Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-28, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mai 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 100 - 28. mai 2008 ] Áki vann silvur Seinasta vikuskifti vóru fimm íðkarar frá ÍSB til boccia- kapping í Oslo. Besta úrslitið fekk Áki Joensen, sum vann silvur í sínum bólki. Í innleiðandi umfarinum vann hann tveir av trimum dystum, og úrslitini annars lagaðu seg soleiðis, at Áki vann bólkin og kom í finaluumfarið saman við tveimum dønum og einum svia. Svianum møtti hann í semifinaluni. Hetta gjørdist ein ógvuliga spennandi dystur, sum Áki í evstu løtu vann 5-4. Í finaluni møtti hann síðan øðrum dananum, sum tó var stinnari og vann gullið. Í liðkappingini taptu Føroyar allar sínar dystir. Gullregn í Berlin Stór svimukapping var í Berlin um vikuskiftið. Kappingin var bæði fyri rørslu- og menningartarnað og einir 600 svimjarar úr øllum heiminum vóru við. Føroysku luttakararnir vóru tey bæði 10 ára gomlu, Dann Akursmørk og Krista Mørkøre, sum tóku lut í barnabólkinum. Krista umboðaði ÍSB á fyrsta sinni. Harumframt var Ragnvald Jensen við. Hann var við í bólkinum S14, sum er fyri svimjarar við menn- ingartarni. Svomið varð í 50 m hyli, og úrslitini vóru framúr góð : Dann vann 6 heiðursmerki ( 3 gull í 100 m frí, 50 m firvald og 50 m frí, 1 silvur í 50 m rygg og 2 bronsu í 50 m bringu og 100 m bringu). Krista vann somuleiðis 6 heiðursmerki (2 gull í 50 m og í 100 m frí; 2 silvur í 50 m rygg og 100 m bringu; 2 bronsu í 50 m bringu og 100 m rygg). Ragnvald vann 6 heiðursmerki ( 2 gull í 50 m bringu og 200 m frí, 4 silvur í 50 m og 100 m frí, 50 m rygg og 100 m bringu. Harumframt vórðu sett 5 føroysk met og 9 persónlig met. Leygardagin fekk Róðrarfelagið Knørr­ ur tveir nýggjar bátar, 5­mannafarið Tambar og 10­mannafarið Ormin Langa Kappróður Tíðindaskriv Róðrarfelagið Knørrur er í støðugari menning og er nú við nýggju bátunum fult á hædd við fremstu feløg, hvat bátum viðvíkir. Tað er eisini hugvekjandi at síggja, at felagið er einasta róðrar- felag í landinum, sum rør við øllum bátastøddum í summar. Leygardagin var hátíðar- hald uttan fyri lítla neystið á Skálatrøð, har felagið heldur til. Umframt Magnus Gaard helt eisini Heri Kjær- bo, marknaðarleiðari á Post- verki Føroya, røðu. Heri helt, at Róðrarfelagið Knørr- ur er ein fyrimynd fyri onn- ur feløg, og at tað hevur dugað sera væl at sett fokus á uppgávuna og á menning- ina. At stuðla einum so ídnum og modernaðum felagi sum Róðrarfelagnum Knørri, ið við bátanøvnum sínum sam- stundis er so grundfest í før- oyskari tjóðarsøgu, er fyri Postverkið eisini at stuðla føroysku tjóðini, í og við at okkara tjóðarítrótt kann fáa so góðar karmar at virka undir, sum gjørligt. Við bátum sínum Tambar, Jallinum, Jarnbardi, Knørri og Orminum Langa er Róðr- arfelagið Knørrur nú vorðið eitt fullfíggjað róðrarfelag, ið kann luttaka við øllum bátastøddum. Knørrur veksur Við teimum báðum nýggju bátunum er