Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. mai 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 101 - 29. mai 2008 - Sum borgari havi eg hug at krevja eitt vælgrundað svar upp á, hví ein loysn, sum at síggja til bæði er praktiskari, tryggari - og í longdini eisini bíligari - ikki verður tikin upp á tungu í sambandi við vegaføringina í Leirvík, sigur Rúna Sivertsen, fyrrverandi formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd Vegaføring Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í viðmerking í bløðunum hevur Rúna Sivertsen, fyrr­ verandi formaður í Ráðnum fyri Ferðsutrygd, lagt seg út í kjakið um vegaføringina í Leirvík í sambandi við Norðoyatunnilin. Í stuttum mælir hon Bjørt Samuelsen, landsstýris­ kvinnu í samferðslumálum, til at gera eina brúgv úr grótkastinum á syðra enda á havnalagnum í Leirvík og norður á grótkastið við ferjuleguna. Rúna vísir á, at politikarar í fleiri ár hava klandrast um, hvar vegurin úr Norð­ oyatunlinum skal liggja, men framvegis røkist lítið fyri semju. ­ Tað undrar meg, at lítið og einki hevur verið at hoyrt um eina møguliga brúgva­ loysn í hesum sambandi. Ein brúgv hevði helst bæði verið ferðslutryggari, prakt­ iskari og bíligari, heldur fyrrverandi formaðurin í RFF. Eingin meinbogi Í viðmerkingini sigur Rúna, at ein brúgv eisini hevði stytt um farleiðina, samstun­ dis sum hon hevði sloppið leirvíkingum undan einum landsvegi, sum vísir seg at vera til forargilsi hjá bygd­ arfólkinum – líka mikið, hvar vegurin verður lagdur. ­ Um rætt verður atborið, nýtist ein brúgvaloysn ikki at verða nakar stórur mein­ bogi fyri leirvíkingar, hel­ dur fyrrverandi formaðurin í Ráðnum fyri Ferðslu­ trygd. Tað undrar Rúnu, at eingin hevur tikið eina møguliga brúgvaloysn í Leirvík í álvara. ­ Sum borgari havi eg hug at krevja eitt væl­ grundað svar upp á, hví ein brúgvaloysn ikki verður tik­ in upp á tungu. Hon vísir á, at Landsverk roynir at leggja allar vegir so niðarlaga sum gjørligt, tí jú ovari ein vegur liggur, verri er hann á vetri við kava og hálku. 18 metrar høg ­ Ein brúgv verður einar 350 metrar long. Hon er stutt, trygg og heilt uttanfyri allan annan veg. Hetta merkir, at tú sparir viðlíka­ hald, frákoyringar og annað, sum má gerast í samband við ein veg – antin hann liggur ovari ella niðari í bygdini, sigur Rúna Sivert­ sen. Sambært uppskotinum, sum Dávur Winther í sínari tíð spældi sær við á telduni, er brúgvin einar 18 metrar høg, og soleiðis er hædd eisini tikin fyri, at skip kunnu sigla inn og út av Leirvík. Í uppskotinum hjá Dáva Winther verður brúgvin borin av trimum súlum. Brúgv er loysnin í Leirvík Prísurin á norskum alitoski er hægri enn prísurin á villum toski noreg Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í síðstu viku fingu norskir útflytarar í miðal 64 norskar krónur fyri kilo av frystum toskaflaki. Tað er ein króna meira enn fyri einum ári síðan, og stívliga 4 krónur meira enn miðalprísurin fyri árið í ár. Prísurin á feskum toski var í síðstu viku 30,10 krón­ ur fyri kilo, og miðalprísurin fyri árið í ár hevur verið 31,30 norskar krónur. Miðalprísurin á feskum toski í Noregi higartil í ár liggur tískil á sama støði sum í fyrra hálvári í fjør. Prísurin á alitoski var 37,71 norskar krónur í mið­ al fyri kilo í síðstu viku, og tað er sama príslega sum um somu tíð í fjør. Prísirnir, sum talan er um, eru teir, sum norskir útflytarar hava fingið fyri fisk á útlendska marknað­ inum. Toskaprísurin heldur sær væl Toskur er gull verdur í fiskiveiði og framleiðslu Mynd av skitsu við brúgv millum grótkastini í Leirvík, sum Dávur Winther hevur gjørt. Ein brúgv hevði ikki lutað bygdina sundur, sum ein vegur kann gera, og skipini kundu siglt inn og út sum áður Á hesum vegastrekki hava fleiri ferðsluóhapp verið, har bilar, sum koma eftir vegnum úr Norðoyatunlinum, koyra beint út á landsvegin út á Vík Mynd: Vilmund Jacobsen Ikki dýrt allastaðni Tað er ikki allastaðni í heiminum, at olju­ og bensin­ prísurin er methøgur. Heimsins lægsta bensinprís finnur tú í Venesuela, har liturin ikki kostar meiri enn 24 oyru. Heldur dýrari er tað at tanka upp í Turkmenistan, har liturin kostar 38 oyru. Í heimsins størsta oljulandi, Saudi Arabien, mugu bilførararnir av við 57 oyru fyri liturin, ein prísur, sum svarar til framleiðslukostnaðin. Nógv lond hava ein bensinprís sum er undir heimsmarknaðarprís­ inum upp á 3,95 krónur. Frágreiðingin er antin, sum í Saudi Arabien og Venesuela, at íbúgvarnir skulu njóta gott av náttúrutilfeinginum, ella eitt ynski um at tryggja íbúgvunum bíligt brennievni og halda inflatiónini niðri.