Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-27, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mai 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 vinnan Nr. 99 - 27. mai 2008 ka størri nøgdir, men hesar vó­ru ikki til steðgar, tá skip­ ini í felag gó­vust at fiska. Stjó­rin ásannar, at tað er álvarsamt, tá tað ikki longur loysir seg at fiska. ­ At skipini kollektivt gjørdu av at gevast, hevur eisini nakað við tað at gera, at tey fiska av felags svart­ kjaftakvotu, leggur hann aftrat. Tað eru sjey nó­taskip og tvey ídnaðarskip, sum eiga hesa kvotu. Jó­gvan Jespersen veit at siga, at prísirnir á ídnaðar­ fiski eisini hava verið lágir í eitt nú Noregi, so tað er ikki bara í Føroyum, at hes­ ir prísir eru lækkaðir. Vit spurdu eisini stjó­ran í Felagnum Nó­taskipum, um útlit eru til, at tað fer at loy­ sa seg hjá skipunum at fara eftir svartkjaftakvotuni, sum eftir er, seinni í ár. ­ Tað er ó­møguligt at siga í løtuni, soleiðis sum prís­ gongdin á oljuni er. Hetta veldst sjálvsagt eisini um fiskiskap og avreiðingar­ prís, leggur hann aftrat. Nót – síðan trol Sum Sosialurin hevur skilt í morgun, eru flestu føroysku nó­taskipini og kraftblokka­ skipini á sildaveiði norðarli­ ga í íslendskum sjó­gvi. Skipini, sum hava nó­t, royna við nó­t, meðan kraft­ blokkaskipini, Carlton og Næraberg, eru farin at trola. Vit hava eisini skilt, at eingi ár eru eins, men sum summarið gongur, og sildin gerst styggari, plaga øll skipini at partrola, sum eisi­ ni sparir teimum ein part av oljuútreiðslunum. Saksaberg hevur verið á sild í eina tíð, og 23. mai landaði skipið 280 tons av sild í Noregi. Teir seldu fyri 2,64 norskar kró­nur í miðal fyri kilo. Saksaberg, sum eisini hevur roynt eftir sild í føroyskum sjó­gvi, er nú aft­ ur á sildaleiðunum norðan­ fyri. Bílig fiskasløg Tann stó­ri spurningurin í føroyskari fiskiskipavinnu er, hvørji fiskasløg lønandi verður at fara eftir, sum oljuprísirnir hækka. Sum formaðurin í Felag­ num Nó­taskip sigur, er neyðugt við stó­rum nøgd­ um, tá roynt verður eftir teimum bíligaru fiskasløg­ unum – og ikki minst teim­ um, sum landað verða til ídnað. Heldur gongdin í oljuprís­ unum fram, er tað ein stó­rur spurningur, um tað yvirhøv­ ur fer at loysa seg at fiska svartkjaft yvir longri tíðar­ skeið. Hugsandi er, at ver­ tíðin verður styttri, enn hon hevur verið, tí lønandi rakst­ ur bert fer at fáast í vinnuna, tá svartkjaveiðan er best. Ein annar stó­rur spurning­ ur er, hvussu verður við trol­ veiðini eftir upsa, sum tíðin gongur, og oljuprísurin held­ ur fram at veksa. Hetta eru týðandi spurn­ ingar, ið kunnu koma at hava stó­ra ávirkan á fram­ tíðina og samansetingina av okkara fiskiskipaflota. Toskurin, sum er dýrur fiskur, hevur verið illa fyri seinnu árini, meðan upsin, sum er ein nó­gv bíligari fiskur, hevur verið støðugur og samstundis verið grund­ arlagið undir meginpartin­ um av okkara partrolaraflota – og partvíst okkara djúp­ vatnstrolarum. Hugsandi er, at tað kann gerast rættiliga trupult at venda gongdini í okkara ísfiskavinnu, so leingi tosk­ urin ikki í nó­gv størri mun gongur innaftur í fiskiskap­ in. Tað eru ikki bara nótaskipini og kraftblokkaskipini, ið hava tað trupult við at fáa raksturin at hanga saman á ídnaðarveiði. Spurningurin er, hvussu leingi upsaveiðan við troli verður lønandi Mynd: Vilmund Jacobsen Havnar Arbeiðsgevarafelag valt nevnd Jó­hanna á Bergi, Eyðfinn Egholm og Hendrik Egholm eru nýggj í nevndini Fríggjadagin var aðalfundur í Havnar Arbeiðsgevarafelag. Fyri vali stó­ðu Gunnar Mohr, Árni Joensen og Joel undir Leitinum. Hákun Djurhuus ynskti at taka seg úr nevndini. Joel undir Leitinum tó­k sum tann einasti við afturvali og var hann valdur. Afturat honum vó­rðu vald Jó­hanna á Bergi, Eyðfinn Egholm og Hendrik Egholm. Nevndin í Havnar Arbeiðsgevarafelag sær sostatt soleiðis út: Høgni Hansen, Joel undir Leitinum, Jó­hanna á Bergi, Eyðfinn Egholm og Hendrik Egholm. Nevndin hevur ikki skipað seg. á sildaveiði