týsdagur 27. mai 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 99 - 27. mai 2008 ]
15
viðmerlingar
Grundarlagið undir Skála
fjarðartunlinum liggur í tí
veruleika, at ein tílíkur
tunnil vil stytta munandi
um farleiðina hjá brúkarun
um, sum í dag koyra norð
ur í Sundalagið á veg
millum Skálafjørðin og
Suðurstreymoy – og inn í
Skálabotn á veg millum
armarnar á Skálafjørð
inum. Eisini skapar ein
nógv stytri farleið fyri
taksemi og dynamikk, sum
økið kring tunnilin og alt
landið fáa ágóða av.
Vegna ta nógvu ferðsl
una á hesum leiðum og ta
nógv styttu farleiðina við
einum tunli, samanborið
við leiðina í dag, vil eitt
tílíkt tunnilssamband spara
brúkaranum og landinum
ovurhonds stórar upphædd
ir. Við øðrum orðum hava
brúkarin og landið í nógv
ár goldið ovurhonds stórar
upphæddir meira enn
neyðugt í sambandi við
hesa farleið. Tað kann vera
ilt at siga júst, hvussu nógv
verður vunnið við einum
tunli, men fleiri roknistykk
ir benda á sama borðið – at
nettovirðið á tí samlaðu
sparingini kann gerast
einar stórthundrað milli
ónir krónur um árið, sum
svarar til umleið 10 mió.
kr. um mánaðin.
Gongdin í Skálafjarðar
tunnilsmálinum
Málið byrjaði við, at ein
arbeiðsbólkur saman við
kommununum kring Skála
fjørðin fór undir at fyri
reika eina tunnilsverkætlan
at knýta Skálafjørðin sam
an við Suðurstreymoy og
samstundis at knýta armar
nar á fjørðinum saman.
Fram ímóti ársloki í
2005 gjørdu kommunurnar
avtalu við ein peningastovn
(skjótt kom ein afturat
uppí) um at fremja ætlan
ina í verki, og partafelagið
p/f Skálafjarðartunnilin
varð stovnað til endamálið.
Í januar 2007 læt p/f
Skálafjarðartunnilin lands
stýrismanninum í sam
ferðslumálum umsókn um
at byggja og reka Skála
fjarðartunnilin. Modellið
gongur út upp á, at partar
nir samráðast um og – um
teir kunnu semjast – avtala
treytirnar fyri einum loyvi
frá landinum til felagið at
gera og reka tunnilin.
Eitt tílíkt loyvi nýtist
ikki at vera serliga inn
viklað. Høvuðstreytirnar
frá landinum til felagið
kunnu m.a. fevna um,
hvussu stórur partapening
ur skal teknast í felagið,
hvussu stórt tað árliga
avkastið til partaeigararnar
í mesta lagi skal vera,
áramálið, sum loyvið skal
fevna um, og at felagið – tá
loyvistíðin er runnin og
tunnilin er niðurgoldin –
letur landinum tunnilin til
ognar fyri einki.
Nakrar av høvuðstreyt
unum skulu umsøkjarin og
landsmyndugleikarnir
samráðast og semjast um,
áðrenn loyvið kann verða
latið. Aðrar treytir verða
eisini settar í loyvið enn
tær nevndu, men tær eru
neyvan av so stórum
týdningi, at tað ikki ber til
at semjast um tær.
Hetta er eitt einfalt
model, har tað privata
átekur sær allan fíggjar
ligan váða við at byggja og
reka tunnilin og fær ein
framman undan avtalaðan
vinning fyri at gera tað,
meðan landið áleggur
treytirnar og fær tunnilin
til ognar eina ferð í fram
tíðini – væntandi um eini
2030 ár.
Tá ið landsstýrismaðurin
fekk umsóknina, gjørdi
hann skjótt av og legði
longu tíðliga á vári 2007
uppskot til samtyktar fyri
tingið um Skálafjarðar
tunnilin. Í apríl 2007 sam
tykti ein stórur meiriluti á
løgtingi, at landsstýrismað
urin skuldi taka upp sam
ráðingar við privat felag
(les p/f Skálafjarðar
tunnilin) um treytirnar fyri
at byggja og reka tunnilin.
Úrslitið skuldi so leggjast
aftur fyri løgtingið til
støðutakan.
Frá løgtingsins røðara
palli lovaði landsstýris
maðurin at gera skjótt av,
og hann roknaði við at
koma til eitt úrslit við
samráðingunum longu fyri
summarferiuna.
Men her steðgar alt upp.
Av onkrum óskiljandi
grundum gekk ikki tvey
fyri eitt við samráðing
unum. Sum skilst, royndi
felagið at skunda undir,
men tá summarferian kom,
visti landsstýrismaðurin at
siga almenninginum, at ein
einasti fundur hevði verið
millum partarnar.
