Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mai 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 100 - 28. mai 2008 Eldur í Laxfossi Seinnapartin í gjár vóru boð eftir sløkkiliðinum í Reykja­ vík, tí eldur var kyknaður umborð á farmaskipinum Laxfossi, sum lá við bryggjuna. Eldur var komin í nakrar káplar í maskinrúminum, men tað gekk rættiliga skjótt at fáa tamarhald á støðuni. Av tí at Laxfoss er eitt rættiliga stórt skip, fór eitt væl mannað og væl útgjørt sløkkilið oman á bryggjuna. Tað vísti seg kortini, at eldurin var lítil, hóast roykurin var nógvur. Mannskaði var eingin. Søgusavnið nærri veruleiki Søgusavnið í Vestmanna sum ferðavinnufyritøkurnar Vestmanna Tourist Centre og Skúvadal hava arbeitt við, er nú komið eitt stórt stig nærri at gerast veruleiki. Framtak hevur gjørt íløgu í Skúvadal Spf, og kapitalinnspræningin skal brúkast til at fullføra ætlanina um Søgusavnið. Í Søgusavninum fara tey vitjandi á ein livandi hátt at uppliva persónar úr Føroya Søgu, eitt nú Sigmund Brestisson, Trónd í Gøtu, Anniku í Dímun, Húsfrúnna í Húsavík og Skælings­ bóndan umframt fleiri aðrar. Persónarnir eru tilevnaðir úr silikoni, og sigast má, at teir líkjast sera nógv veruligum fólki. Við einum oyrnalurti fær tann vitj­ andi søguna sagda á sínum tungumáli. Fyrstu tveir søguligu persónarnir eru longu komnir til Føroya. Tað hendi eftir at ein prototypa av Bresti, pápa Sigmunds, og Havgrími, banamanni hansara, komu til savnið í fjør. Sløkkiliðið brynjaði seg væl, tá eldur kom í Laxfoss Mynd: Vísir ngan veg fyribils Tað eru reiðaríini, sum bera oljuna við pelagisku skipunum, og tí er skjótt, at tú gerst eina miljón krónur fátækari. Svartkjafturin Vit spurdu eisini reiðaran, um tað kanska er hugsandi, at tað slett ikki fer at loysa seg hjá pelagisku skipunum at fara aftur á svartkjaft, nú eini 15.000 tons framvegis eru eftir av føroysku felags­ kvotuni. ­ Tað veldst um trý ting, um tað fer at loysa seg ella ikki at fara aftur á svartkjaft ­ veiði, fiskaprís og sigling (oljunýtslu). Hann sigur, at tá skipini í felag góvust at fiska, var lønsemi ikki longur í veiðini eftir stórar príshækkingar á olju, lækkandi fiskaprísir og minkandi fiskiskap. ­ Vit vita ikki, hvussu gongdin í oljuprísunum verður, men heldur prísurin fram við at hækka, sum útlit eru til, er avgerandi, at siglingarleiðin ikki er ov long, samstundis sum prís­ urin á ídnaðarfiski má hækka. Reiðarin hevur heft seg við, at prísirnir á ídnaðar­ fiski hjá Havsbrún í Fuglafirði sum heild hava verið lægri seinastu tíðina enn prísirnir, sum skipini hava fingið í Íslandi. Í blaðnum í gjár segði stjórin í Felagnum Nótaskip, at prísirnir á ídnaðarfiski í Noregi ikki hava verið stórt øðrvísi enn prísirnir, sum Havsbrún hevur latið. Ikki hall Hóast gongdin hjá okkara flaggskipum, sum pelagisku skipini mugu sigast at vera, ikki teknar seg so væl, sum undanfarin ár, væntar Anfinn Olsen, reiðari, kortini ikki, at flotin fer at geva hall í ár. ­ Men hava vit ikki fing­ urin væl á pulsinum, nú marginalarnir eru so smáir, er skjótt at missa peningin burtur aftur, sum vit hava tjent, sigur hann. Makreltíðin er um heyst­ ið, og vanliga er besta tíðin hjá pelagisku skipunum í oktober. Hóast nøkur skip longu eru farin á sild, liggja Fagraberg (mynd) og Høgaberg á Fuglafiðri og fara væntandi ikki til fiskiskap aftur fyribils Mynd: Ingve Olsen Norðhavssildin er rak hesa tíðina av árinum eftir gýting í vár. Nú er hon farin útaftur at søkja sær føði og gerst sum frá líður í betri holdum Mynd: Mourits M. Joensen Mánadagin landaðu fýra ísfiskatrolarar í Klaksvík, og teir vóru allir fullir und­ ir lúkurnar. Megin­ parturin av veiðini var upsi, ein lítil partur var hýsa Fiskivinna Vimund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Upsafiskiskapurin hjá ís­ fiskatrolarunum, sum royna undir Føroyum, hevur verið góður seinastu dagarnar. Soleiðis hevur í hvussu er verið hjá nøkrum av skipun­ um, sum leggja veiðina upp í Klaksvík Fullfermd skip Mánadagin landaðu fýra trolarar í Klaksvík, og allir høvdu fingið uppí eftir at hava roynt í umleið eina viku. Navarin og Borgarin høvdu umleið 400.000 pund. Av veiðini var 20.000 pund hýsa, restin var upsi. Safir og Smaragd, sum eisini landaðu í Klaksvík í mánadagin, høvdu umleið 280.000 pund, og hjá teim­ um var at kalla øll veiðan upsi. Trol og gørn Í gjár var eingin landing í Klaksvík, men seinni í hesi vikuni vænta tey ísfiskatrolararnar Fjals­ hamar og Nónhamar, sum tá hava verið úti í umleið eina viku. Pól Fuglø, landingarfor­ maður, sigur, at Ågot, sum roynir við svartkalva­ gørnum, helst eisini kemur inn at landa hósdagin ella fríggjadagin. Onkan dag er nógv at gera við bryggjukantin á Kósini; aðrar dagar er einki. Tað eru treytirnar í fiskivinnuni Mynd: Vilmund Jacobsen Fullfermdir partrolarar í Klaksvík