Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mai 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 100 - 28. mai 2008 RættaRmál Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Ein 68 ára gamal maður varð í Føroya Rætti í gjár dømdur í einum máli um blygdanarskemd móti abbadóttir sínari. Dómurin var 60 dagar treytað fong­ sulsrevsing í tvey ár, umframt at ákærdi skal rinda sakarmálskostnaðin. Harumframt skal Kriminal­ forsorgin taka støðu til, um maðurin skal í psykiatriska viðgerð. Maðurin varð funnin sek­ ur í at hava gjørt seg kynsliga inn á nú 15 ára gomlu abbadóttur sína gjøgnum fimm ár, frá tí, at gentan var 9 ára gomul. Hann varð dømdur fyri, í 40­50 førum, at hava følt uppá gentuna uttan á klæðunum, millum annað á bringuna, afturpart­ inum og í neðra, umframt at hava noytt hana at kyssa seg á munnin. Ákærin legði dent á, at hendingarnar eru farnar fram skipað og við jøvnum millumbilum gjøgnum fleiri ár. Eisini varð mett at tætta familjusambandið herðir umstøðurnar, tí børn eiga at kunna líta á abba sín. Sambært ákæranum eru hendingarnar farnar fram heima hjá gentuni frá 2002­ 2007. Abbin ringdi framm­ anundan fyri at kanna um gentan var einsamøll, og tryggjaði hann sær, at tey vóru eina. Ofta fekk gentan tó stundir til at ringja eftir onkrari vinkonu, tí hann gjørdi onki, um nakar var hjá. Filmurin slettaður Málið kom fram, eftir at flokkurin hjá gentuni hevði havt sexualundirvísing við heilsusystrini á skúlanum. Har varð eisini nortið við spurningin um siðamisbrot. Gentan og tvær vinkonur hennara settu seg aftaná í samband við heilsusystrina, sum síðani fór víðari við málinum. Bæði heilsu­ systurin og vinkonurnar, harav onnur eisini er abba­ dóttir ákærda, vitnaðu í rættinum í gjár. Genturnar greiddu mill­ um annað frá, at tær høvdu roynt at fáa til vega prógv ímóti manninum. Einaferð krógvaðu vinkonurnar seg aftanfyri sofuni í stovuni heima hjá gentuni, har tær filmaðu brotsverkini við einari fartelefon. Men av onkrari orsøk vórðu upp­ tøkurnar slettaðar av tele­ fonini og kundu tískil ikki nýtast í rættarmálinum. Abbin, sum er einkjumað­ ur, noktaði seg sekan, og segði seg ikki skilja, hví genturnar komu við slíkum ákærum. Hann tóktist ikki hava stórt álit á gentunum. Tær komu av og á niðan til hansara í fríkorterinum at læna vesi, og hann visti, at tær høvdu verið inni hjá sær, tá ið hann var úti. Millum annað tí markørurin á telduskíggjanum var fluttur og at heimasíður við sexuellum tilfari lógu í bjálkanum á teldu hansara. Ákæri og verji Tað var fyrst og fremst vitnisfrágreiðingin hjá abbadóttrini, sum lá til grund fyri dóminum. Ákærin vísti á, at vitnis­ frágreiðing hennara, sum varð latin fyri læstum hurð­ um, var somikið neyv, at bara ein sum hevði upplivað tað, kundi endurgeva tað. Ákærin kravdi 3­4 mánaðir fongsulsrevsing, ella í minsta lagi, at maðurin varð dømdur psykiatriska­ og sexologiska viðgerð. Verjin kravdi harafturímóti frídøming, og segði, at vitnisfrágreiðingin hjá gent­ uni kundi ikki brúkast sum avgerandi prógv. Eisini metti hann, at gentan átti at verið før fyri at sagt frá mótvegis abbanum, tí hon tóktist vera ein sterk genta. Eisini helt hann tað vera løgið, at videoupptøkurnar av hend­ ingunum vóru slettaðar. Dómurin Dómarin tók støðið í grein 232 í revsilógini, sum umfatar blygdanarskemd. Hendan grein gevur í mesta lagi 4 ára fongsul. Maðurin varð dømdur 60 daga treytaða fongsulsrevsing í tvey ár. Tað merkir, at revs­ ingin tekur við, um maðurin brýtur lógina komandi tvey árini. Eisini varð hann dømdur at rinda sakarmáls­ kostnaðin á 8.500 kr. + mvg. Dómarin læt tað upp í hendurnar á Kriminalfor­ sorgini at taka støðu til, um maðurin skal í psykiatriska viðgerð. Verjin og tann dømdi bóðu rættin um umhugsunartíð í mun til um málið skal kærast. Abbi dømdur fyri blygdanarskemd Nógv fólk møttu upp til rættarmálið í Føroya Rætti í gjár; bæði vitni við familjum og familja hjá ákærda Mynd: Rigmor Dam 68 ára gamal maður var í Føroya Rætti í gjár funnin sekur í at hava gjørt seg inn á abbadóttrina 40-50 ferðir yvir fimm ár. Maðurin noktaði seg sekan Nyrup stillar ikki uppaftur Poul Nyrup Rasmussen, fyrrverandi forsætisráðharri og floks­ formaður, fer ikki at stilla upp, tá val verður til Evropatingið næsta ár. Hann sigur, at hann ætlar sær at fáa meiri tíð til síni næstu og til at virka fyri teimum sinnissjúku. ­ Eg fari sjálv­ andi at gera mítt arbeiði í Evropatinginum liðugt, men aftan á tað vil eg hava betri møguleikar at ráða mær sjálvum, sigur Poul Nyeup Rasmussen við DR. Poul Nyrup Rasmussen fyllir 65 í næsta mánað. Nógv á eftirskúla Í ár hava ikki færri enn 333 grønlendskir ung­ dómar søkt um at sleppa á eftirskúla í Grønlandi. Sum er er bara pláss fyri 80 næmingum, men landsstýrið hevur samtykt at útvega 174 pláss afturat. Høli eru funnin, og nú verður so roynt at loysa spurningin um lærararnar. Gongst sum ætlað, byrja umleið 250 næmingar í eftirskúlun­ um í Grønlandi í august. Herumframt byrja um­ leið 400 grønlendskir ungdómar á eftirskúla í Danmark í august.