Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mai 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 99 - 27. mai 2008 ] 17 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Mátti bara skriva nøkur orð til tykk­ ara, nú eitt ár er liðið síðani tit bæði doyðu. Tað kann ikki sigast annað enn at sorgin at missa tykkum so brádliga, hevur fylt so nógv í huga mínum, og eg sakni tykkum sáran. Minnist løtuna, sum var hon í gjár, at vit sótu heima hjá mammu og babba 1. hvítusunnudag og bíðaðu spent eftir at síggja tykkum henda góðveðursdag. Børnini runnu runt í gongini, meðan mamma og babba fyrireikaðu tað síðsta til máltíðina, ið vit øll skuldu njóta saman við tykkum báðum.Vit onnur sótu í stov­ uni og bíðaðu. Brádliga hoyra vit ljóðið frá sjúkra­ bilum og heilt náttúrliga tonktu vit: “bara einki er hent nøkrum av okkara kæru”. Á, hvør skuldi trúð, at tað júst vóru tit, mín elskaði abbi og omma, sum vóru offur fyri einari so meiningsleysari ferðsluvanlukku! Havi mangan ynskt, at eg kundi koyrt árið 2007 úr kalendarinum, und­ antikið tá sonur mín, Markus, bleiv føddur. Tá hugurin leitar aftur til barnaár­ ini, vekjast minnini um løturnar sam­ an við tykkum í Fuglafirði, har vit vóru so oftani, sum smágentur. Rósa Maria og eg vóru jú í nøkur ár einastu ommu­ og abbabørnini, ið tit høvdu, og tí áttu vit tykkum bæði fyri okkum sjálvar. Anna og Rita, mostrar okk­ ara, vóru einans nøkur fá ár eldri enn vit, og at vera saman við teimum heima hjá tykkum, gjørdi bara løtuna fullkomna. Omma, eg minnist hvussu tú altíð stákaðist og borðreiddi fyri okkum við heimabakaðum boll­ um, køkum og góðum lystimeti. Á tann hugna, tú skapaði rundan um okkum! Abbi, okkum dámdu so væl at spæla ymisk spøl saman við tær: kortspæl, matador, ludo o.s.fr.. Altíð var tú klárur, tí tær dámdi tað eisini so væl. Tit gjørdu tað møguligt hjá mær, einari havnargentu, at uppliva bygda­ lívið. Minnist hvussu stuttligt tað var at vera við at hoyggja, fletta o.a. Hetta eru minnir fyri lívið. Sum vaksin havi eg havt mangar góðar samtalur við teg, omma. Tú fekst meg altíð til at flenna, tú ballaði onki inn, men segði alt júst sum tað var. Eg elskaði eisini at føla tínar lekru, bleytu kjálkar. Abbi, tær dámdi so væl at diskutera eitthvørt ella samtala um okkurt nýtt sum hendi her heima ella úti í stóru verð, antin tað var á tøkniligum­ ella samfelagsligum støði. Tú helt teg altíð ajour við tí, ið hendi. Skilji ikki, at tit ikki longur eru her hjá okkum, og fari helst ongantíð at skilja tað. Aldri fari eg aftur at hoyra vælkendu røddir tykkara her á foldum, men minnið um tykkum fer altíð at búgva í mínum grátandi hjarta. Ikki kundi ein ynskt sær eina betri ommu og ein betri abba enn tykkum. Unnist mær at gerast omma einaferð fara tit at verða fyrimyndir mínar, sum eg kann hava við í viðførinum til komandi ættarlið. Góða Rosa omma og Ditleif abbi – Takk fyri alt. Durita Míni høgt elskaðu Rosa-omma og Ditleif-abbi 31. mai verður Eilert Mikkelsen, Oman Viðar­ lund í Havn, 80 ár. Eilert fór sum vanligt var tá ið hann var ungur til sjós. Fyrst sum messu­ drongur við “Tjaldrinum”. Síðani fór hann út í stóru verð at sigla við tí danska skipaflotanum. Í 1957 fór hann á Nav­ igatiónsskúlan og tók stýrimansprógv. Skipsfør­ arprógvið tók hann í 1963. Hetta vóru teir fyrstu skipsførararnir, sum tóku prógv í Føroyum. Aftaná tað sigldi hann sum yvir­ maður hjá A.P. Møller. Fyrst sum stýrimaður, síð­ ani sum skipsførari í mong ár, til hann kom til pensiónsaldur og gavst at sigla. Eilert er ógvuliga lítil­ látin, sum ongantíð førir seg fram sjálvur, og bara hevur gott at bera sínum medmenniskjum. Hansara lítillætni ger, at hann ikki vil hava nakað hóvasták gjørt av sær, men eg haldi kortini, at hann hevur uppiborið nøkur orð, nú hann rundar tey áttati árini. Eg minnist hann altíð við hansara lættað sinni og sínum stóra smíli og smittandi látri, sum hann enn kann finna fram, tá ið løtur eru til tað. Fyri ellivu árum síðani hevði hann tað stóru sorg at missa konu sína Jonnu, sum var honum ein góður stuðul. Eilert og Jonna eiga tvær døtur, Guðrun og Hallu, og fýra abba­ børn, sum hann er góður við, og tey við hann, og sum eru honum til stóra gleði. Kæri bróður, tú hevur altíð verið mær ein góð fyrimynd, og eisini verið mær ein góður bróður. Eg gleðist við tær á tínum stóra degi, og ynski tær hjartaliga tillukku. Alt tað besta framyvir. Kærar heilsur Beiggi Føðingardagur Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu, hjálpsemi og stuðul, tá elskaði maður, pápi, verpápi og abbi okkara Magnus Hansen av Sandi andaðist og varð jarðaður. Vit takka fyri blómur, kransar og peningagávur, ið latnar vórðu til kirkjuna. Hjartans tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Herborg Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu okkum samkenslu, tá kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Esther Djurhuus doyði og varð jarðað. Eisini takka vit deild A3 fyri ta góðu røkt og viðgerð hon fekk har. Somuleiðis takka vit tónleikarunum, sum spældu í kirkjuni. Tøkk til prest, sangarar, kirkjutænarar og gravarar, fyri alla hjálp í samband við jarðarferðina. Tøkk til tykkara, sum hjálptu til við ervinum og tøkk til Háskúlan fyri lán av hølum. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til Føroya Symfoniorkestur. Familjunnar vegna Hella, Kristian, Høgni og Elin Andlát og jarðarferðir Torkil Kamban í Havn andaðist í heiminum mikudagin 21. mai, 43 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Havnar Kirkju týsdagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Torkil, kunnu lata børnunum eina peningagávu. Konta í Eik. Kistan við Stinu Høj­ gaard á Toftum fer úr kapellinum á Lands­ sjúkrahúsinum týsdagin kl. 18 í Fríðrikskirkjuna á Toftum. Jarðarferðin verður mikudagin kl. 14. Sungið verður sálma­ bókini. Esther Fuglø, ættað úr Søldafirði, andaðist mikudagin, í Keyp­ mannahavn, 87 ára gom­ ul. Jarðarferðin verður leygardagin 31. mai kl. 11.00 frá Baptist Kirken í Fredrikshavn. Andlát og jarðarferðir