hósdagur 29. mai 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 101 - 29. mai 2008
15
H
vør er munurin á tunlinum
millum Leirvík og Gøtu og
tunlinum millum Leirvík og
Klaksvík? Annar er omanfyri
sjóvar-málan og hin er niðanfyri
sjóvar-málanum. Hetta er sjálv-
andi ein munur, ið onkursvegna
er við til at geva okkum ymiskar
fatanir av tunlununm. Onkurs-
vegna er Norðoya-tunnilin
“hægri í metum” enn Leirvíks-
tunnilin. Gaman í er hann
longri, men burtursæð frá tí er
væl eingin grund-leggjandi
munur á tunlunum. Ein tunnil er
ein tunnil, líkamikið longd og
líkamikið um hann er omanfyri
ella niðanfyri sjóvar-málanum.
Men munur verður hóast
hetta gjørdur á Leirvíks-tunli-
num og Norðoya-tunlinum.
Tunnilin omanfyri sjóvar-málan
er ókeypis at koyra gjøgnum,
meðan tunnilin niðanfyri
sjóvar-málanum kostar.
Spurningurin er bara hví vit
góðtaka, at tvey serstøk vega-
strekki í landinum – Vága-
tunnilin og Norðoya-tunnilin –
skulu kosta fyri tann einstaka,
meðan øll hini vega-strekkini
skulu kosta fyri felags-skapin.
Hví brúkaragjald?
Ivaleyst var tað lætt at grund-
geva fyri hví tað var eitt gott
hugskot við brúkara-gjaldi fyri
tey vegastrekki, ið ikki eru
omanfyri sjóvar-málan. Hetta tí
at undirsjóvar-tunlarnir avloystu
eina almenna tænastu við
brúkara-gjaldi, nevniliga ferjur-
nar. Onkursvegna verður tað
roknað sum sjálvsagt, at tað
kostar at sigla við ferjunum.
Hetta kann diskuterast, men
tað gevur eina ávísa meining, tí
at ferjurnar einans rúma eina
ávísa nøgd av bilum og fólki.
Og um einki brúkara-gjald er
á, er vandi fyri, at ferjurnar
fyllast og tað kanska má setast
ein eyka ferju í rutu fyri at
nøkta tørvin. Men hesin trupul-
leiki ger seg ikki galdandi fyri
tunlarnar, ið eru opnir í báðum
endum og harumframt so
langir – og harvið rúmligir, at
tað einans vil vera í nærum
óhugsandi førum, at teir verða
fyltir upp av bilum.
Harvið fellur regulerandi
elementið í brúkara-gjaldinum
burtur. Tað er ikki tørvur á
einum atburðs-regulerandi
gjaldi, ið skal fáa borgararnar
til at nýta almennu tænastuna
eitt sindur minni, soleiðis at
útreiðslurnar ikki ganga amokk.
Skattagrundað partabrøv?
Tað eru grundleggjandi tvinnar
orsøkir til at nýta brúkara-gjald.
Fyrra orsøkin er at tálma nýtsl-
uni av vøruni ella tænastuni.
Onnur orsøkin er snøgt sagt at
vinna pening – brúkara-gjald er
jú einki annað enn eitt serligt
slag av skatti. Sjálvandi er tað
sambært hesi seinnu orsøkini, at
vit í dag eru endað við einum
brúkara-gjaldi fyri at koyra
gjøgnum Vága-tunnilin og Norð-
oya-tunnilin. Og tað er sjálvandi
at somu orsøk, at ynski eru um
brúkara-gjald fyri at koyra
gjøgnum Sandoyar-tunnilin og
Skálafjarðar-tunnilin.
Men viðvíkjandi Skálafjarð-
ar-tunlinum fer man eitt fet
víðari út í tað moralskt iva-
sama. Her er brúkara-gjaldið
ikki einans at meta sum ein
inntøku-kelda. Her verður brúk-
ara-gjaldið talusett sum einki
minni enn tilveru-grundarlagið
undir verk-ætlanini. At tað
enntá skal vera eitt privat felag,
ið skal umsita hetta, merkir í
grundini, at tað privata fær eitt
ekstra-ordinert loyvi til at inn-
krevja skatt frá borgaranum.
