mikudagur 28. mai 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
6. partur
Sjógvurin bara veksur í lugari
num. Her mátti so okkurt gerast.
Maskinmenninir fingu sett ein
slangu til pumpuna, sum so varð
sett til deksspælið. Slangan
varð so sett niður í lugarið. Men
hvørja ferð pumpan varð sett í
gongd, seyg hon slanguna saman.
So funnu teir uppá at taka rørið
av vatntanganum, og skuldi
sjógvurin pumpast ígjøgnum tað.
Men hetta rør var so stutt, at tað
ikki rakk heilt niður ígjøgnum í
lugarinum. Rørið varð tískil sett
í eina tunnu ovari í lugarinum.
Eg minnist, at Lassen varð settur
at hála sjógv uppí tunnuna, og
so pumpar maskinan úr tunnuni.
Hetta gjørdu vit allir skiftivís.
Samstundis, sum hetta gongur
fyri seg, koma vit inn í eina
stóra konvoy. Tað var kølmyrkt.
Tú hoyrdi bert hesi stóru skipini
og skrambul av ketum men sá
tey ikki. Einki signal av nøkrum
slag og ringur sjógvur. Tað kundi
lættliga enda galið.
Hjá okkum varð pumpað og
oyst. Vit komu so suður um
Pentland Firth. Her kann vera
ringt at sigla, so hetta var ikki
bara bara, sum støðan var.
Vit seldu hampiliga, eini góð
5.000 pund. Men eg vil siga, at
helvtin av fiskinum hevði ligið
undir í sjógvi. Tá vit so komu inn,
var tað so skjótt, at hon tódnaði
og ikki lak meira. Tað var so
nógvur lortur í dokkini, at hann
tetti lekarnar.
Tað var ikki hildið at vera
neyðugt at taka skipið upp. So
vórðu vit samdir um at fara
avstað aftur, men vit skuldu
ikki taka ís. Vit fóru út, og tá
byrjaði aftur at leka. Vit fóru so
beinleiðis á beding her í Havn.
Tá vísti tað seg, at tað bar til at
stinga ein knív beint inn í lugarið.
Her hevur verið ein sprenur alla
tíðina, meðan vit sigldu.
Tá segði Lasse, at tað var ikki
av neyð, at hann var farin avstað,
og hann skuldi heldur ikki avstað
aftur. Hann hevði fingið nóg
mikið.
Verðins besti kokkur
Eg skal koma aftur til, hvussu tað
gekk við avtalaða kokkarínum.
Kristian á Neystabø bleiv sum
avtalað kokkur upp til Íslands til,
vit fóru avstað aftur úr Íslandi.
Alfred skuldi vera kokkur niður til
Aberdeen. Men hann kundi snøgt
sagt ikki kokkast. Kokkingin fór jú
fram í lugarinum. Men har bleiv
so nógvur sjógvur, so hetta lá
stak illa fyri. Vit mátti bara klára
okkum sum best.
So skuldi eg vera kokkur frá
Aberdeen og upp til Føroyar. Eg
hevði verið við danskarum og var
væl vandur har. So eg bestilti flesk,
egg, ost, súltutoy og annað gott. Í
Aberdeen fekst stórt sæð alt, ein
hevði brúk fyri. Allir vóru samdir
um, at eg var verðins besti kokkur!
At fáa súltutoy var ikki vanligt,
og at fáa flesk og egg umborð á
slupp, tað var óhoyrt. Eg dugdi
eisini at gera dessert, tað hevði eg
eisini lært við danskarunum. Hetta
kundi vera budingur, sagosuppa,
sviskugreytur, aprikosgreytur og
tílíkt.
Bilar og kjøttunnur
sum last
Tá ið vit fóru avstað aftur úr
Aberdeen, høvdu vit bilar sum
dekslast til Íslands. Fleiri av
bretunum, sum vóru innkallaðir
til herin, áttu bilar heima. Men
teir vistu ikki, hvat teir skuldu
gera við teir. Bilarnir komu oman
á kaiuna og kundu fáast fyri ein
slikk. Hetta høvdu teir frætt í
Íslandi. Einar tveir túrar var eg
við til at føra 10 bilar á dekkinum
hvørja ferð. Hetta vóru Hilmann,
Chrysler og aðrir. Teir gjørdu
kvetti, sum fingu hesar bilar. Tað
komu eisini bilar til í Føroyar í
Johan Norðfoss:
Seinasti sum sá
manningina á Kristionnu
Í seinasta parti er Johan umborð á
Normanner á veg til Aberdeen at
selja. Skipið lekur, og sjógvur er í
lugarinum. Johan er tann seinasti,
sum sær manningina á Kristionnu
sum hvørvur á veg úr Íslandi til
Aberdeen. Hann verður eisini tikin
sum spión í Íslandi. Johan heldur
áfram við síni spennandi frásøgn
Nr. 100 • 28. mai 2008
Ekliptika var eitt av skipunum, sum hvarv á vári 1941
Johan upplivdi bumbing í Aberdeen. Her er bumban komin niður í Marichal
Street
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo