týsdagur 27. mai 2008síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 94 - 20. mai 2008
Parliament Square
Í útsynningshorninum av Palace of Westminster í London liggur
Parliament Square. Tað umfatar eitt rættiliga stórt grønt øki við trøum
móti vestri og eina røð av standmyndum mitt í. Bygningar, sum finnast
harum vegir, eru Westminster Abbey, St. Margaret’s, Westminster,
Middlesex Guildhall, 100 Parliament Street, við fíggjarmálaráðnum og
Toll og Skatt. Standmyndirnar í Parliament Square eru fyri tað mesta av
vælkendum statsmonnum so sum Winston Churchill, Abraham Lincoln,
Robert Peel, Lorde Palmerston, Jan Christian Smuts, Derby, Disraeli og
George Canning. 29. august 2007 var ein níggju fót høg standmynd av
Nelson Mandela reist í Parliament Square, tí Westminster City Counsil
hevði noktað fyri, at hon varð reist á Trafalgar Square. Standmyndin varð
avdúkað av Gordon Brown, forsætismálaráðharra, framman fyri Wendy
Woods, einkjuni eftir Donald Woods, anti-apartheid forkempara og
fyrrverandi bretska sjónleikaranum og lívlanga vini Woods, Lord
Attenborough.
36 lýsingartilfar
TLF. 28 00 96
ELLA 28 00 97
FOROYACARE@EMAIL.FO
FAX: 31 90 96
Strendur 447154 · Tórshavn 35 71 54
Rein
føroysk
ull!
Norðoya Kunningarstova · Varpabrúgvin 1 · 700 Klaksvík
Tlf 456939 · Fax.456586 · info@klaksvik.fo