Hann undirstrikaði tó, at
tað var ein góður fundur –
hvussu tað so skal skiljast.
Heystið 2007 gekk, uttan
at nakað meira spurdist
burtur úr nøkrum
samráðingum.
So kom løgtingsval, og vit
fingu eina nýggja sam
gongu, sum setti sær fyri at
taka verkætlanina – ikki
einans úr hondunum á
teimum privatu, men úr
hondunum á kommununum
við Skálafjørðin, sum annars
hava arbeitt so tætt saman
øll hesi ár fyri at tryggja, at
verkætlanin kann gerast í
sátt og semju á ein hátt, sum
ikki skapar trupulleikar og
ónøgd kring fjørðin (slóðin
frá øðrum, hóast væl minni
verkætlanum aðrastaðni í
landinum, ræðir okkum).
Tórshavnar kommuna hevur
eisini í boði at koma upp í
felagið, men hevur higartil
ikki ynskt at vera við.
Tað nýggjasta er nú, at
samgongan hevur sett eina
nevnd at arbeiða við máli
num, sum skal koma við
einum tilmæli á ólavsøku
um víðari framferðina.
Tá verða 18 mánaðir
farnir, síðan felagið sendi
sína umsókn inn, 15 mán
aðir farnir, síðan løgtingið
gjørdi sína samtykt og
umleið 13 mánaðir farnir,
síðan landsstýrismaðurin
roknaði við at hava eitt
úrslit klárt burtur úr sam
ráðingunum við felagið.
Alment ella privat?
Grundgevingarnar fyri, at
landið sjálvt vil byggja og
reka tunnilin heldur enn at
lata eitt privat felag gera
tað, kunnu vera fleiri.
Onkur hevur ført fram, at
landið má hava kontroll á
byggingini og rakstrinum
av okkara vegakervi og tí
ikki kann lata eina tílíka
verkætlan upp í hendurnar
á privatum. Henda grund
geving heldur neyvan, tí
landið kann seta allar tær
treytir í loyvið, tað metir
neyðugar. At t.d. Danmark
veitir privatum oljufeløg
um loyvi til at leita eftir og
framleiða olju og gass
heldur enn at gera hetta í
almennum høpi merkir
ikki, at landsmyndugleik
arnir ikki hava tann neyð
uga kontrollin á oljuvirk
seminum í landinum.
Tann veruliga grund
gevingin fyri, at tað møgu
liga kann vera skilagott, at
landið sjálvt ger og rekur
tunnilin, er fíggjarligur. Tí
landið krevur (í prinsipp
inum) ikki nakað avkast á
sínum innskotspeningi í
verkætlanina. Har afturat
kann landið fáa heldur
bíligari lán, tí tað av lán
veitarum verður mett sum
ein tryggari afturgjaldari,
enn eitt privat felag.
Hvussu nógv bíligari ein
verkætlan sum Skálafjarðar
tunnilin kann byggjast og
rekast av landinum, saman
borið við eitt privat felag,
velst sostatt serliga um 1)
hvussu stórt eginpenings
avkastið til eigararnar á tí
privata felagnum skal vera,
og um 2) hvussu nógv
bíligari lán, landið kann
taka, samanborið við tað
privata felagið.
Fyri at kunna seta nøku
lunda eftirfarandi tøl á,
krevst kunnleiki til hesi
bæði viðurskifti.
Kennir Bjørt tey veruligu
tølini?
Fjølmiðlarnir hava gingið
hart á landsstýriskvinnuna
í seinastuni í tunnilsmáli
num, men hon hevur hildið
upp á, at hon vildi hava
eina grundiga og sakkøna
viðgerð av málinum,
áðrenn hon legði nakað
uppskot fyri tað samlaða
landsstýrið og samgonguna
at taka støðu til.
Nú kom landsstýris
kvinnan so við sínum
uppskoti. Tað gongur í
stuttum út upp á at lata eitt
og sama almenna parta
felag byggja bæði Skála
fjarðartunnilin og Sand
oyartunnilin, umframt
avleiddar verkætlanir í
sambandi við Skálafjarðar
tunnilin fyri umleið 200
mió. kr. Í tíðindaskrivi um
dagarnar metir hon, at
hesar verkætlanir “hava eitt
virði” á 1850 mió. kr., har
av virðið á báðum tunlun
um samanlagt er á leið
1650 mió. kr.
Í tíðindaskrivinum
verður hildið upp á, at við
at leggja tunlarnar saman í
eitt partafelag kann landið
sleppa við at seta saman
lagt 50 mió. kr. av á fíggjar
lógini um árið í 10 ár,
meðan tað fer at kosta
landinum í minsta lagi 80
mió. kr. um árið hetta sama
tíðarskeið at byggja Sand
oyartunnilin, um Skála
fjarðartunnilin verður
bygdur privat.
