Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-29, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. mai 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 101 - 29. mai 2008 19 Føddur og uppvaksin í Berlin. Upplivdi annan veraldarbardaga sum smá­drongur. Búsitandi í USA. Hevur ferðast sum prædikumaður seinastu 50 á­rini um allan heimin. Vitjar í Føroyum í hesum døgum Poul Jóhan Djurhuus gjaranes@post.olivant.fo Í hesum døgum vitjar Týsk­ arin, Christian Bastke, í Føroyum. Hann vitjar í ymiskum samkomum í døgunum 25. mai ­ 01. juni. Hann kemur m.a. at luttaka á ungdómssamfelagsmøtun­ um í Runavik um viku­ skiftið. Hetta er triðja ferðin hann vitjar í Føroyum, fyrstu ferð var í 1964. Tá vitjaði hann í Betesda og í Ebenezer. Hann minnist væl, at tað var ein, sum kallaðist Andrew Sloan, sum tolkaði hann. Hann vitjaði fyri aðru ferð við Logos 2 fyri fáum árum síðani. Hann sigur, at hann gleðist yvir at síggja hvussu okkara infrastruk­ turur og vegakerv er útbygt hesi fýra ára­tíggini, síðani hann vitjaði her á fyrsta sinni. Tá hann sær hvussu høgt uppi í flestu ferðslu­ vegirnir hjá okkum hava ligið, so skilir hann væl, at vit byggja út vegakervið við bergholum og undir­ sjóartunlum. Seinasta tokið úr Poznan Tað var John F. Kennedy, sum segði hesi kendu orðini undir eini vitjan í Berlin: “Ich bin ein BERLINER,” men Christian Bastke kann siga hesi orðini við fullari merking, tí hann varð fødd­ ur og vaks upp í sjálvum Berlin. Hann var 10 ára gam­ al, tá annar verðaldarbardagi endaði. Hann minnist, at hann, saman við foreldr­ unum, flýggjaði úr býnum Posen (Poznan), tá Russiski herurin var um at taka býin. Tey fóru við toki, og tá tey komu úr tokinum fingu tey at vita, at hetta var seinasta tokið, sum fór úr býnum, tí russiski herurin hevði tikið býin, og til teirra ræðslu skiltu tey, at teir høvdu dripið eitt stórt tal av Týsku íbúgvunum í Poznan. Christian vaks ikki upp hjá kristnum foreldrum og var tí ikki ein persónligur kristin um hetta mundi, men í dag, tá hann hugsar um hendan tilburðin, so ivast hann ikki í, at Gud í síni forsjón hevði sína varð­ veitandi hond yvir honum, tá Hann lat tað eydnast hjá honum, saman við foreldrun­ um, at koma út í frælsið í tí seinasta tokinum úr Poznan. Kemur til trúgv Hann kom til trúgv á Jesus Kristus sum 17 ára gamal tannáringur undir eini vitjan í Onglandi. Har kom hann í samband við ein Major í bretska herinum, sum kall­ aðist Ian Thomas. Hesin leiddi 17 ára gamla Christi­ an, úr Berlin, til eina livandi trúgv á Frelsaran. Hesin sami Ian Thomas hevur verið leiðari og lærari á bíbliuskúl­ anum Capernwray í Onglandi í mong ár, og tað eru fleiri føroyingar, sum kenna Ian Thomas persónliga. Christian sigur, at Ian Thomas varð yvir 90 ára gamal, og at hann fór heim til Harran í fjørð. Kallið út í tænastuna Christian fór á keypmans­ skúla í Bremen har hann eis­ ini fór at arbeiða innan fluttningsvinnuna. “Eg kendi tað sum, at eg var ikki á røttu hyllini í arbeiði mínum. Tí fekk eg mær farloyvið í 6 mánaðir, har eg fór at arbeiða á eini kristnari ung­ dómsmiðstøð. Eftir hesar 6 mánaðarnar var eg sann­ førdur um, at min tænasta í Guds ríki er at prædika Guds orð.” Samstundis sann­ aði hann, at hann hevði brúk fyri at koma at kenna Guds orð og bíbliuna betur. Tí fór hann á Moody Bible Institut í USA eitt ár, og har frá fór hann á Columbia Internati­ onal University (Kristiligt Universitet) at lesa Gudfrøði í 3 ár, eisini í USA. Ungdómsvinur við George Verwer Á Moody Bible Institut læs hann saman við einum so navngitnum manni sum George Verwer. Teir hava verið vinmenn og samar­ beiðsfelagar i OM­høpi síð­ ani ungdómsdagarnar á Moody. Christian greiðir skemtandi frá, tá George Verwer og aðrir gjørdu seg kláran til traktatferðina til Mex­ico, sum vísti seg at verða startskotið til Opera­ tion Mobilisation (OM). “Vit høvdu fylt bilin á tremur við traktatum og bókum, so tað var næstan ikki pláss fyri teimum, sum skuldu vera í bilinum. Tá bilurin var liðugt lastaður og teir skuldu fara avstað, vil bilurin ikki starta, tí máttu vit allir skumpa bilin í gongd. Síðani tá, havi eg onkuntíð “arga” George við hesum, at eg bókstaviliga var við til at skumpa Operation Mobilisation í gongd.” Ein umflakkandi orðsins tænari Tá Christian var liðugur á Columbia Universiteti í 1960 byrjaði hansara tænasta at prædika og undirvísa í orðin­ um, sum hann eisini kendi seg kallaðan til, áðrenn hann fór á Moody bíbliuskúla. Hann hevur havt frá ungum av eitt serligt kall til at ferð­ ast um í Europa og í Suður Eystur Asia, men sum undir­ vísari og prædikumaður í Guds orði hevur hann ferðast