Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mai 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 99 - 27. mai 2008 Í Dimmalætting fyri tann 21. mai og Sosialinum fyri tann 22. mai trívur Heri Mohr í ymist í sambandi við bókina Eikirøtur, sum kom út tann 14. mai 2008. Tað er at fegnast um, at Heri ger vart við seg so skjótt eftir, at bókin er útkomin. Mangar eru tær bøkur, sum aldrin verða nevndar eftir útkomudagin. Høvundarnir lesa hvønn stav í bløðunum í vón um at nakað verður sagt um ta bók, teir við miklum stríði hava greitt úr hondum, men teir leggja vónbrotnir blaðið frá sær hvønn ein­ asta dag, tí eingin skoytir um at taka teirra verk upp á tungu. So takk fyri, Heri Mohr! Rættingar Tað er greitt, at tað er nógv sum kundi verið øðrvísi í eini bók sum er 462 síður. Eingin er lýtaleysur, og sjálvandi havi eg gjørt beinleiðis feilir og viðhvørt mett skeivt um fløkt viður­ skifti. Tað er altíð spenn­ andi hjá einum høvunda at síggja, hvussu teir gløggu lesararnir leggja merki til slíkt, sum hann ikki sjálvur hevur ansað nóg væl eftir. Nú er ov seint at leggja ein rættingarseðil inn í bókina, men eg skal heita á øll, sum bera eyga við okkurt mistak, um skjótast gjørligt at seta seg í sam­ band við meg og siga mær frá. Mítt telduatsetur er zakarias@post.olivant.fo Umhugsað verður at seta rættingarnar, so hvørt tær koma, inn á frálíku heima­ síðuna hjá Eik. Lesarar kunnu tá hyggja eftir har og rætta villurnar í sínum egna eintaki, ella skriva út ein rættingarseðil at leggja inn í bókina. Skansagarður Heri skal hava tøkk fyri at hann greiðir so væl frá Skansagarði, har fyrsti starvsmaðurin í Færø Amts Sparekasse búði. Hetta er sera áhugavert, og er tað í besta samsvari við tað, sum endamálið hevur verið við bókini: at fáa lesaran til at støðga á og koma at hugsa um eitthvørt samband millum tey sjálvi og hesa 176 ára gomlu fyritøku. Heri hevur nakrar við­ merkingar, og geva tær mær høvi til at greiða frá onkrum ivamáli. Amt Eitt av tí, sum hann førir fram, er at tað er trupult at síggja upprunafrøðiliga sambandið millum orðið amt og gamla orð okkara fyri arbeiðskonu, ambátt. Eg eri ikki málfrøðingur, men til ber at ráðføra seg við fróðarmenn um mangt, sum ein ikki sjálvur veit nóg nógv um. Eg undraðist yvir hvør týdningurin veru­ liga var í orðinum amt, sum er ein partur av navni­ num á tí peningastovni, sum vit fingu her á landi í 1832. Fyri at fáa greiði á hesum máli noyddist eg at hyggja í tvær uppruna­ frøðiligar orðabøkur. Fyrra er Dansk etymolog­ isk Ordbog, sum Niels Åge Nielsen hevur givið út á for­ lagnum Gyldendal í 1966. Har stendur um hetta orð: amt et: “embede, øvrig­ hedsdistrikt”; gammel­ dansk (1100­1500) ammet; lån fra middelnedertysk (1200­1500) amt (også ammet, ambt), af oldsak­ sisk eller gammelnedertysk (800­1200) ambaht “tjen­ este”, modsvarer oldhøj­ tysk (740­1200) ambaht, ambahti “tjeneste, embede, hverv”, tysk Amt “em­ bede”, gotisk andbahti “em­ bede, tjeneste”, oldnordisk embætti “tjeneste”; afledn­ ing til et keltisk låneord, der i gotisk hed and­bahts “tjener”, se under ambassad­e. Um hetta orð stendur: ambassade en (fremmed­ ord); lån fra fransk ambass­ ad­e, der – muligvis igenn­ em italiensk (veneziansk) ambassad­a – kommer af latinsk *ambactiata, afledn­ ing til et latiniseret gallisk ord ambactus “tjener”, egentlig “en der går eller løber omkring”, af amb­ “omkring” og en form hørende til indoeuropæisk *ag­ “drive” (se under ager og sammenlign oprindel­ sen til ordet træl). Dette keltiske ord låntes – som vist flere andre stats­ og privatretlige termini (se arv, ed­, I. fri, gid­sel, rig, rige) – også til de german­ ske sprog: gotisk and­bahts, oldhøjtysk ambaht, olden­ gelsk ambeht “tjener”, oldnordisk ambótt f. “træl­ kvinde, frille” (af *amba­ hto), gammeldansk ambot, ambut “tjenestekvinde”. Jævnfør amt, embed­e. Hin er Íslensk orðsifja­ bók, sum Ásgeir Blöndal Magnússon gav út hjá lærda háskúlanum í Reykja­ vík í 1989. Hann sigur soleiðis um hesi fyribrigdi: ambátt, kvennkyn “ófræls kona, kvennþræll­ ur”; samanber nýnorskt ambått “þerna, vinnu­ kona”, fornsænska ambot, ambut “ánauðug kona”, fornenska embiht kallkyn “þjónn”, fornháþýska ambaht, gotneska andbahts (sama merking), tökuorð úr keltneskum­latíni ambactus “þjónn” (eigin­ lega “vikapiltur” af amb(i) “um, kringum” og rótinni *ag­ “fara, reka” í aka. Nokkur tökuorð úr keltn­ eskum hafa snemma kom­ ist inn í germansk mál, einkum varðandi félags­ hætti, stjórnskipan og málma. Sjá ríkur, ríki (1) og járn; ambátt er skyld embætti og amt (sjá þau). Um hetta síðsta orðið sigur Ásgeir: amt hvörkikyn (16. öld) “umboðsstjórnarsvæði”. Tökuorð úr donskum amt (sama merking) < miðlág­ þýska amt (ammet, ambt), samanber fornháþýska ambaht “þjónn, embætti”. Sjá ambátt og embætti. Full semja er sostatt millum danan Niels Åge Nielsen og íslendingin Ásgeir Blöndal Magnússon um at skyldskapur er millum hesi orð. Heri hevur ráðført seg við ta upprunafrøðiligu orðabókina, sum Politikens Forlag hevur givið út, og har stendur einki skeivt, men er tað heldur ófull­ fíggjað í mun til tær orða­ bøkur, sum eg havi hugt í. Tað er sjálvandi løgið hjá einum, sum er vaksin upp í eini tíð, har amtmað­ urin stýrdi Føroyum sum ein kongur, at skyldskapur skal vera millum orðið amt og ein kvenntræl, men grundtýdningurin av orð­ inum er skilliga, at tann sum hevur eitt amt, er tænari hjá onkrum øðrum. Marin og Móris Heri nevnir eisini, at eg havi skrivað navnið á lang­ abba hansara, sum eisini var langabbi pápa mín, øðrvísi enn tað stendur skrivað í kirkjubókini. Hvussu ringt tað er at hava við nøvn at gera á markamótinum millum føroyskt og danskt sæst eina best av tí, at Heri sjálvur nevnir konu henda mannin, men skrivar hana ikki við tí navni, sum í kirkjubókini stendur. Í kirkjubókini stendur hon at eita Maren, men Heri skrivar sum allir skila­ góðir føroyingar hennara navn á føroyskum og skrivar tí Marin. Hetta er rætti mátin at bera seg at í hesum fløktu viðurskiftum. Vit skulu minnast til, at tá sparikassin varð settur á stovn, vóru eingir skúlar, eingin skuldi hava koyri­ kort ella pass, og vit livdu yvirhøvur í einum sam­ felagi uttan skriftmentan. Kravt var, at donsku prest­ arnir skrivaðu nøvnini á børnunum í eina kirkjubók. Men hon lá krógvað í onkrum skýmaskoti, og eingin sá hana. Tað navnið, ið har stóð skrivað, var ikki brúkt manna millum. Veru­ liga navnið var tað munn­ liga, tað, sum fólk søgdu seg eita, tá tey vórðu biðin um at at siga sítt navn. Í hesum máli havi eg valt somu loysn sum Heri ger. Eg havi spurt hvussu tey í ættini og grannarnir hava kallað henda mannin. Eingin er í iva um, at eins og langomma Hera æt Marin í Hoyvík, so æt húsbóndin Móris í Hoyvík. Svar til Hera Mohr Zakarias Wang Niðanfyri er mín meining um lýsingina hjá Samtak, sum var í Dimmu fríggja­ dagin 25. mai 2008. Lýsingin var á enskum og skrivað til útlendingar, sum arbeiða í Føroyum. Av tí at lýsingin var á enskum, havi eg valt at skriva