týsdagur 27. mai 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 99 - 27. mai 2008 ]
Ein reyður Simca Étoile
stendur við fullum speedi
og roynir at sleppa um
krappa svingið niðan fyri
barnaheim mítt eina ferð
fyrst í 1960’unum. Í bilinum
situr ein álvarsfullur maður
við kraftigum brillum og
trýstir av dýrastu makt á
speedaran, og loksins kem
ur hann um trupla hornið
og heldur kós sína heimeftir
móti skúlanum.
Ja, soleiðis sá eg Andreas
Thomsen á fyrsta sinni. Vit
skuldu upp í týskum í pre
liminerskúlanum í Fugla
firði hendan dagin. Komin
inn til próvtøkuna situr
maðurin í Simcabilinum
har. Hann tóktist blíðsníðað
ur, spurdi um okkurt, men
lurtaði fyri tað mesta, með
an góði týsklærari okkara,
Jóhan Ellendersen, spurdi
.... og so takkaði hann kur
teisliga fyri avrik mítt, með
an eg bangin fór útum at
bíða eftir dóminum. Avrikið
mundi hava verið hampiligt,
tí løtu seinni kundi eg fara
heim við einum reinum ug,
sum eg oftani seinni ikki
kundi lata vera við at binda
saman við ein spolandi reyð
an Simcabil í svinginum
niðan fyri hús okkara.
At sami Andreas Thomsen
skuldi gerast ein av bestu
vinum mínum og seinni
okkara, tá ið eg fekk konu
og børn, visti eg ikki.
Men soleiðis bleiv.
Seinni fekk eg at vita, at
tú, góði Andreas, longu
heimanífrá bleivst róptur
Andreas í Skúlanum, og
skúlin var alt lív títt. À Tvør
oyri, í Vestmanna, á Glyvr
um, eitt skifti niðri og síðan
til Víkar, har tú líka sum
fórst fyri at taka ferðina av
stórskúlalívi tínum, áðrenn
tú fórst at njóta títt otium í
heimbygdini Oyndarfirði.
Allastaðni bleivst tú kendur
sum ein av teimum skúla
meistarunum, sum kanska
var eitt sindur meira kont
antur við krøvunum til skúl
an, enn nýggja rákið innan
modernaða frálæru legði
upp til. Allastaðni fekst tú
eisini góðar vinir, sum fleiri
eisini so við og við blivu
vinir mínir og okkara
Vit hava nú í skjótt hálv
hundrað ár kenst og eru
komnir til hvønn annan og
hava saman við mongu
góðu vinfólkum okkara ver
ið á ferð úti í heimi, har kos
mopolitturin í tær rættiliga
hevur kent sítt heimabeiti,
sum vit onnur mangan
hava notið gott av, og so
hevur stásiliga heim títt,
Perlan í Oyndarfirði, altið
átt rúm fyri okkum øllum
hesi mongu ár. Her hugsi
eg, at góða vinarlagið rætti
liga hevur víst sítt virði, og
fólk mítt er vorðið fólk títt,
og vinir mínir eru vorðnir
vinir tínir, soleiðis at vit í
felag hava átt eitt ríkidømi
at gleðast um hjá hvørjum
øðrum bæði burturi í stóru
verð og her heima á klettun
um.
Góði vinur tín – og okk
ara Asger Møller, sum nú
ikki meira er millum okk
um, rópti teg ikki av ongum
fyri “Unge Thomsen”, líka
til hann andaðist fyri stutt
um yvir hálvfems ára
gamal.
Hetta
ungdommiliga
lyndi títt, sum kanska ikki
kemur líka væl til sjóndar
fyri øll, hevur millum vinir
gjørt teg til tann okkara,
sum mest tíðarleysur ert far
in um hesi skjótt fimti árini,
vit hava kenst. Títt intellekt
hevur verið av tí slagnum,
sum rúm hevur havt fyri ein
um blandaðum vinarskara,
sum er komin og farin um
gátt tína við eini kenslu av,
at gott vinarlag væl fær ver
ið uttan at hava fyri neyðini
at blíva tanlað og slitið uppá
í heilum.
Tú hevur í øll hesi ár, vit
havt kenst, verið hann, sum
var har, tá ið á hevur staðið
við tínum positiva áhuga, tú
hevur verið á ferð við okk
um um lond, har heimspeki
liga vitan tín hevur loyst
okkara gordisku knútar, tú
hevur eisini á heimabeitinum
verið hann, sum sat við
borð okkara, tá ið okkurt
var at gleðast ella syrgja
um .... og nú fert tú, dag
stevnt tann 28. mei, um tey
áttati uttan yvirhøvir nakr
antíð at hava verið gamal.
Tí fara vit á kempualdar
degi tínum, sum tú hevur
valt at halda hjá góðum vin
um burturi í heimi, at ynskja
tær hjartaliga tillukku, og at
tú framhaldandi enn í mong
ár heldur á at vera tíðarleysi
vinur okkara.
Vit á Bøvegi 16 … og
mong við okkum
Andreas í Skúlanum 80 ár
Sunnudagin 25. mei fylti
Jógvan Sundstein 75 ár.
Jógvan var í eina fjórðings
øld í politiska andglettinum
umframt, at hann var fyrsti
føroyingurin, sum í Føroy
um arbeiddi sum ríkisgóð
kendur grannskoðari.
Jógvan Sundstein er havn
armaður. Foreldrini vóru
Hanna Jensen (á Dul) og
Hans Sundstein, sum í
mong ár var sjómansskúla
lærari. Tey fingu seks børn.
Jógvan var elstur, og so eru
fimm systrar: Margretha
(1935), Agnas (1937), Elisa
beth (1939), Hanna (1940)
og Marjun (1947). Mar
gretha býr niðri, og hinar
búgva í høvuðsstaðnum.
