Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mai 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 18 nr. 100 • 28. mai 2008 hesum sambandi. Vit fóru so til Íslands aftur. Vit fóru í sama stað og fingu eisini uppí. Tá ið vit skuldu fara avstað komu snarboð um, at vit skuldu taka 70 kjøttunnur inn á dekkið. Skipið var annars longu nógv lastað. Teir høvdu tikið fleiri av hyllunum burturúr í lastini fyri at fáa meira at ganga í hana. Hetta gagnaði so ikki góðskuni á fiskinum. Vit fóru so avstað. Tá var við Palli Kitt sum Sámal Davidsen varð kallaður. Sámal var beiggi John Davidsen, sonur Norðoya Jógvan. Hann var eisini beiggi Andreu Árting, kend sum fak­ felagskvinna, sum millum annað var á odda fyri at fáa kvinnum javnbjóðis løn við menn. Sámal hevði verið í Íslandi, og hann var meira ella minni journalistur. Hann helt eisini, at skipið var ovlastað. Hetta var ein keðiligur túrur. Skipið lá púra deytt í sjónum, so tungt var tað. Hetta var grønlendskt lambakjøt, sum skuldi heim til tann tá almenna Landshandilin. Tað var gott at sleppa av við tað í Havn. Tordu ikki úr Aberdeen Tá vit koma niður vóru fleiri skip gingin burtur, síðan vit fóru úr Aberdeen seinast. Tey sum fórust á vári 1941, vóru Ekliptika við átta monnum, Milly við sjey monnum Guiding Star við sjey monnum og Emanuel við trimum monnum. Tað lógu 35 skip í Aberdeen og bíðaðu. Skipini tordu ikki út aftur úr Aberdeen. Skipini vistu ikki, hvat tey skuldu gera vegna hendan vandan. Hetta var í apríl í 1941. Tá orðnaðu bretarnir, at føroyingar skuldu hava útgerð at verja seg við, maskinbyrsur og rakettir. Eg var við at læra at taka eina maskinbyrsu sundur og at seta hana saman aftur. So skuldu vit læra at skjóta. Vit skutu millum annað eftir skerum. Tað var hipp sum happ, sum tað var rakt. Tað var langt frá hjá summum. Ein tók soleiðis til við ein skipara: ”Bara um tað var eitt stórt krígsskip kundi hent, at tað varð rakt!” So vóru tað rakettirnar. Hetta vóru kassar, sum man hálaði í, og so fór ein rakett upp við veiri, sum atlandi skuldi koma um veingirnar á flogførunum. Stýrihúsini vóru vard av sand­ sekkum. Hendan túrin lærdu vit eisini at skjóta við maskinbyrsu. Sum sagt høvdu skipini fingið tilboð um vápn, men ikki øll vildu hava vápn í fyrsta umfari. Sum frá leið ásannaðu øll skip, at tey vóru betri farin við vápnum enn uttan. Skipini fingu boð um at sigla í konvoy heim. Tá var eisini skipað so fyri, at vóru fleiri skip, sum skuldu sigla í senn, skuldi skipið við minsta motorinum fara fyrst avstað, og tey næstu skuldu so fara eftur sum motorstøddin var. Vit skuldu vera eitt av teimum seinastu, tí vit gingu so skjótt. Eg havi ofta undra meg. Tað er so stutt frá Aberdeen til Føroyar. Vit sóu bert eitt ella tvey ljós. Men øll komu fram. Siglast skuldi eftir eini bestemtari linju, men tað er jú ikki bert ein vegur, sum førir til Rom. Vit sigldu framvið einum suður­ oyaskipi. Har sóu vit ein mann á dekkinum ganga við maskinbyrsu á økslini, hóast einki var á vási. Vit fóru so avstað aftur. Á vegnum heim fóru vit inn í Het­ landi. Her lastaðu vit salttunnur. Tað vóru fleiri av hesum tunnum, sum vórðu tømdar og tollskyldug vøra var koyrd í. Saltið skuldi til Íslands. Tollararnir í Reykjavík høvdu hug til at opna nakrar av tunnunum. So var tað spennandi, um teir fóru at finna fram til nakrar av hesum tunnunum, men tað gjørdu teir ikki. Vit sigldu so til ymisk pláss í Íslandi við salti. Mundu verið tiknir av amerikanarum Vit fara síð upp á Norðlandið á Siglufjørðin at fáa fisk. Vit fóru fyrst til Sauðarkrók. Ísland var hersett av bretum og amerikanar­ um. Hetta var amerikonsk zona, og her vóru