hósdagur 29. mai 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 101 - 29. mai 2008
Bankar skulu vísa varsemi
Í Íslandi eru nógv fólk og serstakliga fólk í yngri árum
komin í fíggjarligar trupulleikar, eftir at bankarnir gjørdu av
at tátta í. Tað fekk í gjár ráðharran Jóhonnu Sigurðardóttir til
at mæla bankunum til at vísa varsemi og at vera lagaligir
mótvegis teimum, sum hava ilt við at halda sínar skyldur.
Ein uppgerð hjá íslendsku bankunum vísir, at nógv fólk eru
komin í trupulleikar, síðani bankarnir í vetur valdu at halda
aftur í útlánunum.
Stjala benzin
Í Danmark kæra benzinstøðirnar seg um,
at altsamt fleiri fólk fylla tangan á bilinum
uttan at gjalda. Tey fylla tangan og stinga
so av, skrivar Politiken. Myndaupptøkur
hava eisini avdúkað, at summi fjala
nummarpláturnar á bilinum, so
upptøkutólini ikki kunnu avdúka tey.
Donsku benzinsølurnar meta, at fólk stjala
benzin og olju fyri einar 15 milliónir
krónur um árið, men at trupulleikin er
vaksin munandi, nú benzinið er so dýrt.
Á Landssjúkrahúsin
um skulu sjúklingar
ikki longur rokna við
at fáa heilivág ella
røkt, og somuleiðis
fara bíðilistarnar at
longjast munandi.
Samgongan vil ikki
játta Landssjúkrahús
inum meiri pengar.
Tí verður neyðugt at
skera virksemið heilt
inn á bein
Landssjúkrahúsið
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Landssjúkrahúsið er við at
fara í knús og støðan er
heilt ólukkulig.
Tað er niðurstøðan, nú
tað er greitt at tey vera
noydd at seta álvarsliga
sparingar í verk.
Sparingarnar verða so
stórar, at hereftir skulu sjúk
lingar hvørki rokna við at
fáa tann heilivág ella ta
røkt, sum teir høvdu fingið
undir vanligum umstøðum.
Leiðslan á Landssjúkra
húsinum hevur nú roknað
út, at skulu tey framyvir klá
ra at varðveita virksemið á
sama støði sum nú, verður
neyðugt at fáa 30 milliónir
afturat til raksturin til tað,
sum er eftir av árinum.
Men nú fíggjarlógin er til
viðgerðar í Løgtinginum,
kann staðfestast, at ætlanin
er ikki, at Landssjúkrahúsið
skal fáa neyðugu játtanina.
Skerast inn á bein
Landssjúkrahúsið
hevur
gjørt vart við, at skal virk
semið á okkara høvuðs
sjúkrahúsi
varðveitast
óbroytt, skulu tey hava 374
milliónir at arbeiða við í ár.
Men á fíggjarlógini er
bara ætlanin at játta teimum
345 milliónir.
Talan er bæði um lønir,
olju og aðrar útreiðslur,
sum eru munandi hækkaðar
og harafturat er heilivágur
in blivin munandi dýrari.
Allan Skaalum, stjóri á
Landssjúkrahúsinum sigur,
at tey nú eru farin at fyrirei
ka seg upp á at seta álvars
ligar sparingar í verk.
Fáa vit ikki meiri pening
enn tær 345 milliónirnar,
sum nú standa á fíggjarlóg
ini, fáa vit verri enn so varð
veitt sama virksemi í ár,
sum vit høvdu í fjør, tí so
mangla vit heilar 30 millión
ir, staðfestir hann.
Tí verður talan um eina
heilt munandi skerjing, tí
hetta svarar í veruleikanum
til eina skerjing upp á 60
milliónir um árið
Hann sigur, at av tí at tal
an er um so stórar upphædd
ir, sum skulu sparast, munar
tað onki at koma við avmark
aðum inntrivum.
Tvørturímóti verður tað
neyðugt at skera heilt inn á
bein, so hetta fer at fáa heilt
álvarsligar avleiðingar fyri
virksemið á Landssjúkra
húsinum.
Ikki ráð til heili
vág og røkt
Allan Skaalum staðfestir, at
skulu 30 milliónir sparast
tað, sum eftir er av árinum,
munar tað lítið at siga fólki
upp, tí tey flestu hava eina
uppsagnartíð upp á fleiri
mánaðir.
Skulu vit tosa um at spa
ra í eini knappari vending,
sum tað nú verður talan um,
er tað einasta sum veruliga
munar at avmarka keyp av
vørum og tænastum mest
møguligt.
Á
Landssjúkrahúsinum
hevur leiðslan gjørt sær
nakrar tankar um, hvussu
tey skulu bera seg at vit at
spara 30 milliónir, tað, sum
eftir er av árinum.
