mikudagur 28. mai 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 100 - 28. mai 2008
Hundaframsýning á Argjum
Hundaeigarafelag Føroya skipar komandi leygardag fyri hundasýning og hundaframsýning í Argja
Skúla. Fyri fyrst er talan um eina sýning fyri hundum uttan ættartalvu. So um tú eigur ein rasureinan
hund, ið ikki hevur ættartalvu, ber til at møta við honum á staðnum leygardagin og sýna hann fyri
dómarinum Svend Løvenkjær. Dómarin metir hundin eftir sokallaðum FCI – standardi. Byrjað
verður kl 15.00. Tá sýningin av hundum uttan ættartalvu er av, verður kapping ella sokallað skue
av hundum við ættartalvu. Sum nakað heilt nýtt verður skipa fyri Barn- og hundsýning. Hendan
sýningin er ætlað børnum 15 ár og yngri. Her skulu børnini vísa hundin fram, so væl sum tey megna.
Dómarin metir síðani um, hvussu væl hesi bæði samstarva. Tey, ið saman hava bestu sýningina, vinna
kappingina. Kappast verður í ymiskum bólkum. Babybólki, hvølpabólki, unghundabólki, opnum
bólki, seniorum og veteranum. At enda verður sokallaða Best in Show kappingin, har allarbestu
hundarnir kappast um at gerast vakrasti hundur á hundasýningini.
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nøkur skip, sum annars
góvust við at fiska svartkjaft
herfyri, tí veiðan loysti seg
ikki, eru nú farin á sild
norðanfyri.
Enn liggja tó tvey av pel
agisku skipunum bundin
við bryggju í Fuglafirði.
Tað eru bæði skipini hjá
Framherja, Høgaberg og
Fagraberg.
Loysa ikki
Anfinn Olsen, reiðari, sig
ur, at felagið ongar ætlanir
hevur um at senda skipini
útaftur fyribils.
Vit kundu farið á sild,
sum nøkur av hinum skip
unum longu eru farin, men
vit hava heldur valt at bíða.
Sildin er rak hesa tíðina av
árinum eftir gýting í vár.
Nú er hon farin útaftur at
søkja sær føði og gerst sum
frá líður í betri holdum.
Reiðarin vísir á, at so høg
ir, sum oljuprísirnir nú eru,
er dýrt at gera royndir, sum
kanska kunnu miseydnast.
Nei, vit fara ongan veg
nú. Fyribils hava vit ætlanir
um at lata skipini liggja í
rúma tíð aftrat, meðan bíð
að verður eftir, at sildin
gerst betri í holdum.
Anfinn leggur aftrat, at
ymisk viðurskifti kunnu
gera, at skipini kortini loysa
aftur fyrr enn ætlað, men
lítið er, sum bendir á hetta í
løtuni.
Hetta veldst eisini um
fiskiskap og prísútlit, sum
tíðin gongur, sigur hann.
Teinurin av fiskileiðunum
til marknaðin er langur, og
tí er neyðugt, at veiðan er
hampiliga góð, samstundis
sum neyðugt er at fáa lík
inda prís fyri fiskin.
Anfinn sigur, at hann
higartil hevur frætt lítið um,
hvussu gongur hjá skipun
um á sildini norðanfyri,
men hann hevur skilt, at
sildin hevur staðið so djúpt,
at trupult hevur verið at
fingið fatur á henni við
nót.
Betri at bíða?
Okkurt árið herfyri varð før
oyska sildakvotan uppfisk
að, tá leið út á heystið, og tá
royndu reiðaríini at fáa
myndugleikarnar at loyva
skipunum at fiska ein part
av kvotuni til árið eftir.
Tí spurdu vit Anfinn
Olsen, um hann heldur, at
skipini kanska skuldu bíðað
við at farið á sild, til fiskurin
er í betri holdum.
Nei, tað havi eg onga
viðmerking til, og eg dugi
heldur ikki at siga, um tað
er óheppið, at skip eru farin
á sild longu nú.
Hann vísir á, at skipini
eru ikki eins fyri, tá ræður
um køling. Onkur skip hava
betri køling enn onnur, og tí
heldur fiskurin sær eisini
betri til marknaðin.
Ein orsøk til, at skipini
royna við nót nú í byrjanini,
er ivaleyst, at tá kann sildin
sleppa ætini úr sær, áðrenn
hon verður tikin umborð.
Meðan sildin gongur í nót
ini, forbrennur hon ætuna í
maganum, og soleiðis held
ur fiskurin sær betri til
marknaðin.
Hann sigur, at ein máti hjá
skipunum er at royna við
nót, og síðan at royna tað
seinasta døgnið við troli.
Í fjør gjørdu onkur skip
hampiliga góðar túrar á
marknaðinum í Skagen, har
tey kanska seldu fyri einar
3 miljónir krónur.
Reiðarin ásannar, at túrar
upp á 500600 tons av sild
loysa seg slett ikki, so dýr,
sum oljan nú er vorðin, og
teinurin av fiskileiðunum
til marknaðin er langur.
Soleiðis kann árið í ár
ikki samanberast við árið í
fjør, nú prísmunurin á oljuni
fyri hvønn litur er meira
enn 2 krónur, sigur Anfinn.
Ongar royndir
Reiðarin á Høgabergi og
Fagrabergi sigur, at tað er
ómøguligt hjá reiðaríunum
at taka kjansir og gera
royndir við verandi oljuprís
um.
Vit kunnu taka eitt til
vildarligt dømi. Pelagisku
skipini eiga eina kvotu av
hestamakreli í ESsjógvi,
men eingin torir at gera slík
ar royndir. Vit hava ongantíð
roynt hesar møguleikar, men
onkur skip vóru á rossa
makreli fyri árum síðan. Tað
tekur eini trý samdøgur at
sigla hvønn vegin, og við
verandi prísum brúka skipini
fyri einar 100.000 krónur í
olju um døgnið. Hetta merk
ir, at bara í sigling báðar
vegir kosta oljuútreiðslurnar
reiðaríunum einar 600.000
krónur. Verður leitað á leið
unum, og eingin fiskiskapur
spyrst burtur úr, er skjótt, at
ein roynd av slíkum slagi
kostar
reiðaríunum
eina
heila miljón krónur, sigur
Anfinn, sum soleiðis vísir á,
at tað er dýrt at leita, og tað
er vorðið rættiliga dýrt at
gera royndir.
Høgaberg og Fagraberg on
- Norðhavssildin, sum gýtir um várið,
er nú farin út aftur at søkja sær føði,
men enn er hon heldur rak. Tað er so
kostnaðarmikið at taka kjansir og gera
royndir, nú oljan er so dýr. Tí er ikki
væntandi, at okkara skip loysa aftur
fyribils, sigur Anfinn Olsen, reiðari á
Høgabergi og Fagrabergi
- Hava vit ikki fingurin væl á
pulsinum, nú marginalarnir í
pelagisku vinnuni eru smáir,
er skjótt at missa peningin
burtur aftur, sum vit hava
tjent, sigur Anfinn Olsen,
reiðari
Mynd: Vilmund Jacobsen