týsdagur 27. mai 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 99 - 27. mai 2008 ]
FSF-forsetin hevur
illa hug at gera við-
merkingar til Aga-
nevndarúrskurðin í
málinum um Magnus
Olsen. Hinvegin
sigur hann, at FSF
má laga seg eftir Aga-
nevndini, og tí broyta
teir nú reglurnar.
Tó við einum lítlum
trygdarventili, so
eingin »Magnus«
verður afturat í ár
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
At málið um spæliloyvi hjá
Magnusi Olsen endaði á
borðinum hjá Aganevndini,
komst av, at FSF í fyrsta
umfari vísti málinum frá
sær. Hetta við grundgeving
um, at spælarin var sátt
málabundin, og at talan tí
var um spurning millum
B71 og B36. Og vildi B71
ikki sleppa manninum, so
var tað støðan.
Úrskurðurin
hjá Aga
nevndini var tó ikki í
samsvari við hetta. Har
varð víst á FIFAreglurnar,
sum áseta, nær ein spælari
ikki longur verður roknaður
sum áhugaspælari, og við
hóast hesar ásetingar ikki
vóru í FSFlógarverkinum,
so staðfesti Aganevndin
hesa rættarstøðu. Hetta við
teirri grundgeving, at FSF
er álagt at fylgja reglunum
hjá
altjóða
fótbólts
samgonguni.
Og tað er við støði í
hesum, at FSF nú hevur
gjørt
nýggja
reglugerð,
sigur FSFforsetin, Høgni í
Stórustovu.
Vit eru noydd at taka
støði í úrskurðinum hjá
Aganevndini, og tað er ikki
okkara uppgáva at seta
spurnartekin við hetta. Tí
hava
vit
gjørt
nýggja
reglugerð, har vit presisera,
nær talan er um áhuga
spælara ella ikki, soleiðis at
feløgini eru greið um hetta.
Forða endurtøku
Men samstundis siga tit, at
reglurnar ikki av álvara
koma í gildi fyrr enn eftir
hetta kappingarárið. Er tað
ikki ein staðfesting av, at
B71 hevði rætt í sínum
páhaldi? Og skinklar rætt
arstøðan hjá feløgunum
ikki, tá fatanin av reglunum
somikið brádliga verður
broytt?
Tað kanst tú siga.
Veruleikin er tó, at vit hava
havt nakrar reglur, og vit
hava havt okkara fatan um,
hvussu hesar hava virkað.
Tá Aganevndin, sum er
omanfyri okkum í so máta,
hevur eina aðra fatan, má
hendan takast til eftirtektar.
Tí vit mugu virða valds
bygnaðin innan FSF.
Hinvegin hava vit við
hesi reglugerðini tryggjað,
at eitt líknandi mál ikki
hendir aftur í ár. Verður
støði tikið í viðgerðini av
málinum
um
Magnus
Olsen,
so
kundi
hetta
viðført, at okkurt felag varð
púrasta lensað fyri spælarar
í summarsteðginum. Spæl
arar, sum felagið annars
helt seg hava sáttmála uppá.
Og tí vandanum hava vit nú
forðað fyri.
Sp/f Ítróttavedding
hevur útlutað meira
enn 9 milliónir
krónur í veddingar
pengum til barna- og
ungdómsarbeiði í
Føroyum. Hetta er
ein góð hálv millión
meira enn í fjør
Vedding
tíðindaskriv
Størsta
krónuupphædd
nakrantíð av veddingar
pengum er útlutað til barna
og
ungdómsarbeiði
í
Føroyum. Á ársaðalfundi í
Sp/f Ítróttavedding sunnu
dagin varð samtykt at lata
tilsamans 9,1 mió. kr. í
veddingarpengum.
Upphæddin í ár er hin
størsta, ið higartil er útlutað.
Vit fegnast um at kunna
lata so mikið nógv í
veddingarpengum, tí vit
vita
av
royndum,
at
pengarnir koma sera væl
við hjá móttakarunum",
sigur Petur Elias Petersen,
stjóri í Sp/f Ítróttavedding.
Í fjør vórðu 8,5 mió. kr.
útlutaðar í veddingarpeng
um frá Sp/f Ítróttavedding.
Upphæddin, sum verður
lutað út, skiftir eitt sindur
frá ári til árs, alt eftir hvussu
ídnir føroyingar eru at
vedda og spæla hjá Danske
Spil.
Petur
Elias
Petersen
heldur, at ein orsøk til
størru upphæddina í ár er,
at spælandi og veddandi
føroyingar
eru
vorðnir
meira tilvitaðir um, at
veddingarpengar
hjá
Danske Spil koma før
oyskum virksemi til góða.
Pengarnir
fara,
sum
vanligt er, til Ítróttasamband
Føroya
(ÍSF),
Føroya
Ungdómsráð
(FUR)
og
Mentamálaráðið
(MMR).
Hetta eru partarnir, ið varða
av barna og ungdómsarbeiði
í landinum. Ársins vedding
arpengar
verða
býttar
soleiðis millum móttakar
arnar: Mentamálaráðið og
Føroya Ungdómsráð fáa
1.819 tkr. hvør, og ÍSF fær
5.457 tkr.
Má ikki
henda aftur
- Vit hava ikki annað væl
enn at akta Aganevndina,
og so mugu vit smíða
okkara reglugerðir eftir
hesum, sigur FSF-forsetin
Metstór
veddingarupphædd
Heðin Mortensen var ein av drívmegunum, tá føroyingar fingu lut í donsku
veddingarpengunum. Hesa ferð var seinasta ferðin, at hann tók ímóti stóra kekkinum vegna ÍSF
Børge stjórnar Tórsvølli
Poul Michelsen boðaði longu fyri einum ári síðani frá, at
hann tá var farin undir seinastu setu sína sum formaður fyri
Tórsvøll. Poul hevur øll árini verið valdur sum umboð fyri
Tórshavnar Kommunu, og nú nýggj nevnd skuldi veljast,
skuldi nýtt umboð finnast fyri Havnina. Nýtt er kanska
dekan ov nógv sagt, tí valið fall á Børge B. Hansen. Børge
hevur øll árini verið ein av høvuðsmonnunum handan
Tórsvøll, og hann hevur eisini átt sín sess í nevndini sum
umboð fyri landsmyndugleikarnar.
Arnbjørn heim uttan sáttmála
Toppskjúttin í Formuladeildini, Arnbjørn Hansen, vandi í farnu viku
við superligaliðnum hjá OB, sum leitar eftir einum málskjútta. Tað
spurdist tó eingin sáttmáli burtur úr hjá Arnbjørn Hansen. Hann er
ein góður spælari. Nú hugsa vit eitt sindur um tað, og so seta vit
okkum í samband við umboðsmannin hjá honum. Men tað er ikki
soleiðis, at vit vilja gera sáttmála við hann beinanvegin, sigur Lars
Olsen, venjari hjá OB, við heimasíðuna við bold.dk. Teir í EB/Streymi
fegnast helst um, at Arnbjørn Hansen ikki fer nakran veg beint nú.
Sunnudagin skoraði Arnbjørn sigursmálið í toppdystinum ímóti HB.