Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-28, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mai 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 100 - 28. mai 2008 15 viðmerkingar Tá ið eg fekk bókina Eikirøtur 1832-2007 í postkassanum tann 17. í h.mð., var eg kvikur at lesa og blaða eitt sindur her og har í bókini. Og hetta ”eitt sindur” gav mær orsøk til at skriva eitt lítið lesara­ bræv. Men tað skal sigast, at Zakarias Wang (ZW) var kvikari enn eg, tí bert fáar dagar tók tað honum at skriva drúgva grein í bløð­ unum inspirerað av mínum lítla brævi. Helvtin av greinini hjá ZW er frágreiðing um upp­ runafrøðiliga sambandið millum orðini amt og ar­ beiðskona. Hendan hansara útlegging av hesum orðum er so víðsveimandi og hjá vanligum fólki so torskild, at sannføringarnar um týdning­ in av orðum millum tey leik­ andi í sjónleikum hjá Hol­ berg (Erasmus Montanus o.ø.) renna okkum í hug. Amtmansborgin kundi fyri alt tað eins væl itið Arbeiðskonuborgin. Viðvíkjandi langommu mínari, Maren Poulsdatter, so skrivaði eg í mínari grein, at hon vanliga varð nevnd Marin í Hoyvík eins og t.d. omma mín Anna Sofie vanliga varð kallað Annsofía. Vit kunnu eisini siga, at Zakarias Wang vanliga verður kallaður Sakaris Vang. Men at brúka ”kallinøvn” í sið­ søguligum bókum eigur ikki at koma fyri uttan sum uppískoyti. Langabbi mín í Hoyvík æt Mouritz Mohr og als ikki Móris Mohr. Í bókini lesa vit (s.105), at ”synirnir hjá Mórisi høvdu verið til skips.” Langabbi hevði 7 synir, og mær vitandi høvdu bert tveir av teimum, Jens og Hans, ”verið til skips.” Tað má haldast at vera í so nógv tikið til, at okkara víðagitni vísindamaður Nicolai Mohr – abbi Mour­ itz Mohr jbr. ”Kongsbøndur í Hoyvík” eftir Per Mohr í Varðanum 1955 – var rakt­ ur av politikki, sum í dag hevði verið kallaður Berufs­ verbot (s.43). Tað er: ”For­ bud mod ansættelse af ”for­ fatningsfjendtlige” personer i offentlig tjeneste.” (Den Store Danske Encyklo­ pædi). Tað, sum vit vita um Nicolai Mohr, og tað, sum annars er at lesa um hann, ber ikki brá av, at hann á nakran hátt var ”forfatnings­ fjendtlig”, eins lítið sum nakað tílíkt kann sigast um hansara vinmann Jens Christian Svabo. Eitt slíkt postulat í einari søgubók krevur vanliga haldgott prógv, um bókin annars skal verða tikin í álvara. Tað, eg havi skrivað um Eikirøtur 1832-2007, er ikki annað enn smá pikk; endi tí við einum slíkum: Í fororðinum eru árstølini (uttan tvey) skrivað við bókstøvum og ikki við tølum. Tað má haldast at vera eitt sindur óvanligt í søgubókum. Annars má eg endurtaka tað, eg skrivaði í mínum fyrra brævi: Tann ópro­ fessionelli í hesum máli er Eik Grunnurin 2008. Jens Hendrik Oliver Djurhuus – meginskaldið Janus – segði í eini givnari løtu: ”Nógv kjøt, eingin ond”. Um nøvn v. m. Heri MoHr Sam verður í heilum tikin úr siglingini í Kals- oynna, til sigling við farmi í aðrar oyggjar. Smærri bátar, sum ikki taka bilar verða settir í sigling fyri Sam, tá hann røkir aðrar uppgávur. Ofta verða broytingar- nar í siglingini illa lýst- ar. Ein seðil verður lagd- ur umborð og lýst verð- ur einaferð í Útvarpi- num. Tað kemur tí mang- an fyri, at ferðandi koma óvitandi á ferju- legurnar við bili og farmi. Men tá farast skal er eingin Sam Óreglulig sigling Á vári í 2005 varð nýggja ferjulegan á Syðradali tikin í nýtslu og Sam fór at sigla í Kalsoynna. Stórt framstig, fyrst og fremst, tí at nú bar til at ferðast við bili. Í undanfarnu sam­ gongu var siglingin upp­ raðfest við fleiri túrum. Men seinastu tíðina er siglingin vorðin ótolandi óreglulig. Sam verður í heilum tikin úr regluligu siglingini, í aðra sigling. Oftast við farmi í aðrar oyggjar. Tá verður siglt í Kalsoynna við smærri bát­ um, sum ikki taka bilar. Óregluliga siglingin við Sam má halda uppat bein­ anvegin. Ferjulegan varð bygd og Sam settur í sigl­ ing fyri at veita kalsoying­ um og øðrum eina betri tænastu. Sum nú er kemur fyri, at tænastan er verri enn frammanundan. Hetta skapar av røttum ónøgd og kann á ongan hátt góðtakast. Áheitan Fari í hesum sambandi at heita á landsstýriskvinn­ una í samferðslumálum, Helenu Dam á Neystabø og leiðsluna á Strand­ ferðsluni um at: Lata Sam sigla í Kals­ oynna burturav. Finna aðra loysn á farmaflutninginum í hinar oyggjarnar, sum sjálvandi eisini skal røkjast. Fyri smærru oyggjarnar, sum ikki hava fast sam­ band við meginøkið, er umráðandi við góðum og regluligum ferðafólka­ og farmaflutningssambandi. Tað er neyðugt fyri at skapa trivna, livilíkindi og fyri at fáa ferðandi í oyggj­ arnar. Økta ferðafólkatali í Kalsoynna, síðan Sam fór at sigla, stuðlar undir hetta uppáhald. Men óreglusem­ ið í siglingini hóttir nú jaligu gongdina. Vóni at landsstýriskvinn­ an og leiðslan á Strandferð­ sluni taka hesa áheitan í størsta álvara og gera nak­ að við spurningin skjótast. Sam eigur at sigla í Kalsoynna burturav løgtingsmaður Bjørn Kalsø Meirilutin á tingi helt og heldur sandoyðingar fyri gjøldur. Í rúsinum upp undir valið var einki óført. Vit skuldu hava hol undir Skop­ unarfjørð! Eitt tvey, so var eitt lógaruppskot um 700 milliónir skundað ígjøgnum. Allir 32 tinglimir, uttan Kári P. Højgaard, atkvøddu fyri. Løgmaður var sum flestu valevni áhugað í at verða aftur vald ella nývald á tað høga ting. Í rúsinum upp undir valið var einki óført. Vit skuldu hava hol undir Skopunarfjørð! Eitt tvey, so var eitt lógaruppskot um 700 milliónir skundað ígjøgnum. Allir 32 tinglimir, uttan Kári P. Højgaard, atkvøddu fyri. Reint stemmufiskarí Nú stemmunar frá Sandoyð­ ingum eru fingnar í sekkin, nústani er umráðandi at gera neyvar kanningar av ætlan. Ja, og sågar, hvør skuldi trúð tí, av kostnaði og fígging. Marknagil Síðan henda samgonga tók við, hevur fíggjar­kreppu­ lúðurin ljóða úr Tinganesi, fyri at fyrireika okkum upp á, at ikki verður ráð til alt. 15. mai var tó eitt stór mál skundað ígjøgnum. Eitt nær­ um samt løgting metti, at lógaruppskotið møguliga var verri fyrireika enn Sandoyar­ tunnilin, men nú skuldi hetta gjøgnumførast so ella so. Enn einaferð Sjálvstýrisflokkurin Sjálvstýrisflokkurin fekk í tólvta tíma, saman við skilafólki, bjarga uppskot­ inum, soleiðis at Flagg kvinnan í Eysturríki ikki einsamøll slapp at spæla við tær 600 milliónirnar. Upp­ skotið skal aftur fyri lóg­ gevandi mynduleikan til endaliga avgreiðslu av einum veruligum uppskoti. Rímuligir spurningar til tey sum atkvøddu fyri Sandoyartunnlinum Varð Sandoyartunnilin samtykur undan Marknagil? Hvørjar kanningar eru neyðugar nú, sum ikki vóru neyðugaðar undan valinum? Eru somu kanningar og krøv galdandi viðvíkjandi Marknagili, sum av Sand­ oyartunnlinum? Hvørji eru kanningar krøvini Í uppskotinum verður mett, at Marknagil projektið ikki fær sosialar avleiðingar. Hvat byggir samgongan hesar metingar á? Hvat metir samgongan, at samlaði kostnaðurin verður av Marknagil ætlanini. Hátt virda løgting! Hvat hevur fingið meirilut­ an á tingi at kúvenda síðan løgtingsvalið? Eg vænti mær eina rúgvu av svarum, tá tað bert var Sjálvstýrsiflokkurin sum kendi ábyrgd, og sum einasti flokkur á Føroya Løgting ikki valdi at halda sandoy­ ingar fyri gjøldur, men opið og erliga boðaði frá, at hann metti at aðrar neyðugar út­ byggingar vóru meira átrok­ andi og ikki vildi lógeva fyri milliarda upphædd, uttan fígging, uttan projekt og uttan nakrar kanningar. Sjálvstýrisflokkurin hevur enn, sum tá, als einki í móti at finna semju um eina skilagóða ætlan um at seta hol á undir Skopunarfjørð. Meiningarnar um hvørt tað er skilagott at velja útbúgving fram um tunnilin er tíðanverri í alt ov stóran mun tengt at hvørjumegin ætlaðu