Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. mai 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 101 - 29. mai 2008 Tað hevur verið ein tungur burður og tí var tað ein stórur dagur, tá ið reisigildi var á nýggja fiskivinnuskúlanum í Vestmanna í gjár. Ein spurningur er nú, hvat gamli skúlin nú skal brúkast til Reisigildi Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Myndir: Jens Kr. Vang - Vit hava lopið stein av steini í 19 ár. Soleiðis tók Jákup Andrea- sen, stjóri í Fiskivinnu- skúlanum í Vestmanna, til á almennum hátíðarhaldið í Vestmanna í gjár. Orsøkin til at hátíðarhald var í Vestmanna í gjár, var tann, at tey høvdu reisigildi fyri tí nýggja Fiskivinnu- skúlanum, sum verður bygd- ur á havnarlagnum í bygd- ini. Tað, sum skúlastjórin sip- aði til, er, at skúlin hevur húsast í fleiri ymsum høl- um, síðani hann varð settur á stovn í 1989 og í dag renna tey ímillum fýra ymisk hús at halda skúla, tí alt rúmast ikki undir sama taki. Talan er um umbygd set- hús og okkurt loft í einum virkisbygningi. Leingi hevur verið tosað um at byggja nýggjan skúla, men hann er altíð dottin niður ímillum tær politisku raðfestingarnar aftur, tá ið á stóð, men nú er so skjøtil settur á ein nýggjan skúla- bygning. Tí dylja tey ikki, at tað er eitt stórt framstig, at tey nú fáa hildið reisigildi fyri ein- um nýggjum fiskivinnu- skúla, har tað ber til at hava alt virksemið undir somu lon. Tað verður ein stórur fyri- munur fyri skúlagongdina. À reisigildinum vóru røð- ur og tónleikur og aftan á bjóðaðu tey ein drekkamunn í nýggju Fjørukránni. - Hetta er ein stórur dagur, sum eg havi bíðað eftir í fleiri ár, segði Jákup Andreasen, skúlastjóri, tá ið vit á Rás2 og Sosialinum hittu hann beint eftir reisigildi. - Vit eru ómetaliga spent upp á at taka hendan nýggja og spennandi bygningin í brúk. Hann segði, at tað eru 10 ár síðani, at tey av álvara fóru undir eina royna at fáa nýggjan skúla. Nú fer at bera til at saman- sjóa undirvísingina og gera hana meiri spennandi. Sjálvur heldur skúla- stjórin, at tað hevur stóran týdning fyri Føroyar at vit hava ein dyggan fiski- vinnuskúla. - Tað mesta av okkara útflutningi er fiskur og ali- fiskur og tí er tað sjálvsagt, at vit hava eina fiski- vinnuskúla í landinum. Tað hevur verið upp á tal, at hetta bara skuldi vera fyrsta byggistig av atrimum og st skúlin eisini skuldi hava eina menningardeild og eina kunningardeild, men um tað verður veruleiki seinni, ein politiskur arbeiði. Spurningurin er nú, hvat gomlu húsini hjá skúlanum skulu brúkast til. Sjálvur eigur skúlin eigur eitt av teimum húsunum og upp- skot hevur verið frammi um at brúka tey til íverksetara- hús, ella til næmingaheim til Fiskivinnuskúlan Kristina Háfoss, Lands- stýriskvinna í Mentamálum staðfesti, at í veruleikanum er tað Føroya fólk, sum er Føroya gull og skulu vit menna okkara fiskivinnu, er tað neyðugt at styrkja samanrenningina ímillum vitan og fiskiríkidømi og tí fegnaðist eisini hon um, at nýggi skúlin nú er í ljósmála. Nýggi fiskivinnuskúlin verður liðugur í heyst. Hava lopið stein av steini í 19 ár Jákup Andreasen, stjóri á Fiskivinnuskúlanum