Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-28, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mai 2008síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 100 - 28. mai 2008 33 tíðindi Vit hava fingið nýggj tíðindi frá Kára við Stein. Hann greiðir frá dag fyri dag 6. mai Í dag eru + 6 stig. Polar Amaroq fór nýggjan túr í morgun, og í kvøld kemur Polar Nagtoralik inn at landa. 7. mai Í dag er dýrdarveður og +2-3 stig frá morgunstundini av. Lómur kom inn at landa seinnapartin. Teir hava 125 tons inni. Lómur hevur rokast her útfyri Sisimiut. Teir hava fiskað knapt 400 tons i eina góda viku, óført. Anun- guaq 2, fyrrverandi Ludvig, landaði 102 tons síðsta túr. Ein norskur konsulentur, sum er her fyri Royal Greenland fortaldi fyri mær, at rækjurnar, sum Lómur og hinir bátanir koma inn við, og sum eru veiddar útfyri her, eru óvanliga stórar sammett við sama tídarskeið í fjør. Polar Nagtoralik loysti kl. 1600 í dag nýggjan túr. Teir skulla vera inni í Nuuk tann 9. juni at landa. Steffen C er inni í Nuuk og land- ar í dag. Teir hava gott 400 tons inni. Atlantic Enterprise manglar 140 tons í last. Teir skullu inn til St Anthony at landa. Síðan skullu teir til Harbour Grace at hava sýn og annað. Nú eru teir kroystir heilt suður á 55 stig fyri ísi, sum hevur verið óvanliga nógvur í vetur. Hartil er hann stórur og tjúkkur. Teir liggja saman vid sjey øðrum bátum. Inuksuk er inni og landar. Saputi liggur inni. Ocean Prawns skal fiska uppí, so skulla teir niður á skipasmiðju. 8. mai Í dag er stilli inni á landi, men nógvur vindur av norði er úti á. Ocean Tiger kom inn at landa í morgun. Teir hava gott og væl hálva last inni. Teir skulla skifta nakað av fólki eisini, so teir sleppa ikki avstað fyri í morgin. Teir vóru annars lidnir at landa kl 1400 í dag. Tasermiut kom inn til Nuuk at landa í morgun. 9. mai Í morgun var greytasvart í toku, men hon lætti um tíggjutíðina. Polar Qaasiut kom inn at seta fólk av. Teir skulla landa í Nuuk í morgin. Teir hava gott 400 tons inni. Ocean Tiger loysti kl 1500 í dag. Teir fóru til Eysturgrønlands at royna aftur. Her var fiskaríið hjá teimun onki serligt. Teir hava hoyrt, at teir norsku bátanir sum royna eystanfyri, hava haft brúkiligt fiskarí. Frætt er frá Polar Ekaluk. Teir eru inni í Illulisat og landa rækjur. Teir láta væl at fiskarínum. Polar Natarnaq skuldu fara at sigla til Nuuk at landa sekkjalastina. Teir hava fulla last, nú teir á eru á veg suður. 11. mai Í dag er dýrdarveður. Í morgun tá eg koyrdi út á Amertloqfjødrin, lá Kappin niðanfyri húsini hjá mær. Teir eru komnir higar at taka ímóti botngarnstoski. Sum skilst eru teir ikki byrjadir at fiska enn. Men søgur siga, at onkur hevur sett botngørn og skuldu fara í nátt at kanna um nakað var í. Annars láta bátarnir illa at rækjufiskarínum fyri tíðina, so skjótt broytist fiskaríið. 12. mai Í dag er kalt lot av norði. Tað vóru um 200 pund av toski í botngørnunum í nátt. Lómur kom inn at landa í morgun. Teir hava 125 tons inni. Støddin er minkað á rækjunum, og tær hava eisini slept rognunum. Síðani Lómur byrjaði hetta tørnið 14 apríl hava teir fiskað omanfyri 700 tons. Tað er óført. 13. mai Í dag er dýrdarveður. Kappin fór inn í Amertloqfjødrin í kvøld at taka ímóti fiski frá botngarnabát- unum. Sum eg skilji, skulla teir liggja inni við bygdina Sar- fanguaq. 14. mai Í dag er stilli, men hann hevur lovað vind og regn frá suðri. Lómur kom inn í morgun við onkrum breki við hydraulikkin- um. Tað byrjaði at regna í seinna- partin. Tað var eisini kavaælingur. Fleiri av teimun smærru rækju- bátunum koma søkkladnir inn at landa. Sum eg skilji, so royna teir allir norðuri við Kangatsiaq. 15. mai Í dag er hvítt í bakka. Tað er ikki tað, sum botngarnabátarnir hava brúk fyri nú. Søgur siga, at tað er ein øgilig skrift av fiski á ekko- loddinum inn í Amertloqfjørð- inum. Men tað stendur ov djúpt enn. Tá so varmin kemur verður spennandi, hvussu fiskaríið fer at ganga. Kappin fekk 5 tons i nátt, so teir eru byrjadir so smátt at fáa fisk. Skeljabáturin Anna Kiil kom inn vid onkrum breki. Teir láta væl at fiskiskapinum. Teir hava um 15 tons inn av pilkaðum skeljum inni. 18. mai Í dag er stilli og toka. Eg tosaði vid Kappan í morgun. Teir høvdu tikið ímóti gott 7 tonsum í fyrra- náttina og í síðstu nátt vóru kom- in gott 8 tons av toski. Tað er smáfallandi toskur. Teir skuldu suður í tann næsta fjørðin, Ikertoqfjødrurin sum hann eitur, at bróta ís. So skuldu teir leggja seg inni í eina vík at taka ímóti fiski aftur. Tað er um náttina, at teir tøma botngørnini. Um alt gongur normalt hjá teimum, so klára bátarnir at avreiða til Kapp- an, áðrenn sólin kemur fram. Hetta hevur týdning, tí fiskurin verður bleytur beinavegin um sól- in fær makt. Teir smærru rækju- bátanir koma tungir inn at landa. Teir royna uppi vid Kangatsiaq, nakað væl norðan fyri Norðara Streymfjørðin. Í morgin kemur Polar Amaroq inn at millumlanda Grønlandstíðindi: Tað bragdar við botnfiskaveiðu Grønlandstíðindi Kári við Stein Skeljabáturin Anna Kill Søkklaðin rækjubátur