Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-29, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. mai 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 101 - 29. mai 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Mánadagin høvdu vit eina grein um Margrethu Egholm, sum fylti 105 ár í gjár mikudagin. Tað var opið hús á Lágargarði seinnapartin. Har var heilt fitt av fólki, sum vildi heiðra føðingardagsbarnið. Hetta var stak hugnaligt og væl fyriskipað. Sum vit greiddu frá eru bert tveir føroyingar, sum áður eru blivnir 105 ár, men hetta er fyrstu ferð, at ein slíkur føðingardagur hevur verið í Havn. Millum gestirnar var ættin í bæði borð. Umframt Egholmættina var ættin út Vágum eisini væl umboðað. Løgmaður kom eisini inn á gólvið og fekk heilsa uppá føðingardagsbarnið. ó. 105 ára føðingardagurin Margrethu Egholm fylti 105 ár mikudagin Løgmaður kom inn á gólvið. Her sæst hann saman við Jens Petur, son Margrethu, og Petur, sum er sonur Jens Petur. Teir kennast frá Suðuroy, har Jens Petur stjórnaði deildina hjá Poul Hansen í 14 ár. Jetta er dóttir Olla í Mykinesi, kendur útróðrarmaður í Grønlandi. Hann var beiggi Margrethu. Hon fylti 70 ára sama dag sum fasturin. Pápi hennara hevði annars blivið 100 ár 26. mai. Hon er saman við dótrini Karin Karla Johannesen er systirdóttir Margrethu. Hon er komin úr Vágunum saman við dótrini Sólgerð Niclassen Jógvan og Sonja er børn hjá Alfred beiggja Petur Egholm, mann Margrethu. Tað er Sonja, sum legði navn til bátin Sonja Egholm, sum var umrøddur í blaðnum mánadagin. Ætlanin var, at báturin bert skuldi eita Egholm. Men okkurt danskt skip æt frammanundan Egholm, ti kom Sonjunavnið afturat Meta á Fløtum, leiðari á Lágargarði, bjóðar gestunum vælkomnum Tað skal sjálvsagt ein stór lagkøka til ein so stóran føðingardag. Anna Dahl er dóttir Nellu f. Egholm og Petur Dahl. Anna, dóttir Arnold Egholm, og maðurin Jón á Steig Jens Petur Egholm, sonur Margrethu, og konan Sólrun Steingrim Joensen av Argjaboða var giftur við Jettu, systir Margrethu. Hann er umframt Margrethu tann seinasti í ættini, sum er eftir í teirra ættarlið nøvn