Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-27, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mai 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 tíðindi Nr. 99 - 27. mai 2008 Meðan bátastevna var í Vestmanna, var ymiskt til undirhalds í ítróttarhøllini, og Jóngerð M. Nielsen, forkvinna í VÍF, sigur, at bygdin hendan frálíka leygardag og sunnunátt minti um eina góða ólavsøkunátt Bátastevna Orð: Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Myndir: Jens Kr. Vang Bátastevnur eru nú ein fastur táttur av føroyska summarinum og stevnunum kring landið. Sum árini eru liðin, eru bátafeløg stovnað, og sigling í stuttleikabáti er vorðin ein nýggjur háttur at hugna sær saman. Tað eru longu fleiri ár síðan, at føroyingar á fyrsta sinni vóru á bátaferð í Noregi, og tá oyggjaleikir vóru í Hetlandi fyri trimum árum síðan, vóru nógvir føroyskir bátar á bátaferð í Hetlandi. Í sjey ár hava vestmenn­ ingar skipað fyri regluligari bátastevnu, og bátastevnan á Toftum hevur nú eisini nøkur ár á baki. Ovastevna, sum liggur nakrar dagar eftir ólavsøku, er eisini vorðin partur av eini bátastevnu. Bátarnir savnast á Eiði fríggjadag, har siglingin suður gjøgnum Sundalagið byrjar. Lagt verður inn í Hósvík, har bátarnir liggja á nátt. Síðan verður stevnt út til Nólsoyar leygardag. Tað eru tó ikki bara báta­ stevnurnar, sum savna bátar og bátsfólk. Regluligu summarstevnurnar, eitt nú norðoyastevna og jóansøka, plaga eisini at savna bátar, um líkindi eru, og tað hava summarfestivalarnir í Gøtu og Klaksvík eisini gjørt. Veðrið avgerandi Jóngerð M. Nielsen, for­ kvinna í VÍF, sigur, at báta­ stevnan í Vestmanna leygar­ dagin eydnaðist serstakliga væl. ­ Veðrið er alt avgerandi, og hesaferð vóru veðurgud­ arnir rættiliga við okkum. Hon sigur, at tað var ógvuliga stuttligt at síggja, hvussu nógv fólk høvdu riggað seg til at koma á bátastevnu. ­ Tað skerst ikki burtur, at ein serstakur hugni og dám­ ur er við bryggjuna á eini slíkari stevnu. Tá suppan, sum stigtakararnir borð­ reiða við, er fingin niður um, ganga fólk millum bátarnar og hugna sær við práti, etandi og leskandi. Hýrurin er góður. Meðan bátastevna var í Vestmanna, var ymiskt til undirhalds í ítróttarhøllini, og Jóngerð vísir á, at bygdin hendan frálíka leygardag og sunnunátt, tá góður dans­ ur eisini var í høllini, minti um eina góða ólavsøkunátt. ­ Fólk gingu aftur og fram í bygdini og millum bátarnar og ítróttarhøllina. Forkvinnan í VÍF sigur, at alt eydnaðist til fulnar, og hetta var ikki minst góð­ ari fyrireiking, góða veðr­ inum og stóru undirtøkuni fyri at takka. Á bryggjuni leygarkvøld­ ið spældu og sungu Sámal Ravnsfjall og Jóan J. Gutte­ sen, og samstundis vórðu búffar grillaðir og seldir teimum mongu vitjandi. Eini 1200 bátafólk og onnur fingu suppu í tjald­ inum á bryggjuni, nógvir búffar vórðu seldir, og uppi í ítróttarhøllini gekk dans­ urin við lokalu tónleikabólk­ unum, Thunderbirds og Bridge, fyri fullsettari høll. Vandin lúrur Til tess at tryggja sær, at eingin datt niður ímillum við bátarnar, var Reyði Krossur á staðnum og helt vakt saman við fólki hjá Sløkkiliðnum í Vestmanna. Jóngerð M. Nielsen ásann­ ar, at tað lúrir altíð ein ávís­ ur vandi, tá so nógvir bátar savnast, og nógv fólk ganga umborð á bátar, millum bátar og framvið bryggj­ uni. ­ Í fyrsta lagi er neyðugt at tryggja seg við neti, so kjansurin at detta niður ímillum gerst minni, og í aðrar mátar er neyðugt, at gott vaktarhald er framvið bryggjuni, sigur hon. Ein drongur datt á sjógvin við fiskavirkið í Vestmanna, har bátar lógu við bryggj­ una, men tíbetur stóðst ikki Ein serstakur dámur er yvir bátastevnum Bátar úr ymiskum heraðs­ hornum stevndu norður í Vestmannasund leygardagin Jóhan Martin Thomasen úr Kvívík og hansara fólk í bátinum Sólgerð Ísbjørnin ikki hótt Guvernørurin í statinum Alaska, Sarah Palin, heldur lítið um avgerðina hjá stjórnini í Washington at seta ísbjørnina á listan yvir djór, sum eru í vanda fyri at doyggja út. Við USA Today sigur hon, at avgerðin er tikin á alt ov veikum grundarlagi, og nú ætlar hon at noyða stjórnina at broyta avgerðina. Sarah Palin sigur, at verður ísbjørnin friðað, fer stovnurin at veksa, og tað kann órógva oljuvinnuna í Alaska, sigur hon við USA Today. Ov nógvar ísbjarnir kunnu órógva oljuvinnuna í Alaska (Mynd: KNR)