Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. mai 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 101 - 29. mai 2008 Mærsk ger kvetti Pengarnir renna í kassan hjá danska felagnum Mærsk Olie og Gas, nú oljuprísurin er so høgur, og sambært Børsen kann hetta hava við sær, at oljudeildin hjá A.P. Møller-Mærsk fer at vinna minst fimm milliardir krónur eyka í ár. Í fjør var meðalprísurin á olju 72 dollarar og higartil í ár 104 dollarar. Í løtuni liggur hann um 130 dollarar fyri tunnuna. A.P. Møller hevur fyrr sagt, at 10 dollarar eyka geva felagnum 380 milliónir dollarar. Mærsk ger kvetti av tí góða oljuprísinum Mynd: DR Í dag skifta sam­skiftis­ fyritøkurnar Kall og Eitt navn og grafiskan sam­leika og gerast ein sjónligari partar av altjóða fyritøkuni Vodafone Vinna Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Á tíðindafundi í morgun boðaði telefyritøkan Kall frá, at framyvir verður felag- ið ikki appilsingult men reytt. Hetta kemst av, at fyri- tøkan hevur tikið til sín brandið hjá altjóða fyritøk- uni Vodafone, sum seinastu tvey árini hevur átt í Kalli. Í tíðindaskrivi sigur felagið, at eftir hetta hamskiftið verð- ur føroyski fjarskiftis- heimurin ikki tann sami longur, tí tey ætla eisini, at tað kemur at merkja betri vørur og tænastur, betri sam- band og lagaligari prísir. Bjarni Askham, stjóri í fyrrverandi Kall, núverandi Vodafone í Føroyum, sigur við Sosialin, at fyri at gerast Vodafone partnari skalt tú liva upp til ávís krøv, bæði í mun til tøkni og tænastu. Felagið sigur eisini, at arbeitt hevur verið við hesum hamskiftinum í yvir tvey ár. Nógvar tøkniligar tillagingar eru gjørdar, men tað skuldu eisini nógvar góðkenningar til, bæði frá føroyskum myndugleikum og frá Vodafone. Vodafone kontra kall Vodafone er ein risi, tá talan er um altjóða telesamskifti. Millum annað hevur fyritøk- an roamingavtalur við fleiri enn 200 veitarar í yvir 100 londum aftur ímóti teimum 111 avtalunum, sum Kall hevði í 68 londum. Umframt hetta fæst dataroaming á net- inum hjá fleiri enn 60 veitarum kring heimin. Kall hevði bert eina tílíka avtalu. Við einum kundaskara, sum telur 252 milliónir fólk, merkir hetta, at føroyskir kundar kunnu fáa tænastur sum Black Berry og Euro- Tariff aftur at øllum teimum gomlu Kall tilboðunum. Eis- ini ber til at keypa Vodafone brandaðar telefonir fyri lagaligari prísir. Ætlanin er, at vørur og tænastur, sum eru at fáa í øðrum londum, skulu eisini vera at fáa á føroyska marknaðinum. Avbjóðing hjá Sendistovuni Allan Dalsgarð frá samskift- isfyritøkuni Sendistovuni, sum hevur staðið fyri at broyta grafiska búnan hjá Kalli frá appilsingulum til reyðan, sigur við Sosialin og Rás 2, at hetta helst er størsta uppgávan av hesum slag higartil hjá teimum. - Vit sendu ein her av fólki út í nátt at taka gomul skelti niður og at heingja nýggj upp. Handlarnir hjá Kalli, búnar og alt annað til- far er eisini broytt eftir ein- ari nátt, sigur hann. Kall verður reytt Vodafone Group Plc er heimsins fremsta telefelag í fartelefoni. Vodafone hevur týðandi leiklutir á marknaðum í Evropa, Miðeystri, Afrika, Asia, Kyrrahavsøkinum og í USA. 31. desember 2007 var talið á skrásettum brúkarum hjá Vodafone 252 milliónir. Vodafone hevur virknar íløgur og ognir í 25 londum í 5 heimspørtum og samstarvar harafturat við 41 ymisk netverksfeløg. Vodafone Føroyar er samstarvsfelagi hjá