Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. mai 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 101 - 29. mai 2008 Um vikuskiftið skipar Sørvágs kommuna fyri mentanarvikuskifti, har fleiri listaframsýningar eru á skránni í øllum fýra bygdunum í kommununi MENTANAR­ VIKUSKIFTI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Mentanin verður sett í há­sæti um vikuskiftið, tá­ Sørvá­gs kommuna skipar fyri fyrsta, men ætlandi afturvendandi mentanar­ vikuskiftinum í kommun­ uni. Byrjað verður fríggja­ kvøldið, tá­ listaframsýning við Lassa Sørensen letur upp. Seinni um kvøldið, klokkan 20, verður kafé­ kvøld við sangi og upplestri í fimleikahøllini í skúl­ anum. Tónleikarar verða Martin Joensen, Magnus á­ Stongum, Jóan Jakku Gutte­ sen og Holgar Jacobsen. Eisini verður felagssangur, sum Remi Hansen og Já­kup á­ Stongum skipa fyri. Jóan Pauli Joensen, Marna Joen­ sen og Pá­ll Weihe fara at hugleiða. Stóri dagurin verður sum vera man leygardagurin. Byrjað verður klokkan 10 fyrrapart, tá­ Já­kup Suni Lauritsen, borgarstjóri, fer at seta mentanarvikuskiftið. Havnar Hornorkestur og Sørvá­gs Tónleikarfelag spæla. Tá­ verður eisini nýggja tiltakið »Ársins borgari« skotið í gongd. Eisini hetta er ætlað sum eitt aftur­ vendandi tiltak. Serligur dentur verður lagdur á­ listina. Listafram­ sýningar verða í øllum fýra bygdunum í kommununi við lokalum listafólkum. Hesar lata upp klokkan 11. Í Sørvá­gi er tað Lassi Sørensen sum sýnir fram í GarraríS, í Gá­sadali sýnir Poul Skarðenni fram í skúl­ anum, í Bø verður listafram­ sýning í Búri við Sigrid Ewald, Trónda Niclasen og Hervør Hergudóttir, og í Mykinesi verður listafram­ sýning í skúlanum við Ká­ra Svensson. Fólkafundur Seinni um dagin, frá­ klokk­ an 17 til 20, verður ein onn­ ur listaframsýning við Zaka­ ris Heinesen í Pakkhúsinum í Bø. Eisini verður ein fram­ sýning í húsunum við Gil av gomlum myndum og skjølum. Um kvøldið verður kafé­ kvøld í Missiónshúsinum, har Tórfríð og G.O.G, Trón­ dur í Bø og Hallur skipa fyri. Hetta tiltakið byrjar klokkan 19. Seinni um kvøldið, klokkan 21, verður hugnakvøld í Viðurbyrgi í Bø, har Katrina Petersen og Torfríð Tavsen fara at syngja, Sá­mal Ravnsfjall fer at syngja og spæla, felagssangur verður við harmoniku og Gullberg Gullfoss fer at hugleiða. Eisini verður matsøla við føroyskum viðskera. Leygarkvøldið endar við dansi í Biohøllini við Tinga­ nest. Sunnudagin verður svimji­ høllin alment opin frá­ 8 til 10 á­ morgni, og so verður gudstænasta klokkan 11. Listaframsýningarnar í skúlanum í Mykinesi hjá­ Ká­ra Svensson og í Pakk­ húsinum í Bø við Zakaris Heinesen eru eisini opnar sunnudagin, og so verður ein gamal tá­ttur tikin upp aftur. Tað verður nevniliga skipað fyri einum fólkafundi á­ Stakka, har Vilhelm Johannesen, fyrrverandi politikari, fer at flyta fram røðu. Mentanarvikuskiftið end­ ar við einari konsert í kirkj­ uni í Sørvá­gi við næmingum úr Musikkskúlanum í Vá­g­ um. Fiskalýsi sum brenni Í Grønlandi er Piorsaavik, Maniitsoq Innovationshus Aps. farið undir at kanna, um tað ber til at nýta fiskalýsi sum brenniolju. Samstundis verður kannað, um tað ber til at frysta kóp og og onnur súgdjór úr havinum og at brúka tey sum hundafóður á­ bygd. Ætlanin er at byggja smá­ar og einfaldar støðir, sum bygdarfólkini kunnu reka. Kanningarnar eru komnar so mikið langt, at eitt úrslit verður lagt fram á­ fundi um vikuskiftið. Hugsa um prísin Hóast fólkatalið í Týsklandi er tað størsta í Evropa, so er týski marknaðurin fyri fiskavørum ikki so stórur, sum fólkatalið kundi bent á­. Tað sigur Peter Dill, stjóri í Deutsche See. Hann sigur, at nógvir fiskaútflytarar í øðrum londum hava eina skeiva uppfatan av týska marknaðinum. Sambært Peter Dill hyggur týski keyparin gjølla at prísinum, tá­ hann keypir mat, og hann vil heldur