Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-27, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mai 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

lýsingartilfar lýsingartilfar Ætlar tú at keypa bil, bjóða vit tær fígging og trygging um eina leið. Tú fert beint inn á bilasøluna, har tú fært landsins bíligastu og skjótastu fígging beinanvegin. Í somu vending avgreiða vit tryggingina. Tú fært lykilin og koyrir avstað. Kongabrúgvin, Postboks 329, FO-110 Tórshavn, Tel 345600, Faks 345601, tf@trygging.fo, www.trygging.fo sansir.fo Lyklaklár fígging og trygging til bilin Oxford Street er størsta handilsgøtan í Europa við sínum 300 handlum savnaðum á einari tveir og ein hálvan kilometrar langari gøtu. Her er alt, sum nakar kann ynskja sær, og fyri allar peningapungar. Fyri tann, sum elskar at keypa, er Oxford Street eitt satt parad­ ís. Tveir og ein hálvur kilometr­ ar og 300 handlar við alskyns út­ boði til allar smakkir og til allar peningapungar. Oxford Street er ein av høvuðs­ gøtunum í London og ein av fjølgongdastu gøtunum í Europa samstundis sum hon er tættast bygd av handlum. Gøtan hevur navnið frá tí at hon er ein partur av gamla London – Oxford Road, sum byrjar við New­gate í City of London. Gøtan gongur tveir og ein hálvan kilometrar frá Marble Arch í landnyrðingshorninum av Hyde Park gjøgnum Oxford Cir­ cus til St. Giles’ Circus við vega­ mótið Charing Cross Road og Tottenham Court Road. Eystureftir verður gøtan til New­ Oxford Street fram til High Holborn. Oxford Street verður skorin av øðrum gøtum so sum Park Lane, New­ Bond Street og Regent Street. Vestanfyri Marble Arch verður Oxford Street til Baysw­ater Road. Síðani koma vit til Notting Hill – sum er ódeyðiliggjørt av filminum av sama navni, har Julia Roberts og Hugh Grant hava høvuðsleiklutin – fram við Holland Park Avenue til tað verður til Uxbridge Road við Shepheard’s Bush Roundabout. Við Uxbridge verður gøtan aftur til Oxford – London Road allan vegin til Oxford. Gøtan fylgir rutuni av eini romanskari gøtu, via Trinobanti­ na, sum bindur saman Hampshi­ re við Colchester og gjørdist ein av høvuðsgøtunum inn og út úr London. Millum 12. øld og 1782 var gøtan kend sum Tyburn Road (eftir ánni Tyburn, sum rann beint sunnan fyri og nú liggur undir sjálvari gøtuni), Uxbridge Road, Worcester Road og Oxford Road. Rutan gjørdist illa gitin, tá hon varð nýtt av fangum, á seinastu ferð teirra frá New­gate fongslinum til gálgarnar í Tyburn nærhendis Marble Arch. Umleið 1729 gjørdist gøtan kend sum Oxford Street. Seint í 18. øld keypti Jallurin av Oxford stór umráði kring Oxford Street og menti tey. Økið gjørdist vælumtókt við undirhald­ arum so sum tikara­venjarum og grýluspæli, og við undirhalds­ hølum sum Pantheon. Upp gjøgnum 19. øld gjørdist gøtan kend fyri mongu handlarnar. Í Oxford Street finnur tú mong stór vøruhús og mangar høvuðshandlar fyri størri ketuhandlar umframt hundraðvís av smærri handlum. Tað er størsta handilsumráðið í London, tó at tað ikki er hvørki dýrt ella »fashionabelt«. Tað er partur av einum størri shoppingøki við Regent Street og Bond Street og aðrar smærri gøtur nærvið. So er túí London, og dámar tær at shoppa, so er Oxford Street staðið. Puntur nr. 7 Oxford Street – paradís fyri powershopparar