Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-28, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mai 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 100 - 28. mai 2008 19 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 nøvn Føroya Shell P/F | Vestara Bryggja 10 | Postboks 188 | FO-110 Tórshavn | Tel 34 74 00 | Fax 34 74 90 | shell@shell.fo | www.shell.fo Reinger og viðger lakk-, gummi- og plastlutir Tekur burtur vanligan skitt, salt og insektir Virkar rustverjandi Bilurin gerst skínandi blankur Umhvørvisvinarligt Autoshampoo við voksi Fæst á hesum støðum: • Balslev Byggibúð, Hoyvík • 2x3, Tórshavn og Kamsdalur • 360°, Á Hjalla • Vestmanna Timburhandil Vestmanna • Valdemar Lützens Byggibúð, Tórshavn • P/F Jógvan Weihe, Tórshavn • P/F Hjá Fróða, Tórshavn og Saltangará • P/F Fjarðahús, Kollafjørður • P/F Norðoya Litbúð, Klaksvík • P/F Berglón, Saltangará • MBM, Hoyvík • P/F Niclasen Handilsvirkið Sørvágur • Lonin, Skopun • Shellstøðirnar kring landið Verður lívfrøðiliga niðrubrotið Fríggjadagin klokkan 16 letur ein framsýning við verkum hjá Beintu av Reyni upp í Galerie Focus í Gríms í Havn, har hon sýnir fram myndir við nýrealistiskum stíli og við einum sindri av teldugrafiksins stíva og stílføra myndamáli Hóast Beinta av Reyni longu sum trý ára gomul flutti úr Føroyum til Dan­ markar við móðurini og systrini, minnist hon aftur á tíðina í húsunum hjá omm­ uni og abbanum á Eiði. Aðrar ferðir í Føroyum upp gjøgnum barnaárini hava varðveitt hugamyndir­ nar, sum hon nú avmyndar í verkunum. Ornamentið er eisini ein týðandi lutur, ið hon hevur við sær úr Føroy­ um. Aftur at heklaða mynstr­ unum í teimum tunnu gard­ inunum minnist hon tey stórblómutu og sprøklutu mynstrini, ið vóru frammi í 1970­árunum. Umframt landslagið sæð aftan fyri gardinurnar er menniskjað eitt viðkomandi myndevni í myndaheiminum hjá Beintu av Reyni. Orna­ mentikkurin hevur stundum tíðandi leiklut. Í øðrum verk­ um eru hálvnaknir kvinnu­ kroppar at síggja omanífrá, liggja í einari song ella sita við bakinum móti áskoðar­ anum, so vit næstan bara síggja tað síða, leysa hárið og mynstrið í seingjarklæð­ unum. Myndirnar hava nýrealist­ iskan stíl við sindri av teldu­ grafiksins stíva og stílføra myndamáli, serliga tá ið hon málar menniskju. Stílurin minnir um danska listamálar­ an Peter Carlsen, men júst tað at brúka ornamentini skil­ ir Beintu av Reyni burturúr. Aftur at hugamyndunum frá barnaárunum í Føroyum fær hon íblástur í tekstum úr eitt nú tónleikaheiminum. Framsýningin verður opin til 12. juni, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18. Beinta av Reyni sýnir fram í Galerie Focus