Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mai 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 100 - 28. mai 2008 Onki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt og tann høgi oljuprísurin kann gera at vit fáa eina skilagóða tillaging í fiskiflotanum, heldur løgmaður FiskiFlotin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Støðan í fiskiflotanum er ómetaliga trupul. Tað staðfestir Jóannes Eidesgaard, løgmaður. Í løgtinginum í gjár varð orðaskifti um tórføru støð- una, sum fiskivinnan nú er komin í, nú oljan er blivin so dýr. Men Løgmaður staðfestir samstundis, at onki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. - Ivaleyst vil hetta føra við sær, at ein skilagóð til- laging hendur, sigur Jóann- es Eidesgaard. Tað var Johan Dahl, løg- tingsmaður, sum vildi hava at vita um samgongan ætlar at gera nakað við støðuna í fiskivinnuni, ella um ætlan- in bara er at standa til. Sjálvur nevndi hann møguleikan at geva skipum loyvi at hagreiða og frysta fiskin umborð og hann nevndi eisini møguleikan at landsstýrið samráðist við onnur lond um toskakvotu, eitt nú íslendingar. Sjálvur heldur Johan Dahl ikki, at tað er rætt at lata sum einki og at lata helvtina av flotanum fara. Men hann tosar ikki um studning, men heldur um ymsar tillagingar, eitt nú at royna at fáa eini 5000 tons av toski undir Íslandi. Skrúva við ongum enda Løgmaður ásannar, at støðan í fiskiflotanum er ómetaliga tórfør. Ein lemmatrolari brúkar einar 6000 litrar av olju um dagin og tað svarar til 35000 krónur í útreiðslum, men ein framúr góður fiski- dagur gevur ikki meiri enn 50.000 krónur. - Tí fæst ikki samanhang- ur í raksturin. Men hann staðfestir, at samgongan fer neyvan at lata stuðul til fiskiflotan, tí tað er ein skrúva uttan enda og fer bara at halda lív í skipum í fíggjarligari neyð og tað Annars er ætlanin at geva tveimum lemmatrolarum loyvi at partrola fyri at vita um tað ber til at lækka útreiðslurnar. Kaj Leo Johannesen heitti á landsstýrið at kanna eftir, hvørja skipan grøn- lendingar hava, tí har kostar oljan ikki meiri enn gott helvtina av tí, hon kostar í Føroyum. Løgmaður sigur, at so vítt hann veit, keypa grønlend- ingar olju til eina ársnýtslu ísenn og tað ger at teir hava olju fyri ein prís, sum var galdandi fyri einum ári síð- ani, men afturfyri verður næsta keyp so mikið dýr- ari. Hann ivast í um tað ber til at rista eina toskakvotu í Íslandi úr ermuni, tí teir hava sjálvir skert toskakvot- una munandi. Arbeiðsbólkur kanna málið Løgmaður ásannar, at tað eru ongar lættar loysnir, men eitt stig á leiðini kundi verið, at landsstýrið og vinnan setti ein arbeiðsbólk at kanna eftir, hvørjar gongdar leiðir eru, sigur Løgmaður. Hann ivast ikki í, at hetta kemur at føra nakrar tillag- ingar í flotanum við sær og tær kunnu vera skilagóðar. Men vit skulu framvegis hava ein flota, sum er nóg stórur og fjølbroyttur til at halda fiskiskapinum, vinn- uni og landsins inntøku uppi. Hann heldur, at tað hevði verið átrokandi at fingið eitt politiskt kjak um trupulleikan í fiskivinnuni. - Hetta er trupulleikin, sum hevur veruligan týdn- ing, men í politikki hava vit lyndi at kjakast um alt møguligt annað, legði hann afturat – og helst sipaði hann her til tunlar. Tórbjørn Jacobsen, lands- stýrismaður í fiskivinnu- málum staðfestir, at lands- stýrið fer á ongan hátt at blanda seg upp í raksturin, men fer at lata marknaðar- lógirnar ráða. Hann heldur ikki, at politikarar eiga at forða fyri eini tillaging í fiskiflotan- um við at lata skipunum stuðul og halda lív í teimum soleiðis. Ongin studningur Kaj Leo Johannesen sigur, at tað er hart at siga tað, men tað eru nettupp búskap- arligu