farleiðina ein búðleikast. Og í hesum leiki har Føroya Løgting hevur hildið allari Sandoynni fyri gjøldur, er rímuligt bæði at mótmæla og harta løgtingi fyri ikki at halda seg til samtykt uppskot­ uppskot samtykt 14 dagar undan einum vælið. Betur høvdu Føroyingar og sandoyingar uppiborið og tænir slík viðferð av borgar­ um landsins ikki virðingini fyri fólkaræðinum. Er skilabetur at samtykkja verkætlan uttan játtan ella samtykkja játtan uttan verkætlan. Er tunnilin høvuðstrupulleikin? Rímuligt er tó at spyrja um farðleiðin er størsti trupull­ eikin. Nú onnur øki hava fast samband er farðleiðin uttan iva av enn størri týdningi enn áður. Høvuðs sjónarmiðini ímóti tunnilsætlanini eru, at tað er so skjótt og lætt at ferðast, hugsið bara um Teistan og Gomlurætt! Eg vil tó loyva mær at staðfesta at tað í stóran mun er manglandi menning á oynni sum er størsti trupulleikin. Bleyt virði á Sandoynna Hoyrdi løgmann hálovað tey bleytu virðini, sum henda samgonga vil berjast fyri. Higartil er veruleikin tó ein annar. Enn er bert avgjørt at byggja ein stóran kassa úti á Marknagili ­ innihaldið kennir eingin enn. At var­ veitt mentanina, fólki og Sandoynna, sum eitt fjálgt livandi og mennandi stað, átti at funnið rúmd undir veingjabreiðið hjá hesið bleytu samgongu. Flyt part av kassanum á Marknagili til Sandoynna! Sum kunnugt er einki veru­ ligt projekt á Marknagili, einki innihald er endaliga staðfest, einki tvørfagligt er staðfest ­ bert tankin um ein stóran kassa! Tað mátti verið so líka til, at vit fluttu ein part av ætlanini á Marknagili til Sandoynna. Hetta vil geva íblástur til trivnað og menn­ ing á oynni ­ og nú tað er so lætt at ferðast hevur tað so als ongan týdning hvar kassanir liggja. Á henda hátt fáa vit bæði ment Sandoynna, vit fáa uppraðfest skúlaverkið, og tunnilin verður minni týðandi. Fast stóð í fonnum eitt fjalladalsfylgi! jan a. joensen Løgtingið hevur 18 mál á skránni fyri tingfundin hósdagin 29. mai ­ herundir fleiri stórmál so sum fíggjar­ lógin ­ og eftir ætlan verður 3. viðgerð fríggjadagin, so løgtingið kann sleppur at halda summarfrítíð. Hetta er sera átaluvert og vónandi innsær formans­ skapurin við Hergeir Nielsen á odda, at til ber ikki at viðgera so týdningarmikil mál upp á so stutta tíð. Hetta setir av álvara rættartrygdina í vanda, og spurnartekin kann eisini setast við, um tað yvirhøvur er gjørligt at fáa nøktandi viðgerðir av so týdningarmiklum málum upp á so stutta tíð. Arbeiðshátturin, um hesi 18 mál verða send ígjøgnum 2. og 3. viðgerð upp á 2 arbeiðsdagar, gevur í øllum føri greiðar ábendingar um, at løgtingið, politisku flokkarnir og tey einstøku tingfólkini ikki taka sítt týdningarmikla starv í serliga stórum álvara. Hetta er at undrast á, serliga tá ið okkara fólka­ valdu umboð fyri nøkrum árum síðani fingu munandi lønarhækkan, soleiðis at til bar at røkja tingstarvið burturav. Tingfólk forvinna í dag í grundløn meir enn tvífalt so nógv sum eitt vanligt arbeiðsfólk ­ afturat hesum koma so ymisk ískoyti, sum tey fáa fyri ferðing, fundarpening o.a. Afturfyri hetta kann fólkið í Føroyum so krevja, at tingarbeiði verður tikið í álvara og viðgjørt samsvar­ andi fólkaræðisligum mannagongdum. At løgtingið kundi hugsa sær at fingið t.d. fíggjar­ lógina fyri 2008 ígjøgnum sum skjótast er skilligt, tí so langt er útliðið. Men nú so langt er ligið út á árið, skuldi ikki gjørt so nógv, um fíggjar­ lógin verður endaliga sam­ tykt í komandi viku, og ikki nú fríggjadagin. Einasti veru­ ligi munurin er, at dygdin í lóggávuarbeiðnum ikki er álvarsliga í vanda, tí ting­ málini skulu skundast ígjøgnum. Fólkið í Føroyum, sum hevur valt tykkum at um­ boða okkum, hevur krav upp á ordiligar viðgerðir av lógunum. Frítíð kunna tit taka tykkum í komandi viku. saMtaK Løgtingið skrumblar mál ígjøgnum