Víðari skal hetta tulkast sum
at eitt privat felag fær loyvi til
at krevja inn skatt at gjalda
rentur til Eik fyri og harvið at
styrkja um partabræva-avkastið
hjá teimum, ið eiga í Eik. At
halda, at Eik fer inn í eina slíka
verkætlan av idealistiskum
orsøkur, er sjálvandi sera naivt.
Tað skal ikki nógv fantasi til
at síggja tað undrunarverda í
hesum.
Brúkaragjald minka um
samfelagsvinningin
Men eitt er tað ivasama í, at
privat skulu sleppa at áleggja
borgarum skatt. Hetta kann
møguliga góðtakast, av tí at
talan ikki er um eina lívsæðr,
men um ein alternativan vega-
tein. Tað fer sjálvandi framhald-
andi at vera gjørligt at koyra
ókeypis um brúnna um Streym-
in, um tað onkursvegna verður
hildið at vera ov dýrt at koyra
undir Tangafjørð. Ella man veit
sjálvandi ongantíð, um brúkara-
gjalds-rákið kann føra við sær,
at tað eisini skal kosta at koyra
um Streymin, soleiðis at inn-
tøku-grundarlagið hjá Skála-
fjarðar-tunlinum verður opti-
merað, við at kappingin frá
norðaru leiðini verður tálmað.
Í heila tikið er tað eitt
skráplan, um Føroyska infra-
kervið í alsamt størri mun
verður tengt at brúkara-gjaldi.
Brúkara-gjald geva gaman í
landskassanum eina ávísa
beinleiðis skatta-inntøku, men
samfelagsliga vil vinningurin
vera minni enn hann annars
kundi verið, tí tunnilin ikki
verður nýttur til fulnar.
Tað hevur hesi seinnu árini
verið ein greið fatan av, at
neyðugt er at integrera føroyska
samfelagið geografiskt. Við
Vága-tunlinum og Norðoya-
tunlinum er føroyski “netverks-
býurin” vaksin munandi, og
hetta er í sjálvum sær við til at
minka um fløskuhálsar á
arbeiðs-marknaðinum. Tað, at
arbeiðs-megin er vorðin meiri
mobil, ger jú, at lokalt ósam-
svar millum útboð og eftir-
spurning í ávísan mun kann
javnast út. Ikki minst er tað
gott, at tað er møguleiki hjá
talentum í útjaðara-økjum at
taka sær meiri krevjandi størv í
býunum enn tey kundu hugsast
at fingið í heim-økinum.
Men tað, at brúkara-gjald er á
Vága-tunlinunm og Norðoya-
tunlinum, tekur broddin av
effektunum av verkætlanunum.
Og brúkara-gjald á Skála-
fjarðar-tunlinum og Sandoyar-
tunlinum vilja fungera á sama
hátt. Hóast meiningin við brúk-
ara-gjaldinum á Skálafjarðar-
tunlinum er inntøku-skapan, so
slepst jú ikki undan, at brúkara-
gjaldið eisini fær eina atburðar-
regulerandi effekt. Við einum
brúkara-gjaldi vilja tað vera
færri, ið nýta vega-teinin, enn
tað annars høvdu verið.
At taka støðu mótvegis
brúkaragjaldi
Men tann mest tungtvigandi
orsøkin til at vera ímóti brúk-
ara-gjaldi, er ivasemið um tað
er rætt, at bara tey, ið brúka
tænastuna, skulu gjalda fyri
hana. Eitt brúkara-gjald er jú –
sum áður nevnd – ein alterna-
tivur skattur, ið tað almenna
leggur oman á herðar borgar-
ans. Vit hava nógv sløg av
skattum í landinum, men
skattatypan “avgjald” –
herundir “brúkara-gjald” –
hevur tann eginleika, at hon
rakar tey harðast, ið hava
ringast ráð. Serliga avgjalds-
typan “brúkara-gjald” hevur
stórar sosialar avleiðingar, tí
fátæki persónurin kann verða
noyddur at velja (í hesum føri)
koyringina frá. Í tíðum við
hækkandi oljuprísum og
hækkandi rentum, kann tann
fátæki verða noyddur at sub-
stituera og í staðin velja at
koyra buss við øllum teimum
trupulleikum og forðingum
hetta førir við sær – ikki minst
hjá fólki, ið hava skeivar ar-
beiðstíðir ella mugu eftir børn-
unum í barnagarðinum o.s.fr.
