Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-27, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mai 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 99 - 27. mai 2008 ] 19 tíðindi Roynt verður nú at finna tann, sum slepti nógvari olju á sjógv norðanfyri Føroyar og tey hava nøkur skip av velja ímillum Oljdálking Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Fyrr í vikuni varnaðist verjuskip­ið Hvidbjørnen ein stóran oljublett í sjónum einar 35 fjórðingar norðan­ fyri Føroyar. Talan var um rættiliga nógva olju, tí bletturin var 10 fjórðingar langur og ein­ ar 100 metrar breiður og tað sást, at tað var nógv olja, tí summastaðni fleyt hon tjukk á sjónum, sigur Løgreglan. Ì hesum sambandi skrá­ setti Hvidbjørnen hvørji skip­ vóru stadd í økinum og hevur handað føroyskum myndugleikum nøvnini á teimum skip­um, sum oljan kann hugsast at stava frá. Talan er um útlendsk skip­ og samstundis tók verjuskip­­ ið eina roynd av oljuni. Seinni er so ein trolari, sum var í økinum um hetta mundi, komin inn í føroyska havn og føroyskir myndug­ leikar fóru so umborð at taka royndir av oljuni umborð fyri at staðfesta um oljan stavaði frá hesum áví­ sa skip­inum. Enn er úrslitið av royndini ikki komin. Johanna Olsen, deildar­ leiðari á Umhvørvisstovuni, sigur, at helst er talan um tungolju ella sp­illolju, men tað er ikki endaliga stað­ fest. Hon sigur, at tá ið fráboð­ anin kom, var ap­p­aratið sett ígongd, fyri at meta um, ant­ in oljan kann reka á land í Føroyum og hvønn skaða hon í so fall kundi gjørt á fugl, annað livandi og náttúr­ una. Men serfrøðingarnir meta, at tað er ósannlíkt, at oljan fer at reka á land og tá ið tað samstundis er ógvuli­ ga kostnaðarmikið at taka hana up­p­, er avgjørt at lata hana liggja. Eydnast at staðfesta, hvaðani oljan stavar, verður tað reist sum ein sak ímóti skip­inum og so gongur tað sína vanligu gongd, tí talan er brot á havumhvørvislóg­ ina. Men hon leggur afturat, at tað er als ikki vist, at tað eydnast at finna skip­ið, sum hevur skyldina av dálk­ ingini. Hóast oljudálkingin er uttanfyri 12 fjórðingar, er talan um føroyskt myndug­ leikaøki og Føroyar eru við í altjóða avtalum á økinum. Johanna Olsen sigur, at tað er ikki ofta, men tað kemur fyri av og á, at tey fáa fráboðanir um oljudálk­ ing og fæst p­rógv fyri, hvør hevur slep­t olju á sjógv, verður málið reist og so fær tað tær avleiðingar, sum lóg­ in ásetur. Seinast tey fingu fráboðan um, at oljudálking, var tað ein fylgissveinamynd, sum avdúkaði at illgruni var um eina oljudálking. Umfatandi samstarv ímillum londini í Norðuratlandshavi hevur ført við sær, at seinastu tvey árini er ránsveiðan munandi minkað, men enn er neyðugt at vera á varðhaldi, er niðurstøðan hjá Tórbirni Jacobsen, fiskimálaráðharra eft­ ir fund millum fiski­ málaráðharrarnar á Malta í hesi vikuni RáðhaRRafunduR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hesi seinastu tvey árini er ránsveiðan í altjóða sjógvi í Norðuratlantshavi minkað munandi. Tað er niðurstøðan á fun­ di á Malta fyrr í hesi vikuni ímillum fiskimálaráðharrar­ nar í londunum í Norðurat­ lantshavi. Fiskimálaráðið