Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. mai 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 101 - 29. mai 2008 Bjørt Samuelsen: Eg havi onga milliard tøka!? Hesi vóru orðini. Eg havi sjálvur verið við í politiska arbeiðinum á føroya løgtingi í mong ár, tó ikki í sessinum, sum Bjørt situr í í dag. Havi verið við til at taka politisk tøk, fyri at fáa neyðugar inntøkur til ofta stórar íløguætlanir. Og hóast ongin er glaður fyri at fáa eykarokning yvir skatta- ella avgjaldsrokningina, so hava hesi góðkent tað endaliga úrslitið. Kenni ongan landsstýris- mann, ið hevði milliarda- kekkar í reyvalummanum, tá tøk skuldu takast. Held- ur góvu hesar útreiðslur/ íløgur milliardir í øðrum virðum til samfelagið seinni. Og eg angri onga politiska avgerð í so máta, ið eg havi atkvøtt fyri! Nú hava vit fingið eitt nýtt lið av politikkarum. Nú skal fíggjarligt skil vísast, men hvat vil tað siga? Leggi ikki í at royna at greina hetta skil nærri, men um alment óneyðugt útreiðsluoyðsl var steðgað, líknandi tí hjá Lars L. Rasmussen, so vóru kanska tøl, ið líkjast milliard at hóma! Ein undirsjóartunnil til Sandoynna kostar nógvar pengar. Grundarlagið hjá okkum er ikki at sleppa skjótari til havnar, sum onkur vil vera við, men orsøkin er, at við tí sambandinum vildi Sand- oyggin havt eina gróðrar- ríka framtíð. Nógv av okkara ungdómi og onnur vildu valt sær bústað í oynni eftir lokna útbúgving, sjálvt um arbeiðspláss teirra møguliga varð aðra- staðni. Hesi vilja verða høvuðsstovnurin undir einari framtíð hjá Sandoynni! Eg havi havt orsøk til at vera vónríkur! Løg- maður við sínum flokki ynskir at virka fyri, at Føroyar vera besta landið at liva í eftir 2015! Tjóðveldið ynskir og vil virka fyri, at Føroyar verða so væl fyri, at vit kunnu taka sjálvstýri og klára okkum sjálvi ongantíð ov skjótt! Men við ætlaða polit- ikkinum hjá landsstýri- num, so vil landið "uttan Sandoynna" verða sum ein skerdur fuglur, tí vit hoyra til hetta samfelag- ið, men tá verður onki flog! Vit hava ikki fyri neyðini politikkarar, ið byggja sín politikk á meiningarkanningar, men heldur poilitikkarar, ið kenna sína ábyrgd fyri alt landi og fólki og eru førir fyri at taka avgerðir! Undirsjóartunnil til Sandoynna! Eyðun Mohr VidErø Ein góð loysn í sambandi við nógv umrødda vegin í Leirvík, hevði verið at gjørt eina brúgv frá grótkastinum frá Norðoyatunlinum yvir á grótkastið við ferjuleguna. Helst ein brúgv verið bæði ferðslutryggari, bíligari og praktiskari Í minst 10 ára hava politikarar klændrast um, hvar vegurin frá Norðoyatunlinum skal liggja, men enn sýnist líka langt frá einari semju. Tað undrar meg, at lítið og einki hevur verið at hoyrt um eina loysn við at gera brúgv frá grótkastinum frá Norðoyatunlinum yvir á grótkastið við ferjuleguna. Tað jú hevði stytt munandi um farleiðina. Tískil hevði ein brúgv helst verið bæði ferðslutryggari, bíligari og praktiskari. Harafturat hevði brúgvin sloppið leirvíkingum undan einum landsvegi, sum vísir seg at fara verða til forargilsi hjá bygdafólkinum, sama hvar hann verður lagdur. Ein brúgv hevði verið ein stutt og góð farleið. Og verður rætt borðið at, nýtist ein slík loysn ikki at verða til stóran meinboga fyri leirvíkingar Ger brúgv Bjørt rúna SiVErtSEn Tað er við stórum áhuga, eg havi lisið og fylgt við í tí, sum tú hevur skrivað um “Samhaldsfasta eftirlønar- marknaðargrunnin”, tí sum tann skilamaður tú ert, so hevur tú enn einaferð so æviga rætt í tí, sum tú førir fram. Tað var eitt stórt hjarta- mál hjá Javnaðarflokkin- um, tá tit á sinni