Spurningurin er, um samfelag-
ið ynskir at skapa sosialan mis-
mun gjøgnum infrakervið. Tí
ein slíkur mis-munur kann føra
við sær, at arbeiðs-marknaðurin
verður minni integreraður í
framtíðini.
Ein heilt greið støðutakan
kundi verið, at vit ikki ynskja
brúkara-gjald á infra-kervi.
Hetta merkir sjálvandi, at vit
ikki vilja leggja mesta eyka-
skattin yvir á tey, ið skulu
brúka tunnilin mest. Í staðin
kann ein prinsipp-støða takast
um, at samfelagið sum heild
eigur at skapa eitt rímiligt infra-
kervi á einum solidariskum
grundarlagi.
Hin spurningurin, ið stingur
seg upp, er um tað verður mett í
lagi, at infra-kervið yvirhøvur
skal vera á privatum hondum.
Tann spurningurin er eisini sera
spennandi og neyðugur at kjaka
ígjøgnum. Men megnar polit-
iska skipanin at taka støðu móti
brúkara-gjaldi, so er spurningur-
in um privat infra-kervi sjálv-
andi eisini logiskt útihýstur.
Líkamikið hvat, so er neyð-
ugt, at politikararnir – og Før-
oya fólk sum heild – semist um
eitt prinsipp fyri fígging og
nýtslu av almenna infra-kervi-
num. Vit mugu fyri tað fyrsta
kalla ein spaka fyri ein spaka.
Eitthvørt brúkara-gjald er reelt
ein skatta-hækking. Alt annað
er bara uttan-um-tos. Váðin er,
at vit eru á veg inn í eitt veru-
ligt brúkara-gjalds-samfelag,
uttan at tað verður skavað sam-
svarandi av í inntøku-skatti-
num. Tá er vanligi føroyingurin
jú tyngri skattaður enn hann var
áðrenn, og tað sum sagt serliga
tey við lægru inntøkunum, ið
verða harðast rakt av brúkara-
skattunum.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til dorit@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Hví góðtaka vit
tunnilsgjald?
Tíðargreinin
tíðargreinin
Sámal Matras Kristiansen
» Spurningurin er bara hví
vit góðtaka, at tvey serstøk
vegastrekki í landinum –
Vága-tunnilin og Norðoya-
tunnilin – skulu kosta fyri
tann einstaka, meðan øll hini
vega-strekkini skulu kosta
fyri felags-skapin «
» Eitthvørt brúkaragjald er
skattahækking. Alt annað er
uttanumtos. Váðin er, at vit
eru á veg inn í eitt veruligt
brúkaragjaldssamfelag, uttan
at tað verður skavað
samsvarandi av í
inntøkuskattinum «
» Spurningurin er, um
samfelagið ynskir at skapa
sosialan mismun gjøgnum
infrakervið. Tí ein slíkur
mis-munur kann føra við
sær, at arbeiðs-marknaðurin
verður minni integreraður í
framtíðini «
» Viðvíkjandi Skálafjarðar-
tunlinum fer man eitt fet
víðari út í tað moralskt
ivasama. Her verður
brúkara-gjaldið talusett
sum einki minni enn
tilveru-grundarlagið
undir verk-ætlanini «
» Eitt privat felag fær loyvi
til at krevja inn skatt at
gjalda rentur til Eik fyri og
harvið at styrkja um
partabræva-avkastið hjá
teimum, ið eiga í Eik «