Hvaðani hevur lands
stýriskvinnan hesi tøl?
Sum tíðindaskrivið er
orðað, sær tað út, sum um
tað verður í minsta lagi
300 milliónir kr. bíligari
hjá landinum at átaka sær
váðan av tveimum heldur
enn bara av einum tunli.
Men er tað nú veruliga so?
Hví sigur tíðindaskrivið
einki um, hvat landið
stendur og skyldar, tá hesi
10 árini eru runnin í teim
um báðum dømunum? Er
tað ikki so, at landið tá
framhaldandi stendur og
skyldar eina milliardaupp
hædd, um tað fylgir tilmæl
inum hjá landsstýriskvinn
uni, meðan tað verður
skuldarfrítt, um Skálafjarð
artunnilin verður gjørdur
privat og Sandoyartunnilin
alment?
Kosta Skálafjarðartunn
ilin og Sandoyartunnilin
veruliga “einans” 1650
milliónir at byggja? Taka
hesi tøl t.d. hædd fyri, at
oljuprísurin er tvífaldaður
tað seinasta árið? Kunnu
vit fáa upplýst prísin á
teimum báðum tunlunum
hvør sær, og hvat kostnað
armetingin byggir á? Hvør
skal standa til svars og
gjalda munin, um teir í
seinasta enda kosta nógv
meira – kanska 2 milliardir
ella væl tað? Um tað
skuldi hent, stendur landið
tá ikki og skyldar nærri
tvær enn eina milliard eftir
tey fyrstu 10 árini, um
tilmælið hjá landsstýris
kvinnuni verður fylgt?
Hvør skal gjalda alla
hesa skuld, tá Sandoyar
tunnilin sambært tíðinda
skrivinum neyvan klárar at
gjalda sín egna rakstur,
tíansheldur nakað íkast til
rentur og avdráttir?
Hvørjar avleiddar verk
ætlanir við tilknýti til
Skálafjarðartunnilin kosta
200 mió. kr, og hvat
tilknýti hava tær til Skála
fjarðartunnilin?
Og hvaðani hevur lands
stýriskvinnan tølini frá,
sum liggja til grund fyri
postulatinum um henda
velduga mun á kostnað
inum, um Skálafjarðar
tunnilin verður bygdur
alment ella privat? Hvør er
hesin sakkunnleiki, sum
kann siga landsstýriskvinn
uni, hvat ein privatur Skála
fjarðartunnil veruliga fer at
kosta, uttan at p/f Skála
fjarðartunnilin hevur fingið
nakran møguleika fyri at
koma til samráðingarborð
ið at tosa um hesi viður
skifti, hóast hálvtannað ár
eru liðin, síðan felagið læt
inn sína umsókn?
Tað tykist heldur marg
háttligt, um henda nevndin,
sum nú skal viðgera málið,
skal noyðast at samráðast
við p/f Skálafjarðartunnilin
fyri Vinnumálaráðið fyri at
fylgja boðunum úr løgting
inum og gera nóg haldgóð
ar metingar um, hvat felag
ið veruliga kann gera tunn
ilin fyri. – Skal hon tað?
Skálafjarðartunnilin og
tess brúkarar gíslar
Á ólavsøku verða sum
nevnt 18 mánaðir farnir,
síðan p/f Skálafjarðar
tunnilin læt Vinnumála
ráðnum sína umsókn, og
umleið 13 mánaðir farnir,
síðan landsstýrismaðurin í
samferðslumálum ætlaði at
vera komin upp undir land
við viðgerðini av málinum
um Skálafjarðartunnilin.
Men okkara tunnil er nú
drigin upp í heilt onnur
mál, sum snúgva seg um
aðrar tunnilsverkætlanir,
sum einki hava við Skála
fjarðartunnilin at gera.
Hann skal einans nýtast
sum amboð – eitt mjólki
neyt – at hála pengar
burtur úr til aðrar verk
ætlanir, sum landið annars
ikki metir seg at kunna
gjøgnumføra. At vit brúk
arar skulu bíða í áravís
eftir einum úrsliti, meðan
hundraðtals milliónir
krónur fara upp í royk,
tykist ikki at nerva nakran.
Ella ætlar landsstýris
kvinnan at mótrokna
okkum hesar pengar, tá
endaliga roknistykkið skal
gerast upp?
Um so er, verður skjótt
lítið eftir á botnlinjuni at
flyta yvir til aðrar
verkætlanir.
Eysturoyingar gíslar í tunnilsmálinum
Martin V.
Heinesen