mikudagur 28. mai 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
32
nr. 100 • 28. mai 2008
Albert skiftivís arbeiðir
í Vágsbotni og siglir.
Hann fer við bretskum
trolara sum flekjari.
Her kom hann illa til
skaða, og hetta gjørd
ist eisini endin á
hansara sjólívi
Í 1919 var eg aftur við Marshall.
Hannus hjá Demmusi førdi hana.
Um heystið fóru vit niður til
Leith við fiskinum. Vit vóru sjey
sum fóru niður við. Johannes í
Funningsstovu kom sjálvur við
sum kendur maður. Tað var av
besta veðri.
Eg var eisini við Marshall í
1920 á Suðurlandinum. Hetta ár
gjørdist eitt feigdarár. Ikki færri
enn 60 fiskimenn mistu lívið á
sjónum.
Dias á Heyggi, sum var fiski
kongur um hesa tíðina, hevði selt
sítt skip Kristina til Kjølbro. Hon
bleiv burtur við allari manningini.
Onnur skip vóru Helena við 20
monnum og Karin við 13 monnum.
Eg bleiv so sjúkur. Á heimreis
uni fór eg at spýta blóð. Eg mátti
so fara beint til lækna. Tá var
tað lungahindubruni. Heerup var
lækni tá. Eg bleiv tríggjar ferðir
tappaður frá síðuni av materiu.
Hann óttaðist fyri tuberklum,
sum tá gingu so illa. Einasta
viðgerð, eg fekk, var eitt stórt
umslag um allan kroppin. Eg lá
heima, tí pláss var ikki á tí gamla
hospitalinum. Teir vóru byrjaðir at
byggja eitt nýtt hospital. Eg gekk
leingi sjúkur og fór nógv aftur.
Fór at arbeiða hjá
Restorff
Eg gekk eitt heilt ár fyri einki,
áðrenn eg slapp at arbeiða aftur.
Eg var nýgiftur. Vit giftust, áðrenn
eg fór á Suðurlandið tað árið 12.
februar. Eingin hjálp var heldur
at heinta. Tað var ikki stuttligt.
Ein morgunin, eg var so frægur
aftur, fór eg oman í Vágsbotn.
Har vóru fleiri, sum vildu hava
arbeiði. Tá kemur Poul Johannes
hjá Polla Vilhelm til mín. Hann var
arbeiðsformaður hjá Restorff fyri
alt uttan fiskaturking. Hann sigur:
“Tú Albert, tú hevur ligið so leingi
sjúkur. Heldur tú teg til at koma til
arbeiðis?” Jú, tað helt eg, og tað
árið kom eg at arbeiða hjá Restorff.
Arbeiði var fyri ein part lossing.
Teir høvdu tveir seglbátar, sum
lossað varð við. Tá var jú eingin
kei í Havn. Skipini lógu úti á
redini, og seglbátarnir sigldu til
lands við vøruni. Annar báturin
æt Velið, og hin æt Drotningin.
Teir sum sigldu við Velinum vóru
Hendrik hjá Mouritsi, Kia á Dunga
og Kristian Martin. Við Drotning
ini vóru Nele og Jens Kristian
hjá Korneliussi og eg. Viðhvørt
var stilli, men tá høvdu vit hesar
forferdiliga tungu árarnar at
rógva við, ein ár var í hvørjum
borði.
Bóru 200 punds
sekkir
Vit byrjaðu so tíðliga sum
smádreingir at sigla. Heinesen
átti tveir bátar. Tann størri æt
William, og hin æt Fram. Hesar
bátar plagdu vit læna onkran
sunnudag, tá tað var gott veður.
Vit plagdu at sigla heim undir
Argir og norður aftur. Vit koma at
kenna hetta við seglum.
Vit løgdu so at teimum brúgv
um, sum vóru og máttu so sjálvir
fáa vøruna í land. Alt var í 200
pund sekkjum tá, og onnur vøra
var í stórum kassum. Men tað var
so fólk á landi at taka ímóti.
Andrias í Horni fekk altíð 200
punds sekkir av mjøli. Harald í
Syðradali bar hesar sekkir í fetli
heilt niðan í mjølstovuna hjá
Andrias. Hetta var ein fittur teinur
at ganga, og so skuldi eisini upp
gjøgnum trappur. Tað vóru knotur
í honum.