Vodafone, eins og Vodafone Ísland, danska TDC o.o. Partabrøv í Vodafone eru skrásett á London Stock Exchange og á New York Stock Exchange. Vodafone hevði tann 31. desember 2007 eitt samlað kapitaliserað virði á umleið 990 milliardir krónur. Reyði liturin og búmerkið hjá Vodafone munnu vera alkend kring allan ítróttaheimin, eitt nú samstarvið við McLaren Mercedes í formil 1 og UEFA Champions League. Vodafone hevur høvuðssæti í Onglandi. Føroyska høvuðsskrivstovan verður framvegis á Óðinshædd. FAKTA um Vodafon Bjarni Askham, stjóri, sigur, at eftir hamskiftið verður føroyski fjarskiftisheimurin ikki tann sami longur Mynd: Álvur Haraldsen Kristian R. David­ sen, stjóri í Føroya Tele, ræðist ikki reyða logoið hjá tele­ risanum­ Vodafone. – Vit fara sjálvandi at fylgja tropp, og bjóða júst som­u tilboð og tænastur sum­ kapping­ arneytin, sigur hann Vinna Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Kristian R. Davidsen, stjóri í Føroya Tele, sigur við Sosi- alin, at í hansara hugaheimi er sum so ongin broyting á føroyska telemarknaðinum í dag í mun til í gjár. - Kall bleiv til Vodafone fyri tveimum árum síðani. So hetta er ikki annað enn ein staðfesting av hesum eig- araskiftinum, sigur Kristian R. Davidsen. Men samstund- is leggur hann dent á, at til- boðini, sum Vodafone kemur við, eisini verða at finna í vøruskránni hjá Føroya Tele. Ongin náði longur Higartil hevur tað verið soleiðis, at fjarskiftiseftir- litið hevur regulerað kapp- ingina millum stóra Føroya Tele og lítla Kall. Endamálið við hesum átøkum hevur verið at útjavna kappingina millum feløgini bæði, fyri á tann hátt at skapa virkis- grundarlag fyri báðar partar á føroyska marknaðinum. Stjórin í Føroya Tele sig- ur, at tað hevur tað týdning, at Kall hevur átikið sær samleikan hjá einum av heimsins størstu telerisum. - Við navnabroytingini sigur Kall, at nú er felagið blivið stórt. Tí skulu allar kappingaravlagandi forðing- ar sjálvandi takast av bein- anvegin. Alt sum eitur regul- eringar og atlit eiga sjálv- andi ikki at vera longur, sigur Kristian R. Davidsen. Hann væntar ikki, at tað verður neyðugt hjá Føroya Tele at heita á Fjarskiftis- eftirlitið í hesum sambandi, tí, sum hann málber seg: Tað hendir púra natúrligt. Bjóða tað sama Kristian R. Davidsen sigur, at teirra kundar hava onga orsøk til at skifta felag. Til dømis ætlar Vodafone at bjóða somu lágu prísir, sum restin av ES og EFTA. Men sambært Kristian P. David- sen hevur Føroya Tele eisini leingi arbeitt við hesum, og innan stutta tíð kunnu tey bjóða somu prísir. Sostatt ætlar gamla føroyska felag- ið bæði at bjóða samskifti- sloysnir sum Black Berry og EuroTariff. Serfrøðingar í Føroyum Spurdur, hvørjar fyrimunir hetta nýggja stigið á markn- aðinum kann fáa fyri Føroya Tele, sigur Kristian R. Davidsen soleiðis: - Okkara kundar hava fyrimun av, at vit smidliga kunnu laga okkum til før- oyska marknaðin. Fyri Før- oya Tele er føroyski markn- aðurin heimavøllur, hjá hin- um er Føroyar tann minsti marknaðurin. Hetta átti at verið okkara fyrimunur, sigur Kristian R. Davidsen. - Men tað er altíð gott fyri kundan, at kappingin herð- ist, staðfestir hann at enda. Kappingin herðist - Við navnabroyt- ingini sigur Kall, at nú er felagið blivið stórt. Tí skulu allar kappingaravlagandi forðingar sjálv- andi takast av beinanvegin, sigur Kristian R. Davidsen, stjóri í Føroya Tele.