mikudagur 28. mai 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 100 • 28. mai 2008
MIÐvIkaN
31
lógu eitt sindur uttari.
Vit roknaði við, at síggja teir
aftur um náttina. Vit gingu skjót
ari, og tað var mánalýsi. Men vit
sóu teir ikki.
Vit koma so til Aberdeen, og
har kom eingin Kristianna fram.
Tað vóru tá farin fimm skip frá
tí, vit fóru úr Føroyum, til vit
komu aftur. Hetta var sjálvsagt
ræðuligt. Lorvíks Jóannes
var abbi Karsten Hansen,
landsstýrismann.
Frásøgnin hjá Doru
um Kristionnu
Fyri nøkrum árum síðani hevði
FFblaðið eina longri frásøgn hjá
Doru Nielsen av Vatnsoyrum,
sum var dóttir LorvíksJóannes,
reiðaran á Kristionnu. Hon greiddi
soleiðis frá um Kristionnu:
”Pápi átti skip, og eitt av teim
um var Kristianna, uppkallað eftir
mammu, sum doyði ung. Kristi
anna var tann upprunaliga Karin,
sum Napoleon í Dali keypti úr
Peterhead í 1903. Hon æt tá Kate
og varð bygd 1879 í Grimsby hjá C.
Hodfield og varð merkt 92,4 brt.
Pápi keypti Karina frá Jaspur
Hjelm við skeyti frá 14. januar
1917 og gav henni sum sagt
navnið Kristianna. Pápi førdi hana
fyrstu árini og aftur í 1936 – 38.
Annars vóru nógvir góðir menn
skiparar á henni.
Knud Lambaa, italienskur konsul
og keypmaður í Havn, leigaði
Kristonnu at sigla við ísfiski í 1941.
Teir gera tveir túrir hetta árið. Tann
seinna túrin mynstra teir 28. juli.
Tá fara teir yvir á Siglufjørðin at
keypa fisk. Teir fingu skjótt uppí
lastina, men tað frættist einki
frá teimum aftur. Pápi og Kristian
beiggi vóru eisini við henda túrin.
Kristian var sjómaður, hann hevði
bæði lært til motorpassara og
skipara, og var altíð við øðrum
skipinum hjá pápa, Arizonu og
Kristiannu. Pápi var farin til
Havnar at heilsa uppá Kristian, tí
Kristian slapp ikki til Leirvíkar, tí
skipið mátti sigla víðari til Íslands
beinanvegin. Tað var Ólavsøkaftan
og tað fóru ikki allir menninir við
aftur. So pápi ringdi norður til
okkara og segði, at hann mátti
fara við. Hann hevði tá ikki verið
til skips í nøkur ár. Hann hevði jú
eisini handil í Lorvík.
Hetta var ein ræðulig tíð í
óvissu og ótta, tá einki spurdist
um skipið. Sorgin hevði nú eisini
rakt familju okkara, sum so
mangar aðrar hesi óndu ár.”
Manningin var henda:
Halvdan Johannes Joensen,
skipari, Skopun. F. 18.07 1900.
Poul Jensen, bestimaður,
Tórshavn. F. 14.10 1886.
Christian Johannes Frants
Johannesen, motorpassari,
Leirvík. F. 10.09 1915
Johannes Johannesen, Leirvík. F.
14.07 1878.
Christian Fredrik Hentze, Skopun.
F. 13.06. 1892.
Ole Christian Hansen, Skopun. F.
29.12.1894.
Johannes Reinhold Jacobsen,
Tórshavn. F. 20.12 1920
Skifta fólk
So komu boð um, at nú skuldi
skiftast fólk. Hetta var í septemb
er 1941. Tað fóru eisini fleiri
aðrir av. Tað var nervarnir hjá
teimum, sum ikki toldu hetta lívið,
og tað var ikki so løgið. Menn
máttu sova í klæðum. Ein var so
ræddur, at hann setti seg í bjarg
ingarbátin frá tí, vit sigldu fram
við Inverness og til vit komu til
Aberdeen.
Men nógvir vildu sleppa við,
tí stórur tørvur var á arbeiði. Her
máttu familjumenn eisini kom
fram um leysar kroppar. Tað var
ikki nakar trupulleiki hjá mær at
fáa arbeiði. Eg fór aftur í sjakkið
hjá Cristian Andreassen, sum
arbeiddi fyri eingilskmenninar.
Hetta var eitt fast sjakk. Teir vóru
umframt Christian eisini Edmund
Næs, svigarsonur Vilhelm, sum
átti kioskina Aldubáran, Ólavur
Djurhuus, pápi Tongla Tummas og
Herman í Mykinesi.