mína viðmerking á enskum. Dear people behind Samtak I have followed your struggle to get the immigration law improved before it was passed. I must say that I do under­ stand very well, that you are sorry, frustrated and angry over parts of the law. The campaign However, the campaign you now have started with full page ads in English with the sarcastic subject "Welcome, foreign work­ ers" is completely incor­ rectly addressed. It has been addressed directly to the foreigners, who have received a job offer in the Faroe Islands, and who are coming here in good faith. In my opinion the ad is repulsive. In the text, you try to make it sound like you are doing the foreigners a favor by providing some basic information about the labor market. However, what is blatantly obvious to the reader is that the foreign workers are not welcome. By this, I think that you are crossing the limits of decency. People who come here to work legally are not to blame that our politi­ cians haven' t done their homework properly before the law was passed. The foreign workers arrive here eager to start work, eager to meet new people and to experience a new culture. Just as when we travel abroad, just as when we let our children go to other countries to work, educate themselves, etc. etc. Igniting racism I think that the campaign also shows how you are calling for your new colleagues to be frozen out of the Faroese labor market. There is no offer of a membership in any of your unions. I think this is highly inappropriate and embarrassing to witness ­ as a Faroese citizen. I feel that with this cam­ paign you are creating a division between the Faro­ ese people and the foreign workers. In fact, you are igniting racism. Maybe you feel the politicians are to blame and perhaps they are by passing a law that differentiates between Faroese and foreign workers – BUT that is no excuse for a large organ­ ization such as yourselves to jump on the racism bandwagon Address your anger to the politicians I think that you should put an ad in the newspaper and apologize to the foreign workers and guests of our country. Then, continue your fight addressing those who can actually do something about the problem ­ the politicians. Big disappointment When I first read the full page newspaper ad ­ with large flowers in beautiful summer colors ­ I thought that finally there was an ad here which positively addressed all foreigners. After all, they live and work here and they are also making the life on these small islands so much more vibrant. Even bigger was the disappoint­ ment when I read and understood that this was absolutely not a positive ad offering foreigners welcome to our country. The foreigners who come here have no way of knowing the background for this campaign and they can therefore not see the sarcastic undertone of it. Instead the ad comes across as extremely offensive and xenophobic Welcome I am incidentally one of those who enjoy meeting people from around the world in the supermarket, on the streets, etc. It gives me a feeling that even though I live in the Faroe Islands we are a part of the globalized world. In conclusion, I would like to welcome foreigners to the Faroe Islands and I will ask the politicians to solve any issues associated with foreign workers coming here to work. Issues such as Samtak have highlighted. Samtak, hatta er flóvisligt og óvirðiligt - viðmerking til lýsing hjá Samtak Tórshavn Ása andreasen viðmerlingar