mikudagur 28. mai 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 100 - 28. mai 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Í eini 150 ár hevur navnið Restorff
verið ein partur av handilslívinum í
Føroyum. Tað var í 1848, at gamli
Martin Christian Restorff kemur til
Føroya sum bakari.
Tá
ið
einahandilin
verður
avtikin í 1856 fer Restorff at gera
um seg, og hann upparbeiðir eina
stóra fyritøku við skipum, handl
um í Havn og ymsa staðni í land
inum, fiskavirking og eisini
bryggjarí.
Tá ið gamli fall frá tóku yngru
ættarliðini við. Hesi høvdu ymsar
fyritøkur og handlar, sum førdu
Restorff navnið víðari. Hetta
hevur so gingið upp og niður, og
seinnu árini hevur tað mest verið
niður á bakka.
Fleiri og fleiri Restorff fyri
tøkur hava lagt árarnar inn. Her
kann nevnast Restorffs bryggjarí
og bakaríið hjá Frants Restorff,
sum hava verið ímynd av Havnini
alla ta tíð, fólk minnast.
Herfyri fór seinasta Restorff
handilsnavnið í søguna, og hetta
var P. A. Restorff í Sigmundar
gøtu.
Hann, sum byrjaði hendan
handil, var Poul Andreas Restorff.
Hann var sonur Andreas William
Restorff, sum var sonur gamla
Restorff.
Poul byrjaði hendan handil í
1919 á Landavegi 3. Men longu í
1920 varð hann fluttur oman har,
hann hevur verið síðani.
Tað gekk upp og niður við
hesum handli, soleiðis sum greitt
varð frá um Poul A Restorff í
røðini Hendur ið Sleptu.
Hann byrjaði við at lata fólk
keypa upp á borg. Hetta gav nógv
økta sølu, men tá ið gjaldast
skuldi, kom at standa á.
Í 1929 doyr Poul, og sonurin
Andreas, sum var úti og sigldi,
varð boðsendur at koma heima at
reka handilin. Tað stóð ikki væl
til fíggjarliga, men Andreas fekk
arbeitt handilin uppundan aftur.
Meira kann lesast um hesa søguna
í bókini Sebastians Hús hjá Odd
vør Johansen, sum er abbadóttir
Poul.
Handilin hevur annars verið ein
av teimum stóru í Havn, har nógv
hava arbeitt og nógv fólk hevur
keypt.
Tá Andreas leggur frá sær fer
handilin tó úr ættini. Hann hevði
ongan at taka við, og tískil varð
handilin yvirtikin av Davinu og
Johan Mikkelsen. Tey varðveittu
tó gamla navnið.
Men nú var so tíðin komin, tá
ið tey hildu, at tíð var at gevast.
Tey hava gjørt avtalu um, at tað
verður PEsamtakið, sum skal
reka handilin víðari. Men nú
verður tað í teirra navni.
Tískil var 18. mai seinasti dagur
opið varð hjá P.A. Restorff, og
longu vikuna eftir varð skiltið
tikið niður. Og harvið fór Restorff
sum handilsnavn í søguna.
Hetta hendir nakað samstundis
sum eitt annað kent handilsnavn
fer í søguna, nevniliga Hjalmar
Jacobsen.
Tað skal tó sigast, at tað er tó
Restorffætt, sum framvegis hevur
handil, men tað er í øðrum navni.
Andreas í Vágsbotni, upprunin til
handilin við sama navni, var sonur
Fanny, sum var systir Poul
Restorff.
Lützenmenninir á Skálatrøð eru
eisini ættaðir frá Restorff. Forfaðir
teirra Jacob Lützen giftist við
Jettu, dóttir gamla Restorff.
Nýggjar tíðir
Tíbetur er tað soleiðis, at fyri tað
um nakað steðgar upp, so ”kemur
maður í mans stað.” Handilin er
stongdur nú, og hann letur upp
aftur 23. juli í heilt nýggjum
hami.
Leiðarin verður tann bert 19
ára gamli Bjørgfinn Heinesen,
sonur Sólfríð og Ingolf, úr Norðra
gøtu. Hóast hann er ungur, er
hann royndur á økinum. Hann var
bert 17 ár, tá ið hann gjørdist
leiðari hjá PEhandlinum á Skála.
Her hevur hann roynst so væl, at
hann hevur fingið ta avbjóðing at
reka hendan nýggja handilin í
miðbýnum í Havn.
Bjørgfinn er ein bragdligur
fýrur. Hann hevur eisini mong
hugskot um komandi handilin.
Hetta verður uttan iva spennandi
at síggja, tá ið handilin opnar
aftur.
Men tað er kortini við sorg
blídni, at Restorffnavnið fer í
søguna.
ó.
Handilsnavnið Restorff er farið í søguna
Johan Mikkelsen saman við nýggja leiðaranum Bjørgfinn Heinesen
Bjørgfinn er við at taka skeltið niður
Her er partur av skeltinum endaður í túninum
Ein av allarseinastu kundunum í nærum 90 ára søguni hjá handlinum
P. A. Restorff
P. A. Restorff, sum setti handilin á stovn í 1919