Teir seldu eisini timbur. Tað
varð goymt, har sum reinsaríið
hjá meiarínum var. Har sum Miðla
húsið er nú, kallaðist Vektarbúðin.
Uppi á loftinum varð millum
annað ull og fjøður goymd. Eg var
nokk so langa tíð í Vágsbotni.
Fiskur varð tikin ímóti í Steinpakk
húsinum. Tað er har, Jóan Jakku
seinni fekk skógvaforrætning. Salt
varð goymt í einum pakkhúsi, sum
varð kallað Gamla Brúgv.
Leiðarin í Vágsbotni var Rudolf
Andersen, sum var systirsonur
gamla Restorff. Hann búði
á Skálatrøð í hvítu húsunum
ovast í Konradsbrekku. Har búði
eisini gamli Frans, sonur gamla
Restorff. Hann var ein breiður
og tjúkkur maður. Hann mundi
viga eini 250 pund. Hann átti
tveir hestar at ríða á. Mourits hjá
Rubekki plagdi at hjálpa við at
passa teir og at saðla teir. Frants
verður seinni umrødduri í røðini
Hendur ið sleptu.
Tá í tíðini handlaði Heinesen
heima í Bringsnagøtu í húsunum
sum seinni gjørdist handilin hjá
Katrinu Christiansen.
Breyt beinið við
enskum trolara
Eg fór sjálvur at byggja hús uppi í
Bø. Kommunan seldi mær grund
stykki fyri 600 kr. Tað var dýrt tá.
Sjálvur gjørdi eg tað byggiklárt.
Jákup í Mattalág stoypti grundina
upp. Mads á Reyni gjørdi tað
omaná.
Tá húsini vóru liðug kostaðu tey
8.500 kr. Tað var nógv tá.
Mær dámdi væl at vera á sjón
um. Tá kemur ein Hull trolari á
Havnina og vil hava átta flekjarar
umborð.
Eg fór við. Hann kom bert tann
eina túrin. So kom ein Grims
bytrolari árið eftir, hetta var í
1924. Hann skuldi eisini hava
átta mans, og eg gjørdist ein
teirra. Hesir bretsku trolarar fóru
í saltfisk, og tað var tí, teir vildu
hava føroyskar flekjarar. Lønin
var 200 kr fyri túrin, sum vanliga
vardi 3034 dagar. Teir tóku um
120 tons. Eg var tríggjar túrar
við hesum trolara, sum kallaðist
Sea King. Tá vit vóru komnir í
helvt við seinasta túrinum, hendi
eitt óhapp ta einu náttina, vit
gjørdu reint. Hann trolaði, og tað
var tungur sjógvur. Trolið kom
fast í botn. Teir loraðu ikki út
av trumluni, sum tað plagar at
verða gjørt í slíkari støðu. Annar
veirurin knekkaði, og rakti beinið
á mær. Eg fekk eitt opið brot, og
øll høgra lið var illa løstað. Teir
kundu ikki koyra meg í lugarið,
tað var ov trongt. So eg varð
lagdur á eitt flekiborð frammi
undir bakkanum. Sjógvur gekk á.
Skiparin skonkti mær ein whisky
á flekiborðinum. Tað gjørdi gott.
Hann visti ikki ordiliga, hvar hann
var staddur. Tað var so tjúkt, og
tað var einki at miða seg eftir
uttan ein kumpass. Tað vardi
leingi, áðenn hann kendi landið
ordiliga. Tað tók 17 tímar, áðrenn
eg kom til lækna. Vit komu so
á Faskisfjørðin. Læknin og ein
annar maður kom umborð. Hann
hugdi at mær og risti við høvdi
num. Hann kundi einki gera. Vit
máttu so avstað aftur og komu
so á Eskifjørðin. Har kom eg á
hospital og lá har í meira enn 3
mánaðir.
Albert:
Lá 24 tímar beinbrotin á flekiborði
Næstu ferð
Hetta gjørdist eitt
vanlukkuligt óhapp. Albert
misti inntøku í fleiri ár. Hann
misti eisini húsini. Men hann
fótaði sær aftur
Handilshúsini í Vágsbotni sum M.C.Restorff keypti eftir kongaliga
einahandilin í 1856. Her arbeiddi Albert eisini
Fiskur verður turkaður á neystatekjum í Vágsbotni
Gomul mynd av Vágsbotni,
har vit kunnu síggja eina av
jaktunum sum er komin við
timburfarmi