingar til í
almennu tænastunum, um ikki
onnur tiltøk vera sett í staðin.
Skattainntøkan er bert vaksin
½ so nógv sum avgjøldini, hó
ast metlágt arbeiðsloysi, orsøk
in er serliga at finna í skatta
lættanum ið er latin hesi árini.
Útreiðslur landskassans
Frá 2004 og til 2008, taka vit
verðandi fíggjarlógaruppskot
fyri 2008 sum grundarlag, eru
útreiðslurnar hjá tí almenna
vaksnar við 680 milliónum.
Útreiðsluøkingin er henda býtt
út á ár, 20042005 øking 115
mió, 20052006 øking 100 mió
20062007 øking 206 mió og
20072008 øking 259 mió.
Andstøðuflokkarnir, serliga
Fólkaflokkurin, brigsla sitandi
samgongu, at hon økir útreiðsl
urnar við 300 milliónum, hetta
er ikki rætt. Teir ætlaðu at
hækka útreiðslurnar frá 2006
2007 við 170 milliónum, men
rokniskapurin vísir, at teir øktu
útreiðslurnar við 206 millión
um. Tí er verðuliga økingin frá
2007 til 2008 á 259 milliónum,
henda øking kemur av øllum tí
økta virkseminum, innan tað
almenna, ið var samtykt innan
henda samgongan tók við.
At teir hanga útreiðsluøking
ina uppá hesa samgongunguna
og kallað tað sosialismu, at bara
vilja brúka pengar, má koma
undir tað ið vit nevna politik,
væl at merkja tá ið hann er
ringastur.
Samgongan, kann ikki sum
andstøðan, serliga Fólkaflokk
urin, lata vera við at taka
ábyrgd av teimum øktu útreiðsl
unum. Tað er okkara skylda at
fáa búskapin at hanga saman.
Skattalættin
ABC samgongan sá sjálv at
skattalættin hjá teimum, serliga
í 2008 fór at vera óheppin. Tí lá
uppskotið, sum teir nú kallað
skattahækking, klárt at seta í
gyldi frá 1 januar 2008, men
var ikki samtykt tí løgtingsvalið
var útskrivað.
Millum annað fyri at fáa
progresivitetin innaftur í skatta
skipanina, valdi henda sam
gongan at leggja skattalætta
uppskotið framaftur, við tí
broyting at tað skal hava virkn
að frá 1 januar 2009. Tað merk
ir í verðuleikanum, at skattgjald
arnir hava fingið skattalætta 1
ár longur, enn upprunaliga ætla.
Hvør verður so raktur av hesi
minking í skattalættanum. Ein
flakakvinna ið arbeiðir 8 tímar
hvønn dag forvinnur 205.000
kr. um árið. Ongin løntakari,
við hesi inntøku skal gjalda
meira í skatti. Handverkarar við
vanligum tímatalið og limir hjá
Starvsmannafelagnum, við
vanligum tímatalið, verða
heldur ikki rakt.
Tey sum forvinna 250.000
krónir um árið merkja onga
broyting.
Er inntøkan 260.000 krónir
um árið, merkir hetta ein øktan
skatt á 1200 krónir, ella 100
krónir um mánaðin. Er inntøk
an 270.000 krónir økist
skatturin við 2400 krónum, ella
200 krónir um mánaðin.
Fólkaflokkurin hevur ført
fram, at tær høgu millióna
inntøkurnar eisini fáa ágóða av
broytingunum í skattalættanum,
hetta er beinleiðis skeivt.
Verðuleikin er, at skattalógin
setur 50% í skatti sum hámark.
Ein inntøka á eina millión
kemur, nú eins og tá ið skatta
lættin var innførdur, uppá hetta
markið. Sostatt er ongin broyt
ing hjá hesum inntøkum, hvørki
tá skattalættin var innførdur ella
nú hann verður lækkaður.
Avgjøld
Tað er púra greitt fyri tey flestu,
at skulu almennu útreiðslurnar
vaksa, sum tær hava gjørt og
gera eisini í 2008, so mugu
pengar eisini inn í kassan.
