Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mai 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 100 - 28. mai 2008 Fyri fyrstu ferð síðani løgtingsvalið í 1958, hevur Tjóðveldi tingfólk úr gamla Vága valdømi – og fyri fyrstu ferð hevur ein flokkurin á tingi meiriluta av kvinnum LØGTINGIÐ Eirikur Lndenskov eirikur@sosialurin.fo Tá Løgtingið kemur saman í morgin, hósdagin 29. mai, verður skrivað søga hjá Tjóðveldinum og hjá ting­ inum sum heild : Sólfríð Fjalsbak úr Mið­ vági tekur sæti á tingi fyri Olaf í Garði Joensen, sum hevur biðið um farloyvi. Fyrsti tingmaður fyri Tjóðveldi var D. P. Daniel­ sen úr Miðvági, sum varð valdur í Vága valdømi í 1950, og hann sat á tingi til 1958, tá hann ikki stillaði uppaftur. Síðani hevur Tjóð­ veldi ikki havt umboð úr Vágunum, og Sólfríð Fjals­ bak verður sostatt bæði fyrsta tjóðveldiskvinna úr Vágunum á tingi og fyrsta tjóðveldisumboð úr Vágun­ um í hálva øld. Sama dag tekur Óluva Klettskarð úr Haraldssundi sæti á tingið fyri Páll á Reynatúgvu, sum hevur biðið um farloyvi. Óluva hevur verið á tingi áður hesa tingsetuna – og tað er eisini søguligt, at Tjóðveldi hevur tvey fólk úr Kunoynni á tingi, nevni­ liga Óluvu Klettskarð og Heina O. Heinesen. Meðan Sólfríð Fjalsbak og Óluva Klettskarð eru inni, hevur Tjóðveldi 5 kvinnur á tingi av átta ting­ limum. Hetta er sostatt fyrstu ferð, at ein av flokkur hevur meiriluta av kvinnum á Føroya Løgtingi. SPEKT statsaut. revisorar Correspondent Firm of KPMG International a Swiss Cooperative SPEKT stataut. revisorar Spf. spekt@spekt.fo, www.spekt.fo Staravegur 17, Postsmoga 3258 110 Tórshavn, Telefon 34 34 34, Telefaks 34 34 35 Heiðavegur 15, Postsmoga 190 600 Saltangará, Telefon 474 474, Telefaks 474 475 SPEKT søkir grannskoðarar Um tú hevur áhuga í saman við okkum at veita føroyska vinnulívinum og øðrum fíggjarliga og vinnuliga ráðgeving, samstundis sum tú mennir tínar førleikar á hesum økjum, so er hetta rætta starvið til tín. SPEKT statsaut. revisorar Sp/f grannskoða, veita roknskaparhjálp og ráðgeva í skatta- og vinnuviðurskiftum. Hjá SPEKT starvast 28 fólk. Trý teirra eru statsaut. revisorar og ein er løggildur grannskoðari. Vit arbeiða millum annað fyri einstaklingar, handilsfyritøkur, ídnaðarfyritøkur, kolvetnisfeløg, reiðaravirki, peningastovnar, fíggingarstovnar, kommunur og almennar stovnar. SPEKT statsaut. revisorar Sp/f eru tilknýtt altjóða KPMG-kervinum av grannskoðarum og ráðgevingarvirkjum. Starvslýsing Arbeiðið fevnir um grann- skoðan, roknskaparhjálp og eina røð av øðrum tænastum til føroyskar og útlendskar privatar fyritøkur innan fl est allar vinnugreinar, eins og til kommunur og almennar stovnar v.fl . Vit leggja dent á, at tú ert fryntlig/ur, hugagóð/ ur og fús/ur at leggja orku í hetta avbjóðandi starv. Ávís tíðarskeið er neyðugt at arbeiða uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Hetta er serliga fyrru helvt av árinum. Tað er ein fyrimunur, men ikki ein treyt, at tú hevur royndir innan grannskoðan og/ella bókhald og hevur HH-prógv ella líknandi útbúgving. Útbúgvingin Umframt at fáa hollar arbeiðs- royndir gjøgnum dagliga arbeiðið fært tú eisini eina ástøðiliga útbúgving við tað at tú fylgir HD-undirvísingini á Føroya Handilsskúla. Tú fært eisini innanhýsis undirvísing hjá okkum og hjá KPMG í Danmark. Framtíðarmøguleikar Aftaná lokið HD-prógv hevur tú møguleika fyri at halda fram at útbúgva teg við at taka cand.merc.aud. útbúgv- ingina, sum er neyðug fyri at gerast løggildur grannskoðari. Á henda hátt kanst tú hava eitt spennandi arbeiði, sam- stundis sum tú fært eina holla ástøðiliga útbúgving. Møguleikarnir at menna tínar førleikar hjá SPEKT eru tí sera góðir. Umsóknin Umsókn við upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til okkara skjótast til ber ella í seinasta lagi 10. juni 2008. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Árna Ellefsen á tel 34 34 34 ella 23 34 84 ella við at skriva teldupost til aellefsen@spekt.fo Allir fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði. Fyrsta tjóðveldis- umboð í fimmti ár Løgmaður hevur nú tikið stig til at seta nevndina, ið skal arbeiða við tunnilsmál­ inum. Nevndin skal gera til­ mæli um, hvussu verk­ætl­ anirnar viðvíkjandi Eystur­ oyar­ og Sandoyartunlinum skulu skipast. Harafturat skal nevndin mæla til, hvørji stig landsstýrið eigur at taka viðvíkjandi løg­ tingslógini um fast sam­ band millum Sandoy og Streymoy og samtykta upp­ skotið um at fyrireika fast samband millum Skála­ fjørðin og Suðurstreymoy. Nevndin skal koma við sínum tilmæli á Ólavsøku. Nevndin verður mannað av landsstýriskvinnuni í vinnumálum, landsstýris­ manninum í fíggjarmálum og tveimum umboðum fyri hvønn samgonguflokk. Landsstýriskvinnan í vinnumálum verður for­ kvinna. Løgmaður hevur í dag biðið samgonguflokkarnar um at tilnevna síni umboð. Nevnd verður sett at arbeiða við tunnilsmálinum Sólfríð Fjalsbak