einir 30­40 hermenn. Vit vóru so ein dagin farnir niðan í hagan at henta bláber, sum jú var besta tinganest, sum takast kundi heim við, serliga til børnini. Hetta var um ólavsøkutíðina. Tá ið vit koma oman aftur, kemur ein kolonna av amerikanarum marsjerandi við einum offiseri á odda. Teir vildu hava allar upp á dekkið, og allir fingu eina bajonett setta móti búkinum. Hermennnir leitaðu alt skipið runt. Teir høvdu sæð okkum í haganum og vóru komnir eftir, at vit máttu vera spiónir. Hetta sá álvarsamt út, í hvussu er ta einu løtuna. Men greiða fekst skjótt á, at hetta var misskiljing. Bumbing órógvaði ikki seyðaprát Tað vóru nógvar freistingar i Aberdeen. Serliga var tað rúsdrekka, sum tað ikki slapst so væl til í Føroyum. Og tað vóru nógvar barrir í Aberdeen! Eg hevði verið í biograf eitt kvøld, og kom so oman aftur. Eg kom inn um portrið til havna­ lagið. Her stendur kokkurin og ein annar, sum eisini var av Skálafjørðinum. Teir práta um seyð. Tað var um gyllin her og har, og um eina skortflekkuta og aðra svarta og hvíta. Seyð ber til at tosa leingi um, tá tann rætti áhugin er til staðar. Eg fór umborð, og tá eg var gott og væl umborð komin og var komin í koyggjuna, hoyri eg luftalarm. Nú er tað ein flúgvari. So hoyrist ein ræðuligur brestur. Tá var tað ein týskur flúgvari, sum bumbaði niðri í Torry. Hetta var niðri við havnina, har oljutangarnir vóru. Tað var kanska 500 metur frá okkum. Tað regnaði niður yvir okkum av tí, sum var farið í sor. Verkið sprakk úr dekkinum hjá okkum, so nógv stóð á. Eg leypi upp á dekkið eisini, og tá mátti eg flenna. Tá stóðu hesir báðir glyvramenninir framvegis og sjabbaðust um seyð. Um so øll verðin datt niður, so gjørdu tað ikki mun, tá ið seyður var á skránni! Tá fekk eg eisini eina stóra virðing fyri siviltænastuni. Tað kom eisini eldur í eini hús nærindis. Tey fyrstu fólkini, eg sá koma rennandi at hjálpa, vóru tvey konufólk. Tað gingu bert 2­3 minuttir, tá vóru tey har. Tíbetur var eingin staddur inni í hesum húsi beint tá. Har var annars skrivstovan, har vit máttu fara inn at fáa landgangspass. Ein onnur bumba var slept í eina kolagoymslu hinumegin, men hon var ikki brostin. Morgunin eftir lurti eg eftir norðmanninum, sum jú var undir týskum eftirliti. Tá skilti eg, hvussu propagandain virkaði. Har varð sagt, at alt Aberdeen var í einum loga, men tað var vilt yvirdrivið. Var tann seinasti sum sá manningina á Kristonnu Vit fóru so aftur á Siglufjørðin og eru nú komin til august 1941. Kristianna úr Lorvík lá har, og eg fór umborð. Hannus hjá Kristian í Svínoy spældi í orkestrinum í Frelsunnarherinum. Tað hevði eg eisini gjørt, so vit kendust væl. Vit vóru eisini javngamlir, 20 ára gamlir. Eg fór umborð at heilsa uppá hann. Lorvíks Jóannes, sum var reiðarin, og sonur hansara Kristian vóru eisini við. Hetta var um fimmtíðina. Eg prátaði so við Hannus. Hann segði, at teir høvdu verið inni á onkrum fjørði har og fingið uppí skipið. Teir høvdu fingið skjótt uppí. Tískil fór fiskurin at vera rættiliga feskur, tá ið hann kom á marknaðin. Hetta skuldi so aftur givið góðan prís. Teir skuldu fara avstað klokkan 8 á kvøldi, og vit skuldu fara kl. 11. Eg sá teir ongantíð aftur. Eg síggi teir enn fyri mær, sum teir sótu í lugarinum. Sjálvur var eg seinasti maður umborð hjá teimum. Eg ynskti teimum góðan túr, og eg veittraði til teirra, tá ið teir sigldu framvið okkum. Vit Innsiglingin í Aberdeen er trupul í vánaligum líkindum Fiskidokkin í Aberdeen er miðskeiðis í myndini. Torry er í vinsta borð. Bumban í Torry órógvaði ikki glyvramenninar, sum tosaðu um seyð Johan lærdi at fáast við maskinbyrsur Her skjýtur Frank Dam eftir minum