Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-28, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mai 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 100 - 28. mai 2008 SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 bilar Bilradio á Rás2 Bilradio verður sent hósdagin millum kl. 16 og 17, og endursent fríggjadag millum kl. 8 og 9, og leygardag kl. 13 bilar Tey flestu kenna til at skula parkera millum tveir bilar, men tora ikki og gevast, tí plássið er so lítið. Við nýggjastu Park Assist Vison skipanini park­ erar VW Passat uttan bilførara Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Fyri ikki so langari tíð síðan royndarkoyrdu vit ein VW bil her í Føroyum við eini Park Assist skipan, har bil­ førarin kundi sleppa rattin­ um og sita hendur í favn meðan bilurin parkeraði millum tveir bilar. Tað einas­ ta bilførarin skuldi gera var at skanna øki inn, og síðan bremsa tá parkerings­senso­ rarnir søgdu til. Nú er aftur ein nýggj skip­ an á veg, ið nevnist Park Assist Vison, sum verður sýnd fram á eini stórari mes­ su í Hannover í hesum døg­ um. Bilurin, sum verður sýndur fram, er ein VW Pas­ sat við hesi Park Assist Vison skipanini. Bilførarin kemur koyrandi við Passatinum, og tá hann nærkast staðnum, har hann skal parkera millum tveir bilar, skannar hann øki inn við at trýsta á ein knøtt og skipanin sigur síðan til, tá hann skal steðga bilinum. Tá hann hevur sett DSG­gir­ knøttin í P, kann hann fara úr bilinum og ordna rest við eini fjarstýring. Bilurin bakkar síðan inn har sum hann skal, og skip­ anin aktiverar parkerings­ bremsuna, steðgar motorin­ um og læsir hurðarnar. Bil­ førarin hevur eisini møgu­ leika fyri at verða sitandi í bilinum, meðan hann park­ erar. Park Assist Vison skipan­ in er ein sera framkomin skipan, sum í høvuðsheitum er sett soleiðis saman, at bil­ urin hevur fleiri sensorar aftan og framman umframt videokamera í síðuspeglun­ um, sum rokna út støddina á parkeringbásinum og geva boð til eina telduskipan sum analyserar upplýsingar­ nar og gevur boð til róður­ greiðirnar, girkassan, spitar­ an, bremsuskipanina og aðr­ ar skipanir. VW Stanley Volkswagen eru komnir langt áleiðis við at gera bilar, sum koyra uttan bilførara. Best kendur er VW Stan­ ley, sum í 2005 vann Grand Challenge, ið er ein kapping sum amerikanska verjan og Stanford universitet skipaðu fyri. Bilurin koyrdi 212 kilo­ metrar gjøgnum Mojaye­ oyðimørkina í USA uttan førara. Stanley er fyrsta akfar, sum nakrantíð hevur koyrt eitt so langt strekki utt­ an førara ella menniskjaliga uppíblanding. Parkering og koyring uttan bilførara VW Passat parkerar uttan bilførara við nýggjastu Park Assist Vison skipanini VW Stanley vann Grand Challenge kappingina við ongum bilførara VW Stanley koyrdi 212 kilometrar uttan bilførara Volkswagen eru komnir langt áleiðis við at gera bilar, sum koyra uttan bilførara