Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mai 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 100 - 28. mai 2008 13 Stutt Sagt Olmert fekk pengar í hondina Skuldsetingarnar um fíggjarligt óreglusemi regna oman yvir ísraelska forsætisráðharran, Ehud Olmert. Í gjár greiddi amerikanski ríkmaðurin Morris Talinsky rættinum í Tel Aviv frá, at hann hevði latið valgrunninum hjá Olmert 150.000 doll­ arar. Spurdur, hvussu hann hevði goldið pening­ in, svaraði maðurin, at Olmert hevði fingið teir í hondina. Morris Talinsky er amerikanskur jødi. Hann segði, at hann hevur alla tíðina hildið nógv av Olmert, og at hann gav honum pengarnar, tá Olmert stillaði upp til borgarstjóravalið í Jeru­ salem í 1993 og 1998. Hinvegin avsannaði hann, at hann hevði fingið nak­ að afturfyri, og tað hevði hann heldur ongantíð ætlað sær, segði hann. Fekk grið men ov seint Í 1922 varð avstraliumað­ urin Colin Campbell døm­ dur til deyða og hongdur, eftir at rætturin hevði dømt hann sekan í at hava neyðtikið og myrt eina 12 ára gamla gentu. Colin Campbell noktaði seg sek­ an, og hóast onnur vitn­ aðu, at hann hevði ikki verið á drápsstaðnum, tá gentan bleiv neyðtikin og myrd, bleiv hann dømdur sekur. Í rættinum legði ákæruvaldið fram nøkur hár, sum løgreglan hevði funnið á teppinum heima hjá Campbell, og sum sambært løgregluni stav­ aðu frá teirri 12 ára gomlu Onnu Tirschke. Nú hava DNA­kann­ ingar staðfest, at hárini vóru ikki av Onnu Tirsch­ ke. Tí hevur Colin Camp­ bell fingið grið ­ 86 ár ov seint. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -Russland og USA eru ikki deyðsfíggindar longur, og tí ætli eg mær at tosa um avvápnað, verði eg forseti (John McCain) útlond Í dag eru 60 ár, síðani altjóða manna­ rættindasáttmálin varð samtyktur, men sambært Amnesty International er langt á mál Í sambandi við 60 ára dagin hevur Amnesty Internatio­ nal almannakunngjørt eina nýggja frágreiðing, og har fáa heimsins stjórnarleið­ arar av grovfílini. Sagt verð­ ur, at leiðararnir mugu taka leiðsluna í mannarættinda­ arbeiðinum, at fólk fram­ vegis verða pínd ella illa viðfarin í minst 81 londum, at fólk verða órættvíst dømd í minst 54 londum, og at í minst 77 londum hava fólk talufrælsi. Amnesty International sigur, at 2007 var merkt av fólksliga bardaganum fyri mannarættindum, ið til dømis fór fram millum munkar í Myanmar (Burma) og advokatar í Pakistan. Men árið í fjør var eisini merkt av, at stjórnir í vesturheiminum vístu seg at vera máttleysar og trekar at taka sær av nøkrum av heimsins mest álvarsomu mannarættindakreppum. Ófriðurin og yvirgangurin í Darfur, Zimbabwe, Gaza, Irak og Myanmar krevja, at farið verður til verka á altjóða støði alt fyri eitt, sigur felagsskapurin. Mugu ganga undan Amnesty International áva­ rar um, at størsta hóttanin móti mannarættindunum er fráveran av einari felags alheimsvisión og einari alheimsleiðslu. ­ Órættvísi, ójavni og revsifrælsi eyðkenna heim­ in í dag. Men 2008 umboð­ ar ein søguligan møguleika fyri at fara nýggjar leiðir og vraka trongskygda politikk­ in, sum seinastu árini hevur gjørt heimin til eitt meira vandamikið og syndrað stað. Ráðandi londini mugu vísa seg sum fyrimyndir og ganga á odda, segði Irene Khan, aðalskrivari, tá frá­ greiðingin varð løgd fram. ­ Heimsins stjórnarleið­ arar avsanna veruleikan. Hesin atburður kostar dýrt. Sum Irak og Afghanistan hava víst okkum, eru mann arættindatrupulleikar ikki einstaddir sorgarleikir. Teir eru sum virus, sum kunnu spjaðast skjótt, so vit øll koma í vanda, segði Irene Khan. (Kelda: AI, Føroya deild) Altjóða samfelagið fordømir avgerðina hjá burmesiska stýrinum at halda Aung San Suu Kyi í húsavarðhaldi Aung San Suu Kyi skal sita í húsavarðhaldi í Rangoon í seks mánaðir afturat ­ fyri­ bils. Ta avgerðina tók hernað­ arstýrið í Burma í gjár. Aung San Suu Kyi hevur sitið í húsavarðhaldi uttan steðg síðani tann 30. mai í 2003, og tilsamans hevur hon verið í húsavarðhaldi í 12 ár síðani 1990. ST, ES og USA hava hvassliga forsømt avgerðina hjá hernaðarstýrinum at leingja húsavarðhaldið. Ban Ki­Moon, ST­aðalskrivari, sigur seg harmast avgerðina, og ES­talsmaðurin Piero Fassino sigur, at avgerðin er púra ógrundað og kann ikki góðtakast. George W. Bush, forseti, hevur heitt á hernaðarstýrið um at endur­ skoða sína avgerð og at lata allar politiskar fangar leys­ ar. 60 ár við mannarættinda­ brotum mugu enda nú Tað stendur nógv á Ehud Olmert í hesum døgum (Mynd: Polfoto) Í mars vóru mannarættindastríðsfólk og andstøðupolitikarar í gøtunum í Moskva, har tey kravdu, at myndugleikarnir skulu virða mannarættindini. Tað gera russisku myndugleikarnir ikki, sigur Amnesty International (Mynd: Polfoto) Minst hálvt ár afturat í húsavarðhaldi Aung San Suu Kyi verður verandi í húsavarðhaldi (Mynd: Polfoto)