Ein máti er, at hereftir
verður yvirtíð ikki útgoldin,
men skal avspákast. Tað
verður helst eisini so, at
yvirtíð,
sum
longu
er
arbeitt, verður heldur ikki
útgoldin, men skal avspák
ast.
Møguleikin fyri at fáa
vikarar, verður somuleiðis
eisini munandi skerdir fyri
ikki at siga, at teir verða
heilt burtur.
Tað merkir, so at saman
umtikið má virksemið skerj
ast.
Men tað verður eisini
neyðugt at avmarka keypið
av heilivági og øðrum tæn
astum, mest møguligt.
Vit mugu síggja í eyg
uni, at vit mugu rætt og
slætt halda uppat at keypa
ávísan heilivág.
Tað fer so eisini at merk
ja, at sjúklingar fara ikki at
fáa tann heilivág, sum teir
annars høvdu fingið undir
vanligum umstøðum.
Stjórin á Landssjúkrahúsi
num sigur, at tað verður eisi
ni neyðugt útseta allar við
gerðir, sum yvirhøvur kun
nu bíða til næsta ár.
Tað merkir, at skurðvið
gerðir og aðrar viðgerðir,
sum ætlanin var at gera í ár,
verða útsettar til næsta ár,
allastaðni har tað yvirhøvur
ber til.
Sostatt verður tað eisini
ein avleiðing av sparingun
um, at bíðilistarnir fara at
longjast munandi, leggur
sjúkrahússtjórin afturat.
Mugu heilt á botn
Hann sigur, at hendan spar
ingin upp á 30 milliónir
upp á eitt hálvt ár, svarar til
eina sparing upp á 60 mil
liónir um árið og so verður
talan um eitt heilt øðrvísi
Landssjúkrahús, enn vit
kenna tað í dag.
So noyðast vit at seta
okkum niður og hugsa um
at byrja frá nullpunktinum
og ganga útfrá at vit onki
sjúkrahús hava yvirhøvur.
So mugu vit hugsa okkum
til, at vit vilja gera okkum
eitt sjúkrahús og skulu taka
støðu til, hvørjar funktiónir,
tað avgjørt er neyðugt at
hava á einum sjúkrahúsi og
so mugu vit skipa tær fyrst.
Tað merkir, at í fyrstu
atløgu skipa vit eina skaða
stovu, eina intensiva deild,
eina hjartadeild og eina
føðideild.
Og so mugu vit vita,
hvat virksemi, vit annars
fáa ráð til afturat, sigur All
an Skaalum.
Hann sigur, at tað, sum
fer fram í løtuni, virkar so
veruleikafjart, at hann ivast
í um hetta veruliga er polit
iski viljin, ella um talan
rætt og slætt er um eina mis
skiljing og at politikarar
veruliga halda, at Lands
sjúkrahúsið kann rekast
ótarnað fyri tær 345 millión
irnar, sum nú eru til taks.
Men tað so fáa vit so at
vita í dag og í morgin....
Mugu halda játtanina
Nú hevur Landsstýrismað
urin í almannaog heilsu
málum staðiliga víst á, at
Landssjúkrahúsið skal ikki
spara og vísir tað seg seinni
í ár, at neyðugt verður við
hægri játtan, skal meiri pen
ingur eisini játtast.
Men hetta liva tey ikki
leingi av á Landssjúkrahúsi
num.
Tað er ongin ivi um, at
vit noyðast at laga okkara
virksemi eftir teirri játtan,
sum stendur á fíggjarlógini,
sigur Allan Skaalum.
Higartil í ár hava vit
virkað eftir eini bráfeingis
fíggjarlóg og tað merkir, at
vit skulu hava óbroytt virk
semi. Kortini fáa vit eitt
hall í ár upp á 30 milliónir
krónur.
Men tá ið fíggjarlógin er
samtykt, hava vit ikki annað
val enn at fyrihalda okkum
til hana og halda okkum til
játtanina, sum stendur á
henni.
Ongin viðmerking
Hans Pauli Strøm, lands
stýrismaður, hevur ongar
viðmerkingar í løtuni, men
hann vísir til eina avtalu í
samgonguni, at vísir ein
kanning, sum nú skal setast
í verk, at brúk er fyri meiri
peningi, skal samgongan
eisini játta meiri.
Men er tað rímiligt, at
starvsfólk og sjúklingar sku
lu liva í óvissu í fleiri mán
aðir?
Tað havi eg onga við
merking til beint nú.
Ongar pengar til heilivág
Fáa vit ikki meiri pening,
fer tað at raka sjúklingarnar
meint, sigur Allan Skaalum,
stjóri á Landssjúkrahúsinum.
Hann spyr um hetta veruliga
er tað, politikararnir vilja,
ella um talan rætt og slætt er
um eina misskiljing