Eg nevndi í byrjanini, at
breiðkan av skattagrundarlagn
um merkti umlegging so per
sónsskatturin minkar og avgjøld
koma ístaðin. ABC samgongan
lækkaði persónsskattin, og tí er
tað ógvuliga sannlíkt rúmd fyri
avgjøldum. Okkurt bendir á, at
hetta ásannaðu teir sjálvir, í
hvussu so er so leingi sum teir
sótu við valdið.
Henda samgongan hevur fyri
2008, tikið tey uppskotini um
avgjøld sum lógu klár tá ið
ABC legði frá sær, og lagt tey
fram. Eitt uppskot til avgjøld er
tó nýtt, tað er uppskoti um
tinglýsingaravgjald á veðbrøv.
Avgjøldini eru hesi: heilsu
avgjøld (sigarettir, slikk, soda
vatn) ið geva 15 milliónir í
lanskassan. Tinglýsingargjaldið
ferð frá 100 kr. uppá 1000 kr.,
hetta gevur eina meirinntøku á
4,8 milliónir, og tinglýsingar
avgjald á veðbrøv, ið er mett at
geva 14 milliónir.
Vert er at leggja til merkis, at
hesi avgjøld, undantikið heilsu
avgjøldini, eru eingangs fyri tey
flestu. Haldi sjálv, at mark eigur
at vera fyri, hvussu nógv ein
kann áleggja av sokallaðu
heilsuavgjøldunum. Fari tí at
royna at gera mína ávirkan
galdandi, so hetta ikki aftur
verður gjørt í 2009 og árini
fram.
Skattalættar og stuðul hjá
sitandi samgongu
Henda samgongan vil sostatt
føra ein politikk, har tey ið hava
breiðastu herðarnar gjalda
meira til vælferðarsamfelagi,
enn tey ið hava minni. Eisini
vilja vit stuðla bólkum, ið hava
tað trupult og lætta um byrðar
nar, har tað kemur teimum
flestu til góðar.
Vit hava samtykt at hækka
barnaískoyti til stakar uppihald
arar, frá 1 september í ár, við
6000 krónum um árið. Vit fara
at hyggja eftir, hvat kann gerast
fyri barnafamiljur ið hava
fíggjarliga trong kor. Vit ætla at
avtaka MVG av frukt og grøn
meti og vit hava sett okkum fyri
at fáa lagt kringvarpsgjald og
sjúkrakassa yvir skattin.
Hetta eru tiltøk, ið vísa, at vit
raðfesta batar til tey ið eru verri
fyri, framum skattalættar til
økta nýtslu hjá tí einstaka.
Hesir skattalættar hava jú við
ført príshækkingar, ið raka øll
og harðast tey ið forvinna
minst. Vit ynska at føra ein
politikk, ið raðfestir samhalds
festi framum sjálvsøkni.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til dorit@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Skattapolitikkurin
hjá samgonguni
Næstu ferð:
Hósdagin skrivar Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur, um tunlar undir heitinum:
Hví góðtaka vit bummgjald
Tíðargreinin
tíðargreinin
Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna
» At teir hanga útreiðsluøkingina uppá hesa
samgongunguna og kallað tað sosialismu, at bara vilja
brúka pengar, má koma undir tað ið vit nevna politik,
væl at merkja tá ið hann er ringastur «
» Andstøðuflokkarnir, serliga Fólkaflokkurin,
brigsla sitandi samgongu, at hon økir útreiðslurnar
við 300 milliónum, hetta er ikki rætt «
» Vit hava samtykt at hækka barnaískoyti til stakar
uppihaldarar, frá 1. september í ár, við 6000 krónum um
árið. Vit fara at hyggja eftir, hvat kann gerast fyri
barnafamiljur ið hava fíggjarliga trong kor. Vit ætla at
avtaka MVG av frukt og grønmeti og vit hava sett
okkum fyri at fáa lagt kringvarpsgjald og sjúkrakassa
yvir skattin «