marknaðarlógirnar, sum verða ein partur av loysnini. - Tað er so einfalt: Tað, sum ber seg, tað ber seg ikki og vit mugu undir ong- um umstøðum lata studning aftur. Hinvegin mugu vit hava betri marknaðaratgongd fyri at fáa virðið á okkara útflutningi upp. Jørgen Niclasen, ávarar ímóti, at hetta kann enda við at alt inntøkugrund- arlagið hjá samfelagnum fer fyri bakka. Hann mælti til at gera royndir við at virka fisk umborð á skipum og at avtaka avmarkingar fyri handli við loyvum, burtur. - Skal flotin laga seg til, má hann hava so fríar karmar, sum gjørligt, men har er lógin ov trong. Annars mælti hann til at landsstýrið fær londini í Norðuratlantshavi at hava eina felags støðu til spurn- ingin um studning, so at ongin fer at lata studning. Jacob Vestergaard helt, at tað er ov bíligt at siga, at tað, sum ikki kann standa, tað skal falla, so at flotin onkusvegna endurreisir seg sjálvan. - Vit mugu gera okkum nakrar hugsanir um, hvussu vit fáa tilfeingið til høldar. Eisini Kári P. Højgaard mælti til at seta ein arbeiðsbólk at vita, hvussu vit koma burtur úr hesum. Bill Justinussen ásannaði, at higartil eru so ongar tillagingar gjørdar, men tað verður helst neyðugt. Men tað mest umráðandi hjá hesi samgonguni er at hava styrki til at lata vinnuna gjøgnumføra hesar tillagingar, sigur løgtings- maður fyri Miðflokkin. Jákup Mikkelsen helt, at vit mugu gera útrokningar sum vísa avleiðingarnar av, at flotin verður lagdur. Tórbjørn Mikkelsen stað- festir, at tað ber til at fiska 100.000-120.000 tons undan Føroyum, men avbjóðingin er at seta flotan soleiðis saman, at hann er best førur fyri at taka hendan fiskin úr sjónum. - Besti mátin at endurreisa fiskivinnuna er at endur- byggja fiskastovnarnar. Gerhard Lognberg spurdi um tíðir ikki kunnu koma, har samfelagið noyðist at lata stuðul. - Tað er ikki altíð at stuðul er av tí ónda, segði hann. Av teimum mongu løgtingslimum, sum høvdu orðið, var tað bara Gerhard Lognberg, sum luftaði tank- an um at lata fiskiflotanum stuðul, annars vóru tinglimir úr øllum fokkum ímóti tí. Høgi oljuprísurin eisini til gagns fyri fiskiflotan Løgtingið er ikki sinnað at lata fiskiflotanum studning. Teir vilja heldur, at skip, sum ikki bera seg, fara á heysin, soi at flotin kann laga seg til tær roytt umstøðurnar Savnsmynd Kjósa Ársins borgara Í døgunum 30. mai – 1. juni verður skipa fyri stórun mentanartiltaki í Sørvágs kommunu. Tiltak av hesum slag hevur ongantíð fyrr verið í kommununi. Sørvingar fara fyri fyrstu ferð í søguni at kjósa Ársins borgara. Tað er ein bólkur av sørvingun, sum hevur tikið stig til hetta stóra tiltak, og ætlanin er, at hetta skal verða afturvendandi. Á mentunarvikuskiftinum verða tað áhugaverdar listaframsýningar. Listaframsýningarnir verða í Sørvági, Bø, Gásadali og Mykinesi. Áhugavert tiltak verður eisini í fimleikarahøllini við tónleiki og hugleiðingum um at vaksa upp í Sørvági. Gestir verða Pál Weihe, Jóan Pauli Joensen og Marna Jacobsen. Tónleikinum standa Martin Joensen, Jóan Jakku Guttesen og Magnus á Stongum fyri. Nógv onnur tiltøk eru eisini á skránni. X-Factor á Skarv Leygarkvøldið verður eitt brak av einum kvøldi á Skarv, tá føroyski X- factor vinnarin í Íslandi, Jógvan Hansen, vitjar. Í Føroyum er Jógvan best kendur sum góða songrøddin í Aria og Kularrótum. Við sær á pallin hevur hann íslendingin Vignir Vigfusson, sum m.a. hevur verið við til at komponera íslandska Melodi Grand prix sangin ”If I Had Your Love”, sum varð framførdur av Selmu Björnsdóttir í finaluni í Kiev 2005. Eisini Pætur við Keldu, sum er best kendur fyri at hava luttikið í donsku Melodi Grand Prix finaluni í 2002, kemur at vitja á Skarv leygarkvøldið.