Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-29, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. mai 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 101 - 29. mai 2008 17 Andlát og jarðarferðir Gunnhild Heinesen, Bø­ur, andaðist á Lands­ sjúkrahúsinum mána­ dagin 87 ára gomul. Kist­ an fer úr Landssjúkrahús­ kapellinum hósdagin kl. 18. Jarðarferðin verður úr Bíggjar kirkju fríggja­ dagin klokkan 14. Tey ið ynskja at minnast Gunn­ hild, kunnu lata eina peningagávu til Bíggjar kirkju, konto í Eik. Henning Vigantson Jensen, Klaskvík, and­ aðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi týsdagin, 72 ára gamal. Torbjø­rn Mikkelsen, Tórshavn, andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin 27. mai, 71 ára gamal. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara elskaði maður, pápi, verfaðir, abbi og beiggi Torbjørn Mikkelsen Tórshavn andaðist á Landssjúkrahúsinum 27. mai 2008, 71 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum fríggjakvøldið kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Havnar Kirkju leygardagin kl. 13.00. Familjunnar vegna Eyðbjørg Brynhild og Regin Tey, ið ynskja at lata blómur ella krans, kunnu ístaðin lata eina peningagávu til Føroya felag móti krabbameini. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæri maður mín, pápi, verpápi og abbi okkara Vermund Joensen ættaður av Tvøroyri búsitandi í Tórshavn andaðist týsdagin 27. mai á Landssjúkrahúsinum, 71 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni. Familjunnar vegna Fanny Arni, Janita og Dan v/fam. Dagurin 30. mai. Vigand. Helst tann sami sum hin heilagi Venan­ tius úr Arles í Suðurfraklandi, sum var av heidnari ætt, men gjørdist kristin. Doyði umleið ár 400 á ferð í Eystur­ lond. Rasmus Effersøe varð føddur hendan dagin í 1857. Týsmorgunin 27. mai frætt­ ust sorgarboðini um, at Tobbi var farin, einans 71 ára gamal. Mong hvukku við, og ikki minst vit í Kyndli. Vit vistu væl, at Tobbi fyri einum tveimum árum síðan fekk ávíst sjúku, men eingin hevði varhugan av, at tað var so álvarsligt. Hann var eisini fastur fúsur í høllini allan vetur, hvørja ferð Kyndil spældi. Men seinastu tíðina tók sjúkan so dik á seg, og nú vóru boðini eftir okkara góða felagslimi. Tobbi var heilur, har hann var, og Kyndil var hansara eitt og alt. Hann var felags­ maður um ein háls. Hann var trúgvur og álítandi. Hjá honum var eitt orð eitt orð og ein maður ein maður! Nevndarlimur var hann í Kyndli í fleiri umførum, fyrst frá 1961 til 1971, síðan aftur 1973­74 og 1977­1980. Men hann tænti felagnum og føroyskum hondbólti á so mongum øðrum økjum eisini. Hann var venjari bæði hjá monnum og kvinn­ um og hjá teimum yngru, og haraftrat var hann onkun­ tíð landsliðsvenjari . Hann var somuleiðis dómari í mong ár og var fyrsti altjóða dómari okkara. Tað var tí heilt natúrligt, at Tobbi varð valdur í nevndina hjá hondbóltsdeild ÍSFs, sum tað tá æt. Kapp­ ingarleiðari var hann leingi heilt frá ungum árum av. Tað var sum nevndarlimur í hondbóltsdeildini, at hann var við á fundi í Madrid á heysti 1970, har ið Føroyar fingu fyribils limaskap í altjóða hondbóltssamgong­ uni. Tað var á veg heim aftur av hesum fundi, at Tobbi og konan, Eyðbjørg, vóru við flogfarinum, sum datt niður í Mykinesi. Eyðbjørg varð illa løstað og fekk varandi mein. Tobbi slapp nærum snikka­ leysur frá vanlukkuni. Sum leikari var Tobbi millum teir bestu í landin­ um um tað mundið, tá ið Kyndil varð stovnað. Tá spældi hann við hinum hondbóltsfelagnum í Havn, Neistanum. Tobbi var tann stóri taktik­ arin á vøllinum, og tað kom honum eisini til góðar í virki sínum sum venjari. Hann var við á stovning­ arfundi Kyndils 10. mars 1956, og hann spældi 400 dystir og gjørdi 892 mál á ymisku vaksnamannaliðum felagsins og var fastur mað­ ur á besta liðnum árini 1957 – 1970. Einaferð umboðaði hann Føroyar á landsliðnum, tað var í fyrsta landsdystin­ um yvirhøvur, sum varð leiktur í Gundadali í 1964. Fyri sítt ósjálvsøkna ar­ beiði í Kyndli í hálva øld, varð Tobbi heilt sjálvsagt kosin heiðurslimur felagsins á 50 ára stovningardegnum í mars 2006. Sum tað stendur um Tobba í 50 ára minningarriti Kynd­ ils, so var hann nærlagdur og vælgerin, og hann var altíð til dystin fús, tá ið heitt varð á hann. Tað kunnu øll tey sanna, sum seinnu árini hava mannað nevnd felagsins. Vit fara tí øll at sakna Tobba. Hann var ímyndin av Kyndli. Hann var við frá byrj­ an, og áhugin og eldhugurin fyri felagnum var hin sami øll árini. Tað píndi hann, tá ið tað gekk ikki eftir vild, og á sín stillføra hátt frøddist hann, tá ið tað gekk við. Hvørt einasta felag hevur brúk fyri fólki sum Tobba. Eisini í dag, nú ið bond mill­ um felag og virkin ítrótta­ fólk eru ikki so sterk sum tey onkuntíð vóru. Á mongum øðrum økjum var Tobbi virkin. Umframt við trúfesti at tæna sama arbeiðsplássi, Toll og Skatt, í samfull hálvthundrað ár, var hann heilt frá ungum árum virkin í føroysku frá­ haldrørsluni og sat í álitis­ størvum i felagsskapinum. Hann var somuleiðis for­ maður í Meginfelag Sjúkra­ kassa Føroya frá 1986. Og so var hann svorin B36­viðhaldsmaður! Tobbi var góður felagslim­ ur, men hann var eisini góð­ ur familjumaður, og sakn­ urin verður tí stórur hjá tykk­ um, ið vara av. Vit hugsa um tykkum øll, Eyðbjørg, Bryn­ hild og Regin og børn tykk­ ara. Má Hann, ið øllum vald­ ar, standa tykkum við lið, nú ið stólurin hjá manni, pápa og abba stendur tómur. Vit drýpa høvur, og við takksemi minnast vit okkara kæra kyndilslim, Tórbjørn Mikkelsen. KYNDIL Tórbjørn Mikkelsen farin Tøkk Kæru tit øll, sum gleddu meg á mínum sjeytiára degi 30. apríl, tá tit fjølment komu at heilsa mlr. Takk fyri gávur, heilsanir og tey mongu vøkru orðini, sum fullu. Ein tøkk til tín góði John fyri eina sera góða yrking. Rasmus Glyvradal Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 -har tað hendir