Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-27, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mai 2008síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 94 - 20. mai 2008 lýsingartilfar Føroysk sendistova í London Føroyska sendistovan í London hevur ikki so mong ár á baki. Hon varð sett á st.vn í 2002 og fyrsti sendimaðurin var John Rajani. Undan tí høvdu Føroyar eina sendistovu í Aberdeen, har Sofus Poulsen var føroyskt umboð í mong ár. Í dag fylgja føroyingar rákinum hjá øðrum londum, har siður er at skifta sendimenn út eftir stutt áramál, í føroyska førinum er tíðin trý ár. Og tað merkir so, at starvstíðin hjá Sigmundi Isfeldt er úti í summar. - Í øðrum londum er tað vanligt, at sendimenn verða sendir runt til ymsu sendistovurnar. Harvið verður bygd upp ein servitan innan uttanríkisráðið, tí tú fær sendimenn, sum kenna til øll øki, har landið hevur sendistovur, sigur Sigmundur Isfeldt. Føroyska sendimanninum dámar væl í London, sum hann heldur er ein spennandi býur. Men har er eisini nógv viðurskifti at seta seg inn í, og hann metir, at man sum nýggjur má nýta eini tvey ár, áðrenn man kennir til alt viðkomandi á staðnum. - So persónliga haldi eg, at trý ár er í minna lagi. Tað kundi saktans verið eitt ár longri, sigur Sigmundur Isfeldt. 37 Tel 35 00 35 . hvonn@hvonn.fo . www.hvonn.fo VIKUBLAÐIÐ Stikk  Sv  Tórshavn www  NÝTT!!! Opin Skipstroyggja Design: Katrin Haraldsen, tex.des. Havamøblar kr. 4.000,-