Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-28, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mai 2008síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 100 - 28. mai 2008 tíðindi Í ársfrágreiðing síni sigur Landsverk millum annað, at teir tey seinastu nógvu árini hava kannað dýpið í firðum og sundum til sjókortframleiðslu og havnagerð, men í fjør byrjaði eitt nýtt tíðarskeið í sjóuppmáting ÁRSFRÁGREIÐING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað er nútímans tøknin, sum nú ger tað møguligt at gera uppmátingar á sjónum við 100% dekningi. Úrslitið er mest líkt fotografiskum myndum, sum lýsa havbotn­ in heilt niður í smálutir. Nýggja tøknin er ein fleirstráluskipan, sum ein AWI 570 bátur hjá Lands­ verk nú er útgjørdur við. Fleirstráluekkoloddið mátar í túsundatali av punktum í einari breiðari ál av havbotninum undir bátin­ um. Álin er umleið 3,5 ferðir so breið sum dýpið, ið mátað verður. Av tí at mált verður í ein­ ari viftu av ekkoloddstrálum undir bátinum, eru uttastu strálurnar serliga viðbreknar fyri rørslu í sjónum. Tí er neyðugt at staðfesta alla rørslu við einum sokallaðum gyro­ og rørslumátara. Tvær teldur í bátinum skrá­ seta og viðgera ta stóru mongdina av mátpunktum og tilhoyrandi upplýsing­ um. Nýggja tøknin tryggjar, at Landsverk nú lýkur øll krøv, ið havna­ og altjóða­ myndugleikar seta í sam­ bandi við sjóuppmáting. Við hesum amboðum verð­ ur dygdin á eftirlitinum í sambandi við nýbyggingar og viðlíkahald eisini mun­ andi betri. Talgild eftirgerð Sjóuppmátingar verða har­ umframt nýttar sum grund­ arlag undir eftirgjørdum streym­ og aldumodellum. Landsverk hevur seinastu árini miðvíst arbeitt við at menna førleikan í sambandi við talgilda eftirgerð av streym­ og alduviður­ skiftum, sum oftast verður nýtt til at dygdartryggja verkætlanaruppskot, so at til dømis ein brimgarður fær røttu hæddina, rætta skapið og røttu leguna. Talgildu modellini verða somuleiðis nýtt til eftirgerð av aldu og sjóvarfalli kring Føroyar og til framleiðslu av forsagnum. Royndirnar við eftirgjørdu modellunum vísa samsvar millum hesar og fysisku modellroyndinar. Eftirgjørdu modellini er góð og bílig í mun til sera kostnaðarmiklu modell­ royndirnar, skrivar Lands­ verk millum annað í ársfrá­ greiðing síni. LV kannar sund og firðir Fleirstráluekkoloddið ger, at dýpdarmátingarnar eru munandi neyvari enn tær hava verið Her sæst Ólavur Gregersen á havsins botni