Knørrur nú eitt “fullfíggjað” kappróðrarfelag við luttøku í øllum bátastøddum Hóast tveir triðingar enn eru eftir, tá dystirnir í kvøld eru spældir, so fer tað longu nú at líkjast lagnudysti á Sandi, har Víkingur kemur á vitjan Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í átta dystum hevur B71 bara fingið fýra stig. Flestu av liðunum omanfyri B71 hava javnt og samt savnað sær nakað av stigum saman, og munurin upp til strikuna er nú fimm stig. Víkingur er eitt av liðun- um, sum er á teimum níggju stigunum, og tí líkist tað einum lagnudysti, tá B71 í kvøld tekur ímóti Víkingi. Fær B71 stig við sær úr dystinum, so fáa teir av álvara samband við kapp- ingarneytarnar. Hinvegin kann støðan væl gerast heilt kritisk, um Víkingur fer avstað við stigunum. Um so er, so munnu sand- oyingar eisini fylgja væl við, hvussu leikur fer í Klaksvík. KÍ hevur veruliga fingið glið á seinastu dystir- nar, og eftir at teir drógu svart tríggjar tær fyrstu ferð- irnar, hevur liðið ikki tapt seinastu fimm ferðirnar. Og kunnu teir fáa fulla úrtøka hesaferð, er niðurflytingar- vandin væl og virðiliga skumpaður burtur. B68 í góðari støðu Niðurflytingarvandin er eis- ini nakað, sum Skála, ÍF og B68 enn ikki eru heilt leys av. Øll hava tey í kvøld dystir móti liðum, sum eru stødd ovari á stigatalvuni. Skála hevur á pappírinum truplastu uppgávuna, tá teir taka ímóti framvegis ósigr- aða EB/Streymi. Hvussu víkir og vendir, so er EB/ Streymur oddalið eftir fyrsta triðingin, men Skála hevur hinvegin fingið úrtøku seinastu dystirnar. Seinast við einum flottum javnleiki í Runavík. Og har- til stendur Skála seg vanliga væl ímóti júst EB/Streymi. Á Toftum er fótbóltslagið gott, eftir at B68 vann á ÍF um vikuskiftið. Tann sigurin lyfti liðið upp á miðjuna á talvuni, og so er spurningur- in, um tann støðan kann betr- ast. B36 hevur higar til bert verið eina ferð uttan fyri høvuðsstaðin, og í tí royndini komu teir aftur ongul í reyv. Seinasti dysturin er í Gundadali, har HB tekur ímóti ÍF. ÍF hevur í mangar mátar verið positiva íkastið til Formula-deildina í ár, meðan HB hevur havt sínar trupulleikar at dragsast við. Hinvegin vóru púrasta greið- ar ábendingar sunnudagin um, at leikliga kreppan er hæsað av hjá sigursvanda felagnum, og eftir stigaleysa vónbrotið í Streymnesi er einki at ivast í, at teir leggja nógv fyri. Eisini hóast ÍF loksins er fullmannað, nú øll leikbannini, sum stóðust av dystinum í Runavík, eru sitin av. Fara um fyrsta triðingin Á Sandi hevur spælið í nógvum førum verið nøktandi. Men úrtøkan hevur ikki staðið mát, og tí hevur liðið nú knívin á barkanum Formula-deildin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 EB/S 8 6 - 2 - 0 20 8 12 20 2 HB 8 4 - 3 - 1 17 4 13 15 3 B36 8 3 - 4 - 1 10 5 5 13 4 NSÍ 8 3 - 2 - 3 10 12 -2 11 5 B68 8 3 - 2 - 3 8 11 -3 11 6 ÍF 8 3 - 1 - 4 12 16 -4 10 7 Víkingur 8 2 - 3 - 3 11 11 0 9 8 KÍ 8 2 - 3 - 3 12 16 -4 9 9 Skála 8 1 - 3 - 4 7 17 -10 6 10 B71 8 1 - 1 - 6 8 15 -7 4