løgdu hetta týdningarmikla mál fram á Føroya Løgting, og sjálvsagt eisini ein stórur politiskur sigur, sovæl sum ein sigur og ein kærkomin hjálp hjá pensionistum, tá hetta sera týdningarmikla mál bleiv samtykt og ein veruleiki hjá teim pension- istum, sum onki annað hava at dúva uppá, uttan fólkapensiónina. Teir allarflestu pension- istarnir í dag, hava onga uppsparing havt, tað var ikki “in”, tá tey vóru upp á tað besta, at ein hevði eina “kapitaleftirlønarskipan”. Og tí eru hesi í einari sera truplari støðu ídag, alt er dýrkað so ómetaliga nógv seinastu tíðina, matur og ikki minst oljan, sum fer við nærum allari pensión- ini. Hinvegin man tað neyvan vera nøkur ung hjún í dag, sum ikki hava - kanska bæði eina og tvær tryggingarskipan til elli- árini - so at goyma pen- ingin til 2035 er tað reina gagg gagg, tí tað er nú, at tey gomlu hava brúk fyri samhaldsfasta, sum lætt- liga kundi farið ein 1000 kr seðil upp, soleiðis at tey gomlu kundu fingið tað til at hanga saman. Grunnurin hevur meir enn ½ milliard tøka, eftir sum eg skilji, so ein 1000 kr seðil til allar pensionistar hevði verið peanuts, og tá serstakliga, tá hugsað verður um, at nærum øll ung eru kapital- tryggjaði ídag, og sostatt verður lítil ella ongin tørv- ur á tí uppsparda peningi- num í 2035. Men sum onkur segði, tá verður peningurin helst nýttur til okkurt heilt annað, enn tað hann var ætlaður til. Tosaði við eini hjún herfyri, sum søgdu mær, at tá tey fylla 67 ár (um ca 30 ár ) tá fáa tey útgoldið 1,5 millión í part. Fyri mítt viðkomandi kann eg vera fegin um, at eg fyri fáum árum síðani kom inn í eina skipan, sum í dag ger, at vit – (saman við pensión og samhalds- fasta) kunnu halda húsini viðlíka og fáa tað dagliga at hanga saman. Men eg føli stórliga við teimun pensionistum, sum onki annað hava – enn pensión og samhaldsfasta, - tí tey hava ikki ráð til annað enn mat og klæðir, - at viðlíkahalda húsini ella at fara ein lítlan feriutúr, - er vónleyst. Hetta er støðan, sum tað almenna bjóðar pensionist- unum - sum eiga peningin sum er í samhaldsfasta grunninum í dag. Til Henrik Old vil eg bara siga takk fyri, at tú hevur havt hetta týdningarmikla mál frammi, royn framvegis at ávirka tínar partamenn til at skilja støðuna hjá teim gomlu í dag, tey hava tað ikki gott fíggjarliga í Føroyum, anno 2008. Samhaldsfasti og Henrik Old Kári KjElnæS Høgni, nú hevur tú - alt meðan vit á 6. mánaði liggja við einari provisor- iskari fíggjarlóg, sum áleggur landsins leiðslu og umsiting einans at gjalda tað, sum er neyðugt fyri at halda samfelagnum koyrandi, pløgt Evropa upp og niður fyri at tosa um EFTA limaskap, sum tú, eins væl og eg, veit er ein sonevnd “dead duck”. Ísland sum er ein av hornasteinunum undir EFTA, kemur í nærmastu framtíð at fáa sær evruna sum gjaldoyra, og tað næsta verður so ES limaskapur. Hví vilja tit ongantíð verða eitt bein frammanfyri – satsa upp á at fáa sam- ráðingar um treytir fyri ES limaskapi fyri Føroyar? Eg meti, at tú fyri langari tíð síðani hevur ásannað (uttan at viðganga tað), at einasti máti hjá tær at fáa fullveldi einaferð í fram- tíðini, er at fara inn í ES gjøgnum ríkisfelagsskapin, men hesin bitin er so mikið ringur at slúka politiskt, at tú enn hevur hann í ranga- strúpanum. Eg vóni at tú skjótt fær svølgt hann og kemur víðari og hugsar, hvat er best fyri land og fólk og ikki hvat er best fyri teg og Tjóðveldi. Eg rokni við at tit hóast alt, eins og vit í Sambands- flokkinum, arbeiða fyri loysnum, sum eru góðar fyri landið og fólkið her býr - og tit vita eins væl