Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mai 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 100 - 28. mai 2008 Miðlahúsið var fult av spentum og erpnum foreldrum í gjárkvøldið, tá ið Bo Isholm, stjóri á Tórshavnar Musikk­ skúla, handaði fimm føroyskum, ungum tónleikarum tær virðislønir, tey høvdu vunnið á Berlingske Tidendes klassisku tónleikakapping í Keypmannahavn í apríl. Katja Bolovels, ið er tvørfloytulærari á Tórshavnar Musikk­ skúla, framførdi við sínum næmingum eina konsert til frama at heiðra vinnararnar TÓNLEIKUR Bjørk Olsen Bjork@sosialurin.fo Berlingske Tidende helt árligu klassisku tónleika­ kappingina vikuskiftið 12. og 13. apríl í Keypmanna­ havn. Børn og ung undir 17 ár luttóku í kappingini, og fimm teirra vóru úr Føroyum. Bæði 2. og 1. virðisløn vóru latin før­ oysku unglingunum, har ein teirra, Uni Hentze, ognaði sær stórstu virðis­ lønina áljóðandi 10.000 kr., ið bara tann mest heimilaði tónleikarin fær. Bo Isholm, stjóri á Tórshavnar Musikk­ skúla, handaði í gjárkvøldið tær fimm virðislønirnar í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Vinnararnir fingu blómur og steyp, ið varð sent úr Danmark. Vanliga fáa vinn­ ararnir steypini í Tivoli eina tíð eftir kappingini, men tað ber illa til hjá føroying­ um at ferðast aftur fram fyri skúla og arbeiði. Tískil gjørdi Bo Isholm av, at nógv skuldi gerast burtur úr føroysku vinnarunum. Bo Isholm setti sjálvur tiltakið við einari vakrari røðu, og síðani framførdu næming­ arnir hjá Katju Bolovels eina vakra tvørfloytukonsert í høllini í Miðlahúsinum. Tónleikalærararnir hjá før­ oysku luttakarunum hava hjálpt og stuðlað teimum nógv undan kappingini, greiðir eini vinnarin, Birita G. Mortensen frá. Vinnararnir takkaðu lær­ arunum við blómum og gáv­ um, og nøkur gleðistár fullu. Berlingske Tidendes klassisku tónleikakapping Kappingin byrjaði longu í byrjanini av sjeytiárunum og hevur tískil verið ein stórur íblástur í danska tónleikaheiminum hjá ungum. Síðan er tað eisini vorðið so hjá føroyskum ungum, ið hava áhuga fyri tónleiki. Er unglingurin yngri enn seytjan ár, ber til hjá honum at luttaka í kappingini. Kappingin hevur ikki fyri eygað at finna tann dugnaligasta tónleikaran, men heldur at geva teimum ungu íblástur og venjing. Næstan øll, ið luttaka, fáa eina virðisløn. Triðju, aðru og fyrstu virðisløninar eru býttar rættiliga javnt í millum unglingarnar. Síðan eru nøkur fá, ið fáa eina gull­ medalju. Lærarar á kongliga danska konservatorium­ inum vóru dómarar og gjørdu sjálvir av, hvør fekk hvørja virðisløn; og hvussu nógv fingu. Mánadagin 19. mai var síðan konsert á Tivolis Kon­ certsal í Keypmannahavn, har størsta virðislønin, talent­virðislønin, var hand­ að. Talentvirðislønin verður ikki givin fyri bestu fram­ førsluna, men til tann ung­ lingin, ið hevur bestu før­ leikarnar at menna seg víð­ ari, og føroyski Uni Hentze myndaði hesar førleikar. Vinnararnir Tað er annað árið, føroysku luttakararnir hava verið við, og teir hava allir megnað at fingið eina hægri virðisløn í ár. Rúni Hentze og Birita G. Mortensen fingu bæði tvey aðru virðislønina í fjør, men bæði teirra hava ment seg nógv síðan seinastu kappingina, greiða tey bæði frá, ið errin sita við fyrstu virðislønini í hondunum. Rúni hevur spælt trompet í seks ár, og Birita hevur spælt euphonium í níggju ár. Elin Jacobsen, Natasha á Lofti Gren og Anna á Váli Smith fingu 2. virðislønina, men hesar hava eisini ment seg nógv síðan seinast, tí tá fingu tey 3. virðislønina. Anna spældi eina solo­ framførslu á sínari cello, meðan Natasha og Elin spældu tveyeini á tvør­ floytum. Natasha og Elin hava báðar spælt tvørfloytu í fimm ár. Tey fýra greiddu frá, at tey høvdu einki samband við dómarnar og høvdu tí onga hóming av, hvussu varð dømt. Ikki fyrr enn tey vóru heimafturkomin á flogvøllin vesturi í Vágun­ um, stóðu foreldur og vin­ fólk við góðu tíðindunum, og tá lætnaði fyri teimum. Berlingske Tidende handar føroyskum unglingum virðislønir Rúni Hentze, Birita G. Mortensen, Natasha á Lofti Gren og Anna á Vali Smith sita uttan fyri Miðlahúsinum við vinnarasteypunum frá klassisku tónleikakappingini hjá Berlingske Tidende. (Anna á Vali Smith vantar á myndini) Ráðstevna í Grønlandi Per Stig Møller, uttanríkisráðharri, og Hans Enoksen, landsstýrisformaður, vænta sær nógv av ráðstevnuni um tað arktiska økið, sum byrjar í Ilulissat í Grønlandi í dag. Har skulu umboð fyri Danmark, Grønland, Noreg, Russland, Kanada og USA tosa um, hvussu tey skulu skipa viðurskiftini í póløkinum. Øll londini krevja ræðisrætt til partar av póløkinum, sum kann fáa stóran búskaparligan týdning sum olju­ og fiskileið, nú ísurin minkar. Minni av sildreka Úrslitið av teirri stóru hvalateljingini í fjør vísir, at væl minni var at síggja av sildreka á íslendska landgrunninum enn í 2001, tá hvalateljing eisini var. Havrannsóknarstovnurin sigur, at í fjør vórðu millum 10.000 og 15.000 sildrekar skrásettir ímóti 43.000 í 2001. Íslendsku lívfrøðingarnir siga, at nógv minni lodna var í 2005 og 2006, og at hvalurin tí ikki fekk so nógva føði sum árini frammanundan og kanska hevur leitað sær aðrastaðmi eftir føði.