sigur í tíð­ indaskrivi, at tað er umfat­ andi samstarvið ímillum londini kring Norðuratlants­ havið og í gjøgnum NEAFC og NAFO um eftirlit, sum hevur elvt til, at ránsveiðan í altjóða sjógvi í Norðurat­ lantshavi munandi minkað. Her er serliga talan um kongafisk í Irmingarhavi og tosk í Barentshavi. ­ Tó eru framvegis neyð­ ugt at vera á varðhaldi og at styrkja samstarvið enn mei­ ra, serliga við lond í Asia og Afrika, har fiskur úr Norðuratlantshavi eisini verður avreiddur. Landsstýrismaðurin í fis­ ki­ og tilfeingismálum, Tór­ bjørn Jacobsen, var við á fundinum á Malta, saman við ráðharrunum úr Kanada, Noregi, Íslandi og Grønlan­ di, umframt umboðum fyri Russland. Verturin fyri fundin í ár var ES kommisserurin fyri fiskivinnumál, Joe Borg, sum sjálvur er av Malta. Stríðið imóti ólógliga fiskiskap­inum hevur staðið við í nøkur ár og nógv fram­ stig eru gjørd, men hetta er ein tilgongd, sum má halda fram. Næstu stigini í hesum arbeiðnum verður at skip­a sp­orføri fyri at avmarka marknaðaratgongdina hjá fiski, sum er fiskaður ólóg­ liga, uttan at leggja forðing­ ar fyri lógliga fiskaðan fisk. ­ Ráðharrarnir staðfestu, at ólógligi fiskiskap­urin í Norðuratlantshavi er ein heimsumfatandi trup­ulleiki. Samstundis sum havnirnar í Evrop­a eru stongdar fyri skip­um, sum fiska ólógliga, verður fiskurin nú avreidd í Vesturafrika og í Asia. Tí er tørvur á at samstarva við fleiri lond og at hjálp­a menningarlondum at styrkja teirra førleika at taka lut í samstarvinum, sigur Fiski­ málaráðið. ­ Ráðharrarnir vóru samd­ ir um at skip­a fyri eini felags alheims ráðstevnu at seta gongd á víðkaða sam­ starvið. Á fundinum á Malta fin­ gu ráðharrarnir eisini kunn­ ing um seinasta nýggja í sambandi við veðurlags­ broytingar og avleiðingar fyri fiskivinnu. Í hesum sambandi greiddi Tórbjørn Jacobsen í stuttum frá um veðurlagsráðstevnuni í Føroyum í ap­ríl og ætlan­ ina at menna granskingar­ dep­il í Føroyum fyri veður­ lag og havgransking. Burðardygg gagnnýtsla av øllum havsins livandi til­ feingi varð eisini umrødd. Í hesum sambandi var kóp­aveiða serliga tikin fram, og londini í Norðurat­ lansthavi, har kóp­ur verður veiddur, gjørdu vart við sína ónøgd um, at ávís ES lond hava sett innflutnings­ bann ímóti kóp­askinnum. Bæði Føroyar og onnur lond rund í Norðuratlantsha­ vi, har burðardygg gagn­ nýtsla av havsúgdjórum hevur stóran týdning, fara at venda aftur til hesar sp­urningar á framtíðar fund­ um á ráðharrastigi. Ein stórur oljublettur var at síggja á sjónum norðan fyri Føroyar í farnu viku og um vikuskiftið tóku tey royndir av oljuni á einum útlendskum trolara, sum var komin í føroyska havn Leita eftir oljudálkara Ránsveiðan í Norðuratlants­ havi munandi minkað Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, og Helga Pedersen, fiskmálaráðharri í Noregi, sluppu eisini ein stimitúr á Malta Fiskimálaráðharrarnir úr Norðuratlantshavinum, frá vinstru: Loyola Hearn úr Kanada, Tórbjørn Jacobsen, úr Føroyum, Einar K. Guðfinnsson úr Íslandi, Helga Pedersen úr Noregi, Joe Borg, ES kommisserur, Alexander Okhonov, umboð fyri Russland og Finn Karlsen úr Grønlandi