Herman var við tann tiltikna
túrin við Seaking, tá ið øll heilt
vist roknaðu við, at teir vóru
burturgingnir. Einki var frætt frá
teimum í ein heilan mánaða. Tey
avvarðandi høvdu ringt at venja
seg við, at maðurin kortini ikki var
deyður. Ein kona plagdi aftaná
taka til, at ”hetta var ta tíðina,
tá ið Fríðrik var deyður”. Hetta
hevur kenst sum ein uppreisn frá
deyðum.
Vit vóru eisini við at lossa
úti á kajuni. Hetta kundi vera
nokk so buldrasligt. Tá ið hesir
luftalarmarnir gingu, skuldu vit
burtur av kajuni.
Eg minnist, at tá vit lossaðu
kolli við góðgæti í, lógu tey ofta
so illa í slengini, at tey duttur
niður aftur. So tað kom mangur
søtur biti niður í lastina aftur!
Onkur mundi fylla sær lummarnar.
Eg fór ikki við aftur Normanner.
Tá broyttist skipanin soleiðis, at
tað vóru mest eldri menn, sum
sigldu við ísfiski. Ungir menn
sluppu mest sum ikki uppí part.
Við Thorvald av
Oyrabakka
Eg fór við Royndini, har Thorvald
Andreassen var skipari. Edmund
Jacobsen, pápi Herman, úr
Fuglafirði var bestimaður. Hetta
var aftaná, at eg hevði gingið á
motorpassaraskúla í 1941/42.
Petur Dahl, vanliga kallaður
Petur próst, tí hann var sonur
próstin Jacob Dahl, var lærari.
Tað gekk gott. Eg hevði ætlað
mær á stýrimansskúla, men eg
fekk ikki sýnsprøvan. Tað knípti
við sjónini á øðrum eyganum. Tá
vóru motorarnir ikki so stórir. Mítt
prógv gekk upp til 120 hestar.
Wolfang, beiggi Thorvald, var
1. meistari, og eg var 2. meistari.
Upprunaliga var hetta Prinsessan.
Jens Pauli av Reyni hevði keypt
hana. Hann hevði gjørt hana í
stand, og hetta var fyrsti túrur hjá
Thorvaldi sum skipari.
Vit fóru upp á Eysturlandið.
Ætlanin var at fiska. Vit royndu
eisini nokk so nógv uppi á Norð
landinum. Tað gekk ikki væl at
fiska, og vit keyptu fisk í Íslandi
uppí skipið heimaftur. Skipið varð
síðan selt, so tað gjørdist bert
hesin eini túrurin. Thorvald, sum
seinni gjørdist rokskipari, byrjaði
ikki heilt væl.
Tætt uppá týskt
flogfar
Eg var ongantíð so nær nøkrum
týskum flúgvara, sum her suðuri
um Háls, tá ið eg var til útróðrar.
Eg, Edmund Næs og Herman í
Mykinesi vóru farnir á flot og
vóru í Skopunarfjørði. Tað var av
fínasta veðri. Tá kom ein flúgvari.
Hann hevði bumbað vesturi í
Vágum. Hann kom suður eftir
gjøgnum Hestfjørð, og hann kom
beint á okkum. Tað var silvitni og
faktisk sást kjølvatni av honum,
so lágt fleyg hann. Hann kom
beint móti okkum. Vit sóu, at
hann veittraði til okkum.
Eg var uppi við Hólman og
dyrgdi, tá ið hann slepti hasar
bumburnar inni í Sandagerði.
Hann kom inn lágt frá Eystnesi
av, inn móti Argja høvda. Teir
høvdu kanónir standandi bæði
eina og aðra staðni, men teir
kundu ikki skjóta móti hvørjum
øðrum. Teir byrjaðu ikki at skjóta
fyrr enn flúgvarin var komin ímóti
Havnadali.
Tann gamli hornabóndin, hann
var so bangin fyri tí sum stóðst
av krígnum. Hann hevði verið
í Syðradali í tríggjar mánaðir
og var nú á veg heim aftur. Tað
var blivið eitt sundir friðarligari
í Havn. Hann kemur beint um
skarðið, tá kemur flúgvarin beint
á hann, og hann var skjótur at
venda aftur til Syðradals.
Næstu ferð
Í komandi parti greiðir Johan frá, hvussu hann takkað
verið einum brævi mundi enda á Isle of Man sum
krígsfangi. Skipið hann var við kom á svartalista
restina av krígnum
Jóannes Johannesen. Leirvík, ið átti
"Kristionnu"
Hálvdan Joensen, Skopun, skipari
Poul Jensen, Tórshavn, bestimaður
Christian F. Hansen, Skopun
Óla Chr. Hansen, Skopun
Chr. Johannesen, Leirvík,
motorpassari
Jóh. R. Jacobsen, Tórshavn
Manningin á Kristionnu