hósdagur 29. mai 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 101 - 29. mai 2008
Gera aftur útferðir til
Stóru Dímunar
Viðrar verður útferð gjørd til Stóru Dímunar við »Hvíthamri« av Sandi sunnudagin 15.
juni. Farið verður av Sandi kl. 10.30. Teistin siglir av Gomlurætt kl. 9.45 og í Skopun
er bussamband til havnina á Sandi. Túrurin byrjar í Sands Havn kl 10.30. Umborð er
tað Jóan Petur Clementsen (bátasmiður), ið er skipari. Í Dímun verður gingið upp
gjøgnum Kleivina saman við Dímunarbóndanum, sum eisini verður ferðaleiðari á
oynni. Til túrin er tað gott at hava heit klæði við og matpakka. Túrurin verður einans
sigldur, um veðrið er til vildar, sigur Sandoyar Kunningarstova. Har verður eisini sagt,
at meldast skal til hjá teimum og at pláss er fyri 12 fólkum.
Stakir uppihaldarar fáa nú
ein eyka styrk
Lógin um barnaískoyti til stakar uppihaldarar er samtykt í Løgtinginum og kemur í
gildi 1. september 2008. Fyrsta útgjaldið verður um mánaðarskiftið september/oktober.
- Endamálið við lógini er at veita einum bólki í samfelagnum, sum ofta hevur torført
við at fáa endarnar at røkka saman, ein fíggjarligan styrk. Barnaískoyti til stakar
uppihaldarar er eitt av mínum hjartamálum, og eg fegnist um, at tað nú er eydnast at
fáa lógina samtykta, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almannamálum.
Barnaískoyti til stakar uppihaldarar er 6000 krónur um árið fyri hvørt barnið og verður
útgoldið eftir umsókn. Almannastovan umsitur barnaískoyti og fer um stutta tíð at
kunna um viðurskiftir í sambandi við at søkja ískoyti.
Javn-
støðu-
kjak í
Miðla-
húsinum
Tað var á kjakfundi í
Miðlahúsinum
mána-
kvøldið, at Marita Ras-
mussen, stjóri í Vinnu-
húsinum segði nøkur vís-
dómsorð. Vit hava hitt
hana og biðið hana greitt
lesarum okkara frá hes-
um eisini.
Á kjakfundinum var
evnið annars barsilsskip-
anin,
javnstøða
og
arbeiðsmarknaður. Tað
var
Kvinnufelagið
í
Havn, sum skipaði fyri
fundinum.
Umframt
vísdóms-
orðini frá Maritu Ras-
mussen, so vóru eisini
fleir viðkomandi spurn-
ingar reistir, so sum,
hvussu vit gera tað meira
lokkandi at vera nýbakað
barnafamilja í Føroyum?
Hvussu laga vit barsils-
skipanina til, so hon livir
upp til nútíðar krøv?
Spurningurin um javn-
støðu millum mann og
kvinnu var eisini reistur,
og hvussu vit laga hetta
til broytta arbeiðsmarkn-
aðin.
Á skránni varð eisini
peptalk við Kristionnu
Winther Poulsen, for-
kvinnu í Javnstøðunevnd-
ini, og Jenny A. í Heiðun-
um segði sína hjartans
meining um at vera í
barsilsfarloyvi við tveim-
um smáum børnum, með-
an karrieran sum Confer-
ence & Event Manager á
Hotel Føroyum eisini
krevur sítt.
Allir fløskuhálsar, sum
elva til at fólk ikki vilja
flyta heimaftur, skulu
burtur. Javnstøðan
skal fremjast, og um
neyðugt við lóg, sigur
Marita Rasmussen,
stjóri í Vinnuhúsinum
JAVNSTØÐA
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
- Tað er ikki javnstøða í
Føroyum.
Hetta staðfestir Marita
Rasmussen,
stjóri
í
Vinnuhúsinum.
Hon heldur, at tá tað er so
trupult at fáa javnstøðu mill-
um kynini, so kann tað verða
neyðgt at brúka lóggávu,
sum eitt amboð til tess at
náa málinum um javnstøðu.
- Vit mugu ansa eftir, at
vit ikki hava fløskuhálsar í
samfelagnum sum gera, at
fólk ikki venda aftur til
landið at arbeiða og virka.
Barnaansing er ein trupul-
leiki, røkt av eldri er ein ann-
ar trupulleiki, sigur Marita
Rasmussen og heldur fram.
- Eg haldi í útgangastøð-
inum ikki, at tað er rætt at
tvinga fólk til nakað sum
helst. Men tosa vit eitt nú
um javnstøðu, so kunnu vit
skjótari fáa framt broytingar
við at lóggeva, sigur Marita
Rasmussen.
Stjórin í Vinnuhúsinum
vísir á, at í upprunaligu lóg-
ini
um
barsilsskipanina
stóð, at mamman skal taka
tær fyrstu 14 vikurnar.
- Tá vit soleiðis við lóg
tvinga mammuna at taka
hesar 14 vikurnar, hví kunnu
vit so ikki eisini við lóg
tvinga pápan at taka ein part
- ella at foreldrini kunnu
býta barnaburðarfarloyvis-
tíðina millum sín soleiðis
sum tað passar best til familj-
una, spyr Marita Rasmussen,
sum heldur, at tað hevði
verið ein gongd leið fyri at
fingið broytt hugburðin – og
harvið gjørt eina slíka lóg-
gávu óneyðuga við tíðini.
Stjórin í Vinnuhúsinum
heldur, at tað hevur stóran
týdning, at land okkara sum
samfelag er kappingarført
við onnur lond.