og vit, at ES er loysnin og ikki EFTA. Tit – tú og Jóannes, høvdu ein gyltan møgu- leika at tosa við EFTA saman við Per Stig Møller fyri stuttum í Sveis, ein ferð sum var fyriskipað fyri at hjálpa Føroyum við EFTA limaskapinum, men hendan møguleikan lótu tit fara aftur við borðinum heldur enn at gagnnýta hann, tíverri. Tú veit eins væl og eg, at Sveis er “the breaking point” í hesi sakini. Eru teir ikki við, so er hetta mál úti av verðini. Nú nýtir tú ístaðin fyri hundraðtúsundavís av krónum, saman við tínum aðalstýri (heimildarleyst, tí vit hava provisoriska fíggjarlóg?) at ferðast runt til hini londini, fyri at yvirtala tey at yvirtala Sveis – skil tað hvør ið vil – fyri mær er hetta tann øvugta verð. Sig tú mær eitt Høgni - hvat er tað sum er so fantastiskt við at blíva limur í einum felagsskapi, sum ivaleyst ikki er til um 10-15 ár - ella í besta førir er til við tveimum lima- londum – Sveis og Lichstenstein, tí tá hava bæði Noreg og Ísland sæð tað skilagóða í ES og limaskapinum har? Hví vil tú ikki heldur koma inn til kjarnina og arbeiða við einari loysn við ES, heldur enn hesum mis- fostrinum sum EFTA er? Vónandi kemur skilið at ráða yvir tykkara misskiltu nationalismu og tit - um ynskist við hjálp frá okkum, - fáa loyst upp fyri hesum átrokandi máli og fara í samráðingar við ES og Danmark um ávikavist treytir fyri limaskapi og samstarvsleisti millum Føroyar og Danmark í hesum høpi. Úrslitið av hesum samráðingum eiga vit síðani at leggja út til fólkaatkvøðu. Hinvegin kanst tú sjálvandi velja at halda á at ganga í klingur tey kom- andi nógvu árini, men tað tænir ikki landið og fólki. Hvat skal tú við EFTA Høgni? løgtingsmaður johan dahl Landsstýrið mælir til at brúka 2,3 mió. kr. meir til almenna umsting innan umhvørvið. Heldur eiga vit at nýta peningin til alduorkuverkið hjá SeWave, sum er eitt ítøkiligt orku- og umhvørvistiltak, sum veruliga kann seta Føroyar á heimskortið, sigur Jørgen Niclasen, formaður Floksins Alduorkuætlanin, sum SEV og fyrrverandi Olju- málaráðið hevur tikið stig til, stendur og fellur við vilja frá Løgtinginum. Ætlanin er at gera eitt alduorkuverk við Træla- nýpu. Samlaði kostnaðurin er mettur til uml. 40 mió. kr yvir 3 ár. Hagartil hava allir partar, uttan landsstýrið, játtað at verða við í fíggingini av ætlanini. Av teimum 40 mió. kr. hevur SeWave tilsøgn um 30 mió. kr. frá millum øðrum ES og sjálvandi SEV eisini. - Hetta kann gerast eitt frambrot innan útvinnan av viðvarandi orku, og harvið eitt frambrot innan før- oyskan umhvørvispoltikk. Alttjóða áhugin fyri ætlanini er ovurstórur. Tí eigur Løgtingið at játta síðsta 1/4, so verkætlanin kann fara í gongd, sigur Jørgen Niclasen. Hann sigur, at Lands- stýrið hevur í fíggjarlógar- uppskotinum mælt til at nýta kr. 1,8 mió í meira umsiting innan umhvørvið í Innlendismálaráðnum. Harafturat biður lands- stýrið um 0,5 mió. í meira umsiting á Løgmansskriv- stovuni til sama endamál. Einki verður játtað til verulig umhvørvistiltøk, sum t.d. SeWave. - Hetta heldur Fólka- flokkurin verða skeivt. Flokkurin mælir tí til at minka munandi um ætlaðu eyka almennu umsitingina og ístaðin játta 2 mió. kr. til alduorkuætlanina. SeWave hevur upplýst, at um Løgtingið játtar 2 mió í ár og síðan 4 mió næstu tvey árini, kann ætlanin gerast veruleiki. Vit vóna at Løgtingið fer at taka undir við uppskoti Fólkafloksins, heldur enn bert at brúka peningin til meira umsiting, sigur Jørgen Niclasen, fólkafloksformaður. Umhvørvið fram um meira almenna umsiting formaður Fólkafloksins jørgEn niclaSEn viðmerkingar