um á øllum continentum heimsins, men, leggur hann skemtandi afturat, enn havi eg ikki vitjað í Antarktis (Suðurpólinum). Hann er 72 ár í dag, men framvegis er hann sum ein ungur maður og ferðast enn um allan heimin við evang­ eliinum og undirvísir í orði Guds. Hann vitjar einstakar samkomur, talar á seminari­ um, konferensum, samfelag­ stevnum og vanligum sam­ komufundum. Hann hevur verið knýttur at skipatæn­ astuni hjá trúboðarafelags­ skapinum OM meginpartin av sínum lívi, har hann mangan mynstrar umborð fyri fleiri mánaðir í senn. Beint áðrenn hann kom henda vegin hevði hann ver­ ið nakrar dagar umborð á Logos Hope, sum liggur í Kiel, og undirvíst. Tá hann er mynstraður umborð á OM skipunum, undirvísir hann manningini í kristnari leiðslu og lærisveinaskapi (Christian leadership and Discipleship). Umborð á Smyrli týs­ dagin 27. á veg til Suðuroyar í dýrdarveðri Christian hevur, síðani 1960., eisini verið tætt knýtt­ ur til Capernwray bíbliuskúl­ an, sum liggur í Onglandi, ígjøgnum Capernwray Missi­ onary Fellowship, har hann hevur virka sum bíbliulærari og eisini sum altjóða umboð. Fleiri føroyingar hava ígjøg­ num árini veri næmingar á Capernwray bíbliuskúla. Cap­ ernwray er eitt netverk av 16 bíbliuskúlum, sum liggja í fleiri londum. Tríggjar av hesum skúlum hevur Christi­ an sjálvur tikið stig til at grundleggja. Í mong ár ferðaðist hann regluliga ímill­ um Capernwray bíbliuskúlar­ nar og undirvísti í Gudfrøði. Dugir norskt Tá Christian situr og sam­ skiftir privat við føroyingar, so kann hann alt í einum skifta yvir til norskt, tá tað knípur við tí enska. Hetta kann hann, tí hann hevur virkað og búð í sjey ár í Kristiansand í Noregi. Kort­ ini setur hann seg ikki føran fyri at prædika á norskum. Hann prædikar á enskum. Í 1965 giftist hann við Marthu úr California. Sum nýgift fluttu tey til Kristian­ sand at virka innan Missións­ felagsskapin hjá Capern­ wray, Capernwray Missi­ onary Fellowship. Tey vóru hesa tíðina ikki knýtt eini ávísari samkomu, men evangeliseraðu ímillum les­ andi í býnum. Eisini skip­ aðu tey fyri konferensum. Tey búðu og virkaðu í Kristi­ ansand í sjey ár, frá 1965 til 1972. Martha og Christian eiga trý børn, har tvey ery fødd í Noregi. Tey eiga trý barnabørn. Øll teirra børn og svigarbørn eru virksom í Harrans verki. Christian og Martha hava sítt heim í statinum Cali­ fornia. Ætlanin var, at konan skuldi verða við á ferðini í Føroyum, men tá hon fekk óvæntaðar uppgávur í Ong­ landi, so meintu tey tað vera rætt at raðfesta soleiðis, at hon varð verðandi í Ong­ landi. Hann ferð úr Føroyum mánadagin 2. Juni har konan býðar eftir honum í London. Undirritaði hevur havt tann framíhjárætt at vera tolkur hjá Christian bæði á páskalegu í Danmark og á vanligum samkomufundum í Føroyum. Christian hevur ein hátt at siga Guds sann­ leikar uppá, sum fáir aðrir hava. Hann megnar at siga gamlar sannleikar við nýggj­ um vinklum. Ferðaskrá: Hóskvøldið 29. talar hann í Filadelfia í Gøtu kl.20.00 Hann verður við til ung­ dómssamfelagsmøtini í høllini í Runavík um viku­ skiftið. Hann kemur at tala fríggjakvøldið kl.21.00 og leygardagin kl.14.00 Sunnumorgunin kl.11.30 talar hann í Nebo á Toftum og kl .18.00 verður hann í Betesda í Klaksvík. Vilji Guds ræður! Týskarin Christian Bastke Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá okkara elskaða mamma, vermamma, omma og langomma Maria Juul Skopun brádliga andaðist og varð jarðað. Tøkk til starvsfólkini í Heimarøktini fyri umsorgan og stuðul. Tøkk til Jákup Reinert Hansen, prest, fyri væl vald og troystarrík orð. Tøkk til organist, sangarar, kirkjutænarar og gravarar. Ein serstøk tøkk til tykkum, sum stóðu fyri og hjálptu til við ervinum. Tøkk fyri vakrar blómur og kransar og tær mongu heilsaninar. Hjartans tøkk til tykkum øll, sum fylgdu Mariu til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Jórun, Helgi og Hansa Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu okkum samkenslu og hollan stuðul, tá ið elskaði maður, pápi, verpápi og bróður okkara Oddvald Juul Skopun brádliga andaðist og varð jarðaður. Tøkk til starvsfólk á Landssjúkrahúsinum, tøkk til Hera Joensen, prest, og hjálparfólk í kapellinum, tøkk til Jákup Reinert Hansen, prest, organist, sangarar, kirkjutænarar og gravarar. Ein serstøk tøkk til tykkum, sum stóðu fyri og hjálptu til við ervinum. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur, ið latnar vóru til kirkjuna. Tøkk fyri vøkur minningarorð. Hjartans tøkk til tykkum øll, ið fylgdu Oddvald til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Hansa, Anna Maria, Janus og Hans Pauli nøvn Christian Bastke