- Og tá hugsi eg um øll
møgulig viðurskifti. Javn-
støða er eitt, búðstaðarmøgu-
leikar og eldrarøkt eru onnur
viðurskifti, sum mugu verða
umleið á sama støði sum
aðrastaðni. Er tað ikki tað,
kunnu
hesi
viðurskiftini
vera við til, at kvinnur ikki
venda aftur til Føroyar.
Marita Rasmussen leggur
dent á, at eitt nú javnstøða
og barsilsskipan bara eru
ein partur av heildini.
At vit hava havt javn-
støðulóg nú í so mong ár
hevur gjørt mun, heldur
Marita Rasmussen.
Hon vísir á, at tilvitanin í
vinnulívinum er størri um at
seta fólk við ymiskum før-
leikum – og av báðum kyn-
um.
- Eg haldi faktiskt, at
sjálvt um vit ikki hava javn-
støðu, so hevur støðan
broytt seg síðstu árini. Tað,
at vit hava javnstøðunevnd-
ina - ein stovn, sum fylgir
við, tað hevur eina ávirkan.
Vit síggja tað eisini, tá vit
skulu tilnevna umboð til
nevndir og ráð, so verður
víst á javnstøðulógina. Tað
haldi eg er ein postiv gongd.
Javnstøðan er betri, enn
hon var, og tað er so eitt
úrslit, vit hava fingið burt-
urúr higartil, heldur Marita
Rasmussen, sum sannførd
vísir á, at tað als ikki er nak-
ar trupulleiki at finna kvinn-
ur við førleika til ymsu
nevndirnar og ráðini.
- Hesin trupulleiki er kort-
ini størri í vinnuni enn í
almennum samanhangi, sig-
ur hon, tí í vinnuni eru ikki
nógvar kvinnur at finna
millum stjórar og leiðarar.
Hon vísir á tað faktum, at
í okkara stóru vinnugreinum,
fiskivinnuni, alivinnuni og
í byggivinnuni, eru ikki
nógvar kvinnur.
Hon sigur, at limirnar í
feløgunum í Vinnuhúsinum
eru fyritøkur, og har eru tað
stjórarnir,
sum
umboða
fyritøkurnar, tí eru ikki so
nógvar kvinnur. Ein kvinna
er forkvinna í einum vinnu-
felag, Gistingarhús- og Mat-
stovufelagnum. Tað er Ása
Johnsdóttir, stjóri á Hotel
Hafnia. Harumframt eru
kvinnur nevndarlimir í ar-
beiðsgevarafeløgum
og
vinnufeløgum.
Marita Rasmussen sigur,
at um vit eru samd um, at
tað er skilagott at hava javn-
støðu millum kynini, og at
tað er skilagott at brúka all-
ar kreftir og allan ymisk-
leika, sum er í landinum, so
er tað rætt at fremja javn-
støðuna, og so gevur tað
meining.
- Vit mugu alla tíðina
hyggja eftir heildini, eftir
familjulívinum hjá okkum.
Og har eru so nógvir aðrir
trupulleikar, so sum bústað-
armarknaðurin, sum er so
einsháttaður. Skalt tú seta
búgv, so noyðist tú at keypa
hús ella íbúð fyri hasar tvær
milliónir krónurnar, tí tú
fært onga leiðuíbúð, uttan á
privata leigumarknaðinum
– og lutaíbúðir finnast ikki.
Hetta eru týðandi viður-
skifti, sum er partur av, at
karmarnir ikki eru optimalir
í Føroyum fyri ung fólk,
sigur Marita Rasmussen.
Hon vísir eisini á, at ávís-
ir samfelagsbólkar heldur
ikki hava optimalar karmar
í Føroyum - ikki bara sam-
kynd, men eisini støk - og
kanska eisini onnur, sum
velja at liva sítt lív øðrvísi.
Hvussu hava tey tað í Føroy-
um? og ber tað til at fáa lív-
ið at hanga saman, um hugs-
að verður um viðurskiftini
á føroyska búðstaðarmarkn-
aðinum? spyr Marita Ras-
mussen.
- Eg haldi, at tað hevur
týdning at tosa meira um
heildina heldur enn bara
um barsilsskipanina og javn-
støðu. Tað verður helst lætt-
ari at tosa um javnstøðuna,
tá javnstøðan er ein partur
av tí samlaða kjakinum um,
hvørji
viðurskifti
skulu
fáast upp á pláss fyri at
leggja viðurskiftini til rættis
fyri barnafamiljur.
- Tá man sum barnafamilja
verður trongdur, tí tú ikki
fært pengar ella ansing, tá
er tað javnstøðan, sum kem-
ur undir trýst. Hvussu skulu
tey fáa tað at fungera? Tá
fyllir tað alt, tá hugsar man
ikki um javnstøðuna, tí
hvør er tað tá, sum oftast
stitur heima? Tað eru kvinn-
urnar, tí tær tjena minni, sig-
ur Marita Rasmussen, sum
heldur, at ein partur av tí, at
vit ikki hava javnstøðu í
Føroyum er, at vit hava
norðurlendska rekord í at
arbeiða niðursetta tíð.
- Eg sigi ikki, at tað skal
verða forboðið, fólk mugu
sjálvi finna út av, hvussu
tey skulu liva, men eg kundi
hugsað mær, at hetta eisini
ávirkar javnstøðuna, sigur
Marita Rasmussen.
Skjótari at fremja
javnstøðu við lóg
Frá kjakfundinum sum
Kvinnufelagið skipaði fyri í
Miðlahúsinum mánakvøldið
Mynd: Rigmor Dam
- Tá vit við lóg tvinga
mammuna at taka tær
14 fyrstu vikurnar av
barnsburðarfarloyvinum, hví
kunnu vit so ikki eisini við lóg
tvinga pápan at taka sín part,
spyr Marita Rasmussen, stjóri
í Vinnuhúsinum