Beinanvegin, tá ið Jógvan
var liðugur við realskúlan,
fekk hann ferilin av, hvussu
turbolent tað kann vera í før
oyska samfelagnum. Í 1952
gjørdist hann næmingur í
Sjóvinnubankanum,
sum
hevði verið og meðan Jógv
an var í bankanum framveg
is var í brotastjógvum. Eftir
bankaútbúgvigina
flutti
Jógvan til Keypmannahavn
ar, har hann í 1958 leyk
prógv í HD í roknskapi, og
fýra ár seinni tók hann
grannskoðaraprógv. Í 1963
varð hannn løggildur grann
skoðari.
Í 1964 fór Jógvan Sund
stein undir egið grannskoð
aravirki í Havnini. Eitt skifti
arbeiddi hann saman við
Paula Ellefsen, og nógvu tey
seinastu árini var tað saman
við Jógvani Amondson og
øðrum, sum nú eiga grann
skoðaravirkið INPACT. Mill
um aðrar almennar uppgáv
ur, sum Jógvan hevur røkt
eru formanssessurin í Før
oya Handilsskúla (1972
1989) og álitissessin sum
semingsmaður.
Jógvan er føddur í 1933.
Hann minnist sostatt væl
krígsárini, og longu tá var
hann áhugaður í samfelags
lívinum og ikki minst tjóð
skaparstríðnum. Hann var
tíðliga sannførdur fólka
floksmaður, og í 1970 var
hann á listanum hjá Eystur
oyar fólkafloksfelag til løg
tingsvalið. Fleiri útskiftingar
vóru á tí valinum, og Jógvan
var millum nýggju løgtings
menninar. Hann umboðaði
eysturoyingar í tvey val
skeið, og frá 1978 og fram
til 1994, tá ið hann ikki
stillaði uppaftur, var Jógvan
valdur á fólkaflokslistanum
í Suðurstreymi.
Eftir ársskiftið í 1975
varð samgonga skipað mill
um Javnaðarflokkin, Tjóð
veldisflokkin og Fólkaflokk
in. Talan var um nýtt sam
starv, og Jógvan var saman
við Atla Dam og Finnboga
Ísakson arkitektur aftanfyri
hesa samgonguna, sum setti
djúp spor eftir seg á so
mongum økjum.
Í hesum samgonguskeið
num og eisini í áttati árun
um mundi Jógvan hava
møguleika at gerast lands
stýrismaður. At hann rak
egið virki, og stóri áhugin
og virðingin fyri lóggávu
valdinum
mundu
vera
orsøkir til, at Jógvan helt
fram sum tingmaður. 1980
84 og aftur eitt skifti í 1988
89 var Jógvan løgtingsfor
maður.
Jógvan hevur onkuntíð
tikið til, at størsta styrkin
hjá honum er, at hann er so
bjartskygdur ella optimist
iskur, og at hetta eisini er
hansara størsti veikleiki. Tá
ið Jógvan í 1989 gjørdist
løgmaður var neyðugt bæði
at vera realistiskur og optim
istiskur. Jógvan var stjórnar
leiðari í tveimum samgong
um 198991. Landið var í
svárari kreppu, og tað sást
aftur í samgongustevinum
millum Fólkaflokkin, Tjóð
veldisflokkin, Sjálvstýris
flokkin og Kristiliga Fólka
flokkin. Tann samgongan
sat frá 18. januar og fram til
22. juni í 1989. 22. juni í
1989 varð samgonga skipað
millum Fólkaflokkin, Sam
bandsflokkin og Tjóðveldis
flokkin. Tann samgongan
helt til 15. januar í 1991.
Eftir valið í november
1990 høvdu Javnaðarflokk
urin
og
Fólkaflokkurin
einsamallir meiriluta í løg
tinginum. Kemiin hevði
altíð passað væl millum
Jógvan og Atla Dam, sála.
Áralagið var gott millum
fíggjarmálaráðharran Jógv
an Sundstein og Atla Dam
løgmann í ivaleyst mest
turbolenta politiska tíðar
skeiðnum í Føroya søgu.
18. januar í 1993 legði
Atli frá sær sum løgmaður,
og longu tríggjar mánaðir
seinni skrædnaði samgong
an, og harvið var skeiðið
hjá Jógvani í landsstýrinum
liðugt. Løgtingsval var 7.
juli í 1994, og tá stillaði
Jógvan ikki uppaftur.
Jógvan er giftur Lydiu
fødd Marsten og ættað úr
Klaksvík. Tey búðu í mong
ár úti í Grønlandi, men fyri
fáum árum síðani fluttu tey
til Danmarkar. Tey búgva í
Slagelse, har dótturin, Ruth,
býr. Lydia og Jógvan eisini
tveir synir – Hans Paula og
Eivind – sum báðir búgva á
flatlondum.
Hóast tey búgva í Dan
mark, so fylgir Jógvan fram
vegis væl við í føroyskum
samfelagslívi, og ikki so
sjáldan ber hann síni sjónar
mið fram her í blaðnum.
J
Jógvan Sundstein 75 ár
nøvn
Dagurin
28. mai. Vilhjálmur,
deyður í 812. Hertogi í
Gascogne í Fraklandi.
Var ein av kempunum
hjá Karlamagnusi
keisara. Tað er um hann,
at Sjóvarbóndin yrkti
kvæðið Viljorm Kornus.
Hann fór í kleystrið inn
at bøta sínar syndir.
Seinni legði hann út
aftur í herstríð, men
halgisøgan sigur, at
hann á gamalsaldri aftur
fór í kleystrið, sum hann
sjálvur hevði grundað.
Upprunaliga týskt navn,
vilji og hjálmur.