hava há­lvlidna vøru enn lidnar rættir, sigur hann. Mentanin í hásæti í Sørvági Grønlendingar umhugsa at brúka fiskalýsi til brenniolju (Mynd: KNR) Í einari nýggjari kunngerð er ein nýggj §3 sett inn sum sigur: Sigarettir, sigarillos, sigarir og aðrar tubbaksvørur kunnu ikki flytast inn toll- og avgjaldsfrítt TOLLUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Nú skal ikki longur verða loyvt at flyta sigarettir inn tollfrítt. Tað verður staðfest í einari nýggjari kunngerð, sum Karsten Hansen, fíggj­ armá­lará­ðharri hevur gjørt. ­ Avgjald á­ sigarettum er fyri í løgtinginum í løtuni, og eg haldi, at hetta er løtan at gera broytingina í toll­ fríari sølu av tubbaki. Hetta verður gjørt bæði av heilsu­ ligum orsøkum og fyri at javnstilla fólk, sigur Karsten Hansen. Hann vísir á­, at tað eru fólk, sum ferðast ógvuliga nógv, og hesi fá­a ein fyri­ mun mótvegis teimum, sum nærum ongantíð ferðast. ­ Tá­ fólk velja at roykja, so eiga tey eisini at vera við til at gjalda fyri teir skaðar, sum royking elvir til. Og tað gera fólk ikki, um tey kunnu keypa tubbakið toll­ frítt umborð á­ skipum ella flogførum, sigur Karsten Hansen. Fíggjarmá­lará­ðharrin slær fast, at tað er ikki fyri at útvega landskassanum nakrar eyka krónur, at hetta tiltakið verður sett í verk. ­ Var tað fyri tær fá­u krón­ urnar, sum landskassin helst fær í eyka intøku, so kundi tað verið gjørt á­ annan há­tt, sigur Karsten Hansen. Hann harmast um, at Smyril Line og Atlantsflog helsgt fara at missa inntøkur av hesi nýggju kunngerð­ ini. ­ Tað er tann keðiligi part­ urin í hesum má­linum, men bæði Smyril Line og Atlants­ flog hava ríkiligar møgu­ leikar at kompensera fyri mistar inntøkur av tollfríari sølu av tubbaksvørum, sig­ ur Karsten Hansen. Steinur oman á byrðu Flutningsfeløgini eru alt annað en fegin um hesa kunngerðina. Bæði Andras Róin, stjóri á­ Smyril Line, og Magni Arge, stjóri í Atlantsflog, fýlast á­, at teir als ikki eru eftirspurdir, eins og teir eru samdir um, at skotbrá­ið er alt ov stutt. ­ Vit eru rættiliga skelkað av, at man bara setir eina slíka kunngerð í gildi, uttan at spyrja raktu partarnar, og uttan at hava nakra hoyr­ ingsfreist yvirhøvur, sigur Andras Róin, stjóriu á­ Smyril Line. Hann vísir á­, at orsøkin til, at man hevur hoyrings­ freistir, er fyri at raktu partarnir kunnu tillaga seg til broyttu umstøðurnar. ­ Tað er undarligt, at man velur at koyra smá­ttaríir gjøgnum løgtingið, meðan man orðnar stóru má­lini við einari kunngerð. Tað kann væl vera, at heimild­ irnar eru í lagi, men hetta er ein lítið gjøgnumhugsað broyting, sigur Andras Róin. Eisini Magni Arge, stjóri í Atlantsflog, er sera harmur um hesa broytingina í toll­ fríu søluni. ­ Eitt er at hetta kemur so brá­dliga á­, men við teimum trupulleikum sum flutnings­ feløg framman undan hava, serliga tá­ hugsað verður um høgu oljuprísirnar, so verð­ ur hetta steinur oman á­ byrðu. Eg veit ikki, um hetta er ein roynd at for­ koma ferðavinnuni, men tað rakar í hvussu er ógvu­ liga meint, sigur Magni Arge. Hann vísir víðari á­, at all­ ar publikatiónir um Føroyar siga, at loyvt er at flyta inn 200 sigarettir tollfrítt, men við nýggju kunngerðini verða ferðafólk mest sum kriminaliserað. ­ Samanbera vit við ES, so var har talan um heilt av avtaka tollfría sølu, og tað var ein tilgongd, sum vardi í fleiri á­r, so ferðafeløgini fingu góða tíð at tillaga seg til nýggjar fortreytir. Her verður alt bara kroyst niður yvir okkum. Vit hava gjørt vart við okkum á­ røttum stað, og so kunnu vit bert vóna, at vit í minsta lagi fá­a tíð at laga okkum til eina nýggja støðu, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflog. Slutt við tollfríum tubbakki Karsten Hansen ætlar, at tað frá 1. juli í ár ikki longur skal verða loyvt at flyta inn sigarettir toll- og avgjaldsfrítt