týsdagur 27. mai 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 99 - 27. mai 2008
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Verður støði tikið í viðgerðini av málinum um Magnus Olsen,
so kundi hetta viðført, at okkurt felag varð púrasta lensað fyri
spælarar í summarsteðginum
Høgni í Stórustovu
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fríggjadagin boðaði FSF
frá, at felagsskapurin hevði
strammað upp reglurnar
um, nær ein spælari verður
roknaður sum áhuga- ella
sáttmálaspælari.
Fyrst og fremst, so komu
reglurnar sum ein avleiðing
av málinum um spæliloyvið
hjá Magnusi Olsen. Eitt
mál, har B71 ákærdi B36
fyri ikki at fylgja spæli-
reglunum fyri at seta seg í
samband
við
sáttmála-
spælara. Men samstundis
eitt mál, har FSF at enda
staðfesti, at spælarin ikki
kundi roknast sum sátt-
málaspælari, tí talan var um
ein sáttmála, sum ikki
innihelt
nakra
krónu-
upphædd.
Millum
broytingarnar,
sum nú eru gjørdar, er ein
nærri definering av, nær
spælari verður roknaður
sum sáttmálaspælari, og
eru orðingarnar í tíðinda-
skrivinum hesar:
»Í útgangspunkti verður
sagt, at áhugaleikari er
leikari, sum onga pen-
ingaliga samsýning fær fyri
at leika fótbólt, og at
ítróttarútgerð og trygging
ikki
verður
mett
sum
samsýning. Tað vil siga, at
so skjótt sum ein leikari fær
eina
størri
upphædd
í
samsýning enn hann sjálvur
hevur av útreiðslun av at
spæla fótbólt, verður hann
ikki longur mettur at vera
áhugaleikari.
Eisini verður nú staðfest,
at feløg ikki hava loyvi til
at royna at fáa í lag avtalu
við
leikara,
ið
hevur
sáttmála við annað felag,
áðrenn seks mánaðir eru
eftir av sáttmálaskeiðinum.
Loksins stendur í nýggju
reglugerðunum,
at
í
inniverandi kappingarári er
ikki møguleiki hjá leikara
at skifta felag uttan við
góðkenning frá tí felag,
sum leikarin hevur sáttmála
við.«
Gevur B71 rætt
Stóri trupulleikin hjá FSF í
hesum er tó, at allar hesar
orðingar
geva
B71
so
púrasta rætt í teirra páhaldi.
Undan hesum var nevnliga
eingin
definitión,
sum
staðfesti, at fyri at spælari
skal roknast sum sátt-
málaspælari, skal hesin fáa
nakra ávísa upphædd í
samsýning.
Veruleikin var, at B71
hevði FSF-góðkendan sátt-
mála við spælaran. Og
reglurgerðirnar tosaðu fram
til fríggjadagin bert um
spælarar,
sum
høvdu
sáttmála ella ikki.
Staðfestingina um, at tað
ikki er loyvt felag at seta
seg í samband við sátt-
málabundnan spælara fyrr,
enn í mesta lagi seks mán-
aðir eru eftir av sáttmála-
skeiðnum, fáa hvørki FSF
ella B71 brúkt til nakað.
Talan er her um reglu, sum
hevur verið galdandi, síðani
reglugerðin um sáttmála-
spælarar varð samtykt. Og
tað var fyrst og fremst hetta
brotið, sum B71 kærdi um.
Og um nakað, so man
seinasta staðfestingin kenn-
ast heilt absurd hjá B71.
Har verður sagt, at fyri
verandi
kappingarár
er
galdandi, at spælari, sum
hevur sáttmála – har stendur
einki um, hvat slag av
sáttmála – ikki hevur loyvi
at skifta felag, uttan at hetta
hendir við góðkenning frá
verandi felag hansara. Við
øðrum
orðum
,so
er
staðfestingin her, at nýggju
reglurnar ikki koma í gildi
fyrr enn eftir hetta kapp-
ingarárið. Og skuldi ein
líknandi støða komið fyri
aftur í ár, vildi avgevandi
felagið – í hesum føri B71
– havt rættin á sínari síðu.
Magnus broytti reglurnar
Nýggja reglugerðin staðfestir, nær ein spælari kann roknast sum sáttmálaspælari. Tær treytirnar
leyk Magnus Olsen ikki, men vóru nú nýggju skiftisreglurnar galdandi, kundi B71 kortini forðað
honum í at skift til B36
Sosialurin mannar Formula-liðið við teimum spælarum, sum stóðu seg best
í 8. umfarinum av Formula-deildini
liðið
Jákup Mikkelsen (KÍ)
Egil á Bø (EB/Str.)
Fróði Benjaminsen (HB)
Bárður Olsen (EB/Str.)
Alexander Johansen (Skáli)
Pætur Jørgensen (HB)
Alex José dos Santos (B36)
Rodrigo (KÍ)
Ndende A. Gueye (B68)
Ameth Keita (B68)
Andreas L. Olsen (Víkingur)
FSF hevur broytt reglurnar fyri, nær spælari er sáttmálaspæari. Men einamest
staðfestir broytingin, at stendur B71 aftur í líknandi støðu, sum teir gjørdu við
Magnusi